mánadagur 2. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður Hildarson Hoydal
Við tveimum framúr verjuav
rikum settu Føroyameistararnir
úr H71 bæði VÍF og KÍF upp á
pláss hesa vikuna, og nú fjarar
spenningurin
um
fremsta
plássi í Okkaradeildini. Men
spenningurin er ovurstórur
um
næstu
plássini,
har
StÍF, Neistin og VÍF dystast
frammanfyri KÍF.
Neistin og VÍF spæla týs
kvøldið,
og
tann
dysturin
avgerð hvør liggur á øðrum
plássi áðrenn vikuskiftið. Tá
kann StÍF taka annað plássið
aftur, men tá krevst ein sigur
á suverena oddaliðnum, sum
kemur á vitjan á Skála.
StÍF hevur enn ikki tapt
ein dyst á heimavølli hetta
kappingarárið, og har valdar
eitt ávíst bjartskygni á vestara
armi á Skálafjørðinum.
Hýrurin er av tí besta
Tað er ein fegin Sveinur
Justinussen, sum svarar, tá ið
hann verður spurdur um lagi í
felagnum.
- Hýrurin er øgiliga góður.
Har eru nakrir dystir, har
vit eru dotnir ordiliga niður
og tapa stórt ímóti H71 og
Neistanum. Tað harmast vit
eitt sindur um, men annars
eru vit sera væl nøgdir við
gongdina higartil, sigur Sveinur
Justinussen, sum hevur verið
stóra stjørnan á StÍF-liðnum
seinastu nógvu árini. Eftir at
hava verið forðaður av skaða
so at siga alt farna kappingarár,
er Sveinur Justinussen aftur á
bakkinum í ár, har byrjanin
hevur verið góð.
Marius og Pauli
tóku um endan
- Vit vistu ikki ordiliga hvat vit
skuldu vænta. Vit byrjaðu tíðliga
at venja, men vit høvdu faktiskt
ongan venjara fyrr enn stutt
áðrenn kappingin byrjaði, greiðir
Sveinur frá, ið kundi síggja aðrar
veteranar trakka til á bonkinum,
tá ið Marius Joensen og Pauli G.
Hansen gjørdust venjarar. Og
venjararnir hava havt nógv fólk
at taka av.
Breiddin er stórur fyrimunur
- Breiddin er nógv størri í ár,
enn hon hevur verið í fleiri ár
og vit kunnu skifta út uttan at
liðið viknar nakað serligt. Tað
er ein øgiligur fyrimunur, og
vit sleppa at hvíla okkum við
hvørt. Tað er ein stórur munur í
mun til undanfarnu árini, sigur
Sveinur.
Henda breiddin kemur eisini
frá ungum leikrarum, sum hava
tikið stóra ábyrgd í ár, og Svein
ur Justinussen er ikki í iva um
at tað ger munin.
Fleiri ungir á veg
- Nú eru vit úti á bygd, so tað
er eitt sindur ymiskt hvus
su nógvar leikarar vit hava
í hvørjum árgangi, men eg
haldi eisini vit hava nakrar
fínar leikarar á veg upp í ung
dómsdeildunum, sigur Sveinur,
sum
tíðliga
í
undanfarna
kappingarárið mátti gevast
vegna skaða. Í ár er hann aftur,
men hevur hildið eitt sindur
aftur við eyðkendu dundur
skotunum av vinstra bakki.
Tað sæst eisini aftur á topp
skjúttalistanum, har bakkurin
vanliga skoraði meginpartin
av málunum hjá StÍF. Tað
hongur eisini saman við nýggja
bygnaðinum og leiklutunum á
liðnum.
Byrjaðu tíðliga at venja
- Eg eri ikki ordiliga 100%, men
tað gongur fínt, og tað er deiligt
at vera við, brosar Sveinur
. Hann hevur heldur ongar
trupulleikar av ferðini, ið hevur
eyðkent StÍF í ár. Henda ferðin
hevur verið avgerandi lykilin
til ta ørgrynnu av málum, ið
strandingar skora, og tað hevur
kravt harða venjing at kunna
spæla soleiðis.
- Vit byrjaðu at venja langt
áðrenn
kappingina,
greiðir
Sveinur frá og leggur afturat,
at tað fyri tað mesta var orku
venjing.
- Tað hevur heilt vist givið
úrslit teir fyrstu dystirnar í
kappingini, og vit hava eisini
nógvar leikarar, sum leggja
nógv í styrkivenjing. Tað sæst
aftur, og tað njóta vit væl av í
løtuni, sigur StÍF-ímyndin.
Leikluturin passar fínt
Seinastu
dystirnar
hevur
stórskjúttin
havt
leiklutin
sum spælskipari, meðan Pæt
ur
Johansen
hevur
verið
burturstaddur.
Samstundis
berir Sveinur stóra ábyrgd í
verjuni og ikki minst í skjót
álopunum, har hann oftast
hevur ábyrgdina av at senda
bóltarnar til teir, sum eru
fyrstir fram.
- Tað passar mær fínt. Og eg
sleppi undan at rennan allan
vegin fram hvørja ferð kanska
– Tað er gott tá ið tú ert 36 ár,
flennir Sveinur.
Sveinur vil spæla finalur
Spurdur um tað er trupult
at fylgja við hesum 19-20 ára
gomlu, tá ið teir fara spelandi í
skjótálop eftir skjótálop, svarar
Sveinur uttan at blunka.
- Tað er einki problem, sigur
hann, og greiðir frá sínum
vónum um heiðursmerki.
- Sum tað sær út nú, so
skulu vit í øllum førum røkka
topp-4, og eg haldi als ikki tað
er ómøguligt at koma í onkra
finalu.
Alt
kann
sjálvandi
henda, men vit skulu í øllum
førum vera uppi ímóti final
unum, sigur Sveinur Justinus
sen, ið komandi
s u n n u d a g i n
skal
royna
at
basa
oddaliðnum,
H71,
sum
kemur á vitjan á Skála.
HONDBÓLTUR
H71 sló eitt stórt hol millum seg og hini
í Okkaradeildini, tá ið H71-verjan basti
bæði VÍF og KÍF í vikuni. Longu týsdagin
dystast Neistin og VÍF um næstu plássini
í deildini, meðan H71 bjóðar skjótu StÍF-
leikararnar av á Skála. Vit hava hitt StÍF-
ímyndina, Svein Justinussen til eitt prát
KUNNU STRANDINGAR
KUNNU STRANDINGAR
STEÐGA H71 Á SKÁLA?
STEÐGA H71 Á SKÁLA?