mikudagur 15. desember 2004síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 15. desember 2004
31
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
Sjúkrarøktar-
frøðingur til
kirurgiska amb.
Í Útistovu/Amb. er eitt fast starv á starvsbrøki 0,8
sum sjúkrarøktarfrøðingur leyst at søkja til setan
1. januar 2005.
Útistova er ein starvsstova við ymiskum sergrein-
um undir Skurðdeplinum á Landssjúkrahúsinum.
Vit gera forkanningar undan skurðviðgerðum,
eftirviðgerðir, eftirlit, sárviðgerð, sárrøkt, smærri
skurðviðgerðir, aðrar kanningar og ráðgeving í
sambandi við hesar.
Sergreinarnar eru
• gynækologi/obstretik
• almen kirurgi
• urologi
• otropædi
Okkum tørvar ein sjúkrarøktarfrøðing, sum fyri-
bils skal røkja tað sjúkrarøktarfrøðiliga arbeiðið á
Ortopædisku starvsstovuni,sum í løtuni heldur til
í B-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.
Førleikakrøv
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktar-
frøðingur
• vitan, royndir og kunnleika um kirurgiska
sjúkrarøkt og viðgerð
• fleksibilitetur og góð samstarvsevni
• opin og positiv/ur
• vil søkja mennandi avbjóðingar
Vit kunnu bjóða eitt stundum strævið, men støð-
ugt mennandi og spennandi starv.
Upplýsingar um starvið
Vilt tú vita meira um starvið,kanst tú ringja til Birtu
Weihe,deildarleiðara í Útistovu,telefon nr 304500,
lokal 5400 ella til Ceciliu Vestureið,leiðandi sjúkra-
røktarfrøðing,lokal 5102,e-postur ceci@lsh.fo
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Fel-
agið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er 3. januar 2005 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn í brævbjálva merktur »umsókn
til starv« við CV,autorisatión,avrit av prógvum og
viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo
sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna
»starvsfólk«
Lesið
-so eru tit við!
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in