Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Ítrottarsosialurin fær orðið á Margrið Weihe seint fríggja­ kvøldið, áðrenn HM byrjar leygardagin. Tað er í roynd og veru stutt eftir døgurða hjá okkum í Før­oyum, men hjá Margrið gongur klokkan ímóti midnátt í Kumamoto í Japan, har klokkan er níggju tímar frammanfyri okkum. - Tað skulu vit líka venja okkum við. Tað var drúgt at ferðast, sigur Margrið, sum tá hevur verið í Kumamoto í tvey sam­døgur. Ferðin byrjaði úr Føroyum týs­morgunin við fyrsta flog­ fari klokkan átta til Keyp­ mannahavnar. So til Frankfurt, so til Tokyo, og hagani til Kumamoto, har ferðin endaði mikukvøldið klokkan níggju. Síðani hava tað verið drúgvar fyrireikingar, og hóast drúgvu ferðina er Margrið spent og til reiðar til leygardagin. Tað er at vóna at alt riggar - Tað er bara eitt at gera, tað er at vera til reiðar tá dyst­ur­ in byrjar, sigur føroyski eyg­ leiðarin. Fyrsti dysturin er altíð tann tor­førasti. Man skal líkasum altíð koma ígongd, sigur Mar­ grið Weihe. - Eisini tí vit skulu brúka handan vælsignaða knøttin, sigur Margrið og sipar til, at tá í liðini taka time-out, skal trýstast á ein knøtt við endan av dómaraborðinum, held­ur enn at leggja eitt kort á borð­ ið, so sum vit kenna tað úr Før­ oyum. - So tað er at vóna at hann riggar, sigur Margrið, ið leggur afturat at tað onkuntíð hevur verið ein avbjóðing. Fyrstu ferð til HM Tað byrjaði mest sum av til­vild, at Margrið fór frá dómaraborðunum í Føroyum til tey í stóru høllunum úti í heimi. Hon tók skeiðir hjá evropeiska hondbóltssamgonguni, EHF, sum eisini var áhugað í at fáa fleiri konufólk upp í part, og Margrið hevur so verið eyg­ leiðari har síðani 2013. Síðani í fjør hevur hon so eisini verið eygleiðari hjá altjóða hond­ bóltssamgonguni, IHF, sum skipar fyri HM. Champions League eina ferð um mánaðin Hetta er fyrstu ferð at Margrið er við í HM, men hon hevur eina ørgrynnu av altjóða roynd­um frammanundan. So at siga eina ferð um mánaðin ferðast føroyingurin til altjóða dystir í til dømis Champions League, hon var við í EM-enda­ spælinum í Svøríki í 2016, eins og hon helt skil á U21-HM í Spania í summar. - Eg upplivi nógv, men tað er eisini strævið at vera so ofta avstað, sigur Margrið. - Til dømis nú, áðrenn eina sovorðna kapping eru nakrir dagar við drúgvari fyrireiking. Vit gjøgnumganga alla tað linjuna, sum er samtykt at galda fyri hesa kappingina; hvørjum vit loyva og hvørjum vit ikki loyva. Tað skulu øll vera greið um – bæði dómarar og vit sum sita við borðið, greiðir Margrið frá. Venjarar skulu skikka sær pent Fyri tey við dómaraborðini snýr tað seg ofta um hvussu venj­ar­arnir sleppa at skikka sær. Venjarar kunnu gerast sintir, og meira enn so sýna vánaligan atburð ímóti dómara og dómaraborði. Tá skulu øll verða greið um, at tað ber ikki til og at tað skal revsast. Men tað snýr seg heldur ikki bara um at revsa, greiðir før­ oyski eygleiðarin frá. - Venjararnir og vit skulu eisini tosa saman og hjálpa hvørjum øðrum, sigur Margrið, sum millum annað hevur til uppgávu at greiða venjarum frá ivamálum. Ymsar uppgávur - HM er eitt sindur øðrvísi enn EM og Champions League, greið­ir Margrið frá. Tað er sjálv­andi hondbóltur í báðum før­um, men arbeiðshátturin er eitt lítið sindur øðrvísi, sigur føroyski eygleiðarin, sum er ein av átta fólkum, sum syrgja fyri at alt fer rætt fram í dystinum. Tey eru teir báðir dómar­arnir og so tíðtakari og skrivari. Og so eru tað teir fýra eyg­leiðar­ ar­nir. - Her eru tvey fólk við hvør sín enda á borðinum, beint aftanfyri tey situr enn eitt fólk og aftanfyri hetta situr enn eitt fólk, sum bara hevur til upp­ gávu at hyggja eftir dómara­ num, greiðir Margrið frá. Øll hava ávísar uppgávur. Per­són­urin á vinstru síðuni hevur skil á dómaraseðlinum, at leikaralistarnir eru rættir og at skriva málini, sum verða skotin í dystinum, niður. Har­ afturat skal persónurin halda skil á bonkinum, sum er á tí síðuni. Tað er serliga at syrgja fyri, at liðini skifta rætt út og halda skil á venjaranum, og at alt gongur róliga fyri seg. HM í hondbólti: HM í Japan byrjar leygardagin við púra óvæntaðum úrsliti, tá ið Suðurkorea vinnur greiðan sigur á ráðandi Heimsmeistarunum úr Fraklandi. Við dómaraborðið til hendan dystin situr føroyska Margrið Weihe og tryggjar sær at alt fer rætt fram millum heimsstjørnurnar MARGRIÐ HELDUR SKIL MARGRIÐ HELDUR SKIL Á HEIMSSTJØRNUNUM Á HEIMSSTJØRNUNUM HONDBÓLTUR Margrið Weihe saman við einum av hinum eygleiðarunum áðrenn HM byrjar leygardagin