Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tann sum situr høgru megin skal ansa eftir bonkinum og bonkinum á síni síðu, og at halda skil á tíðini við stopp- urið, sum skal samsvara við klokku­na í hølluni. Aftanfyri tey situr so tann, ið verður róptur ”official”. Hes­in persónurin hevur evstu ábyrgd, og skal taka støðu um ser­lig ivamál stinga seg upp. Margrið heldur skil á tíð og málum Margrið er antin skrivari ella tíð­takari til dystirnar í HM. Til fyrsta dystin, sum før­ oy­ingurin skal eygleiða í Japan, er Margrið skrivari, og skal tryggja, at leikaralistin er rættur, um venjari, høvuðs­ venjari, liðleiðari og so fram­ vegis eru rætt skrásettir. Ein tíma áðrenn dystin skal umboð fyri liðið vátta fyri Margrið, og skriva undir at listin er rættur. Undir dystinum skal Mar­ grið syrgja fyri at tað er sam­ svar millum máltalvuna og tey málini, sum hon hevur skrivað. Og so sjálvandi hyggja eftir venjaranum. - Tað gera tey nógv burtur úr her, at venjararnir skulu skikka sær pent. Og so er tað at halda skil á at liðini eru til reiðar eftir 50 sekund av time-outum. Um liðið ikki er til reiðar, so fang­ar borið, og Margrið dømir ávar­ ing til bonkin. Tað snýr seg eisini nógv um, hjá eygleiðarunum, at syrgja fyri at tíðin verður hildin. - Skal dysturin byrja klokkan trý, so skal hann byrja júst klokk­an trý, sigur Margrið. Undir dystinum sita Margrið og hinir eygleiðararnir við út­ gerð at samskifta við dómar­ ar­nar og hvønn annan, har tey hjálpa hvørjum øðrum at síggja alt sum gongur fyri seg á og við vøllin. Eygleiðarar kunnu koma í brennidepilin Tá ið tættir dystir skulu av­ gerast sæst meira enn so, at leikarar ella venjarar gera mistøk í spenninginum. Tað kann henda, at leikarar ikki skifta rætt út. Tað vil siga at ein leikari kemur á vøllin áðrenn ein er farin út, ella at teir ikki skifta út í rætta økinum við miðlinjuna. Reglurnar eru púra greiðar á økinum, og í ringasta føri kunnu slík mistøk avgera dystir. - Eg havi skula floytað tá ið tað hevur verið skeiv útskifting, men ongantíð í eini púra dystaravgerandi støðu, sigur Margrið, ið tó ikki er bangin fyri at geva revsingar. Ógvusligur atburður ikki góðtikin - Men til dømis í summar við U21-HM í summar var ein venjari sum fór fullkomliga yvir gevind. Hann gavst ikki, og hann fór ígjøgnum alla mylluna. Vit góvu fyrst gult kort, so útvísing og so reytt kort. Blóðið verður heitt viðhvørt, tekur Margrið til. Einstakar viðmerkingar og knarr fara eru í lagið, men venjararnir mugu duga sær hógv, og ógvusligur atburður verður als ikki góðtikin. - Teir skulu hugsa um leikararnar og ikki dómararnar, endar Margrið Weihe við einum brosi, áðrenn hon skal hvíla seg til fyrsta dagin í HM-endaspælinum. Tá situr skal hon halda skil á tveimum dystum. Týskland og Brasil, har Týskland vinnur og so dysturin millum Frakland og Suðurkorea, har fronsku stjørnurnar púra óvæntað tapa ímóti einum spennandi liðið úr Suðurkorea. sjurdur@sosialurin.fo Eftir tveir teir fyrstu dagar­ nar eru niðurstøðurnar greið­ar. Ráðandi Evropa­ meist­ar­ar­nir, Heims­meist­ ar­ar­nir og stórfavorittarnir úr Fraklandi hava verið fyri tveimum stórum vónbrotum við tapi ímóti Suðurkorea og javn­leiki ímóti Brasil. Tað verður trupult hjá Frak­landi at røkka úr inn­ leiðandi bólkaspælinum nú, tí einki bendir á, at Frak­land skal reisa seg ímóti Týsk­ landi, sum hevur víst framúr spæl – serliga ímóti Brasil. Tað er tætt í bólki B, og Frakland hevur enn møguleikan at koma víðari. Tað fer at krevja sigrar á bæði Danmark og so Týsk­ landi – og tað er lítið sannlíkt um fyrstu tveir dystirnir eru eftirfarandi. Suðurkorea hevur víst sera spennandi hond­bólts­ spæl. Høgri bakkurin, Eun Hee Ryu, var besti leikari av øll­um fyrstu tveir dagarnar, tá ið hon var púra avgerandi í sigrinum ímóti Fraklandi og javnleikinum ímóti Dan­ mark. Góðu avrikini hava gjørt, at Suðurkorea skal tak­ast í álvara í kappingini. Í bólki C hevur Spania eisini víst seg sum avbjóðara til heiðursmerki við greiðum sigrum á Rumenia og Ungarn. Norra og Russland eru framvegis bestu boðini upp á HM-vinnarar og skulu prógva sín favorittleiklut mána­dagin eftir at hetta blað verður prentað. Týskland, Spania og Suðurkorea bjóða av – Frakland skuffar HONDBÓLTUR Yu Sojeong skorar ímóti heimsins besta málverja, Amandine Leynaud, meðan Meline Nocandy undrast á hvussu tað ber til Margrið Weihe hevur royndir úr Champions League, har hon heilsar upp á hesar dómarar