Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelagi er fyrsti føroyameistarin í kvik­talvi, eisini kent sum rapid chess. Hann vann umdyst á stór­ meistaranum Helga Dam Ziska í Løkshøll í Runavík. Eftir níggju umfør høvdu teir báðir átta stig, og reglurnar siga, at tá skal umdystur telv­ ast ímillum hesar báðar. Og tað var í hesum dystinum, at Høgni tryggjaði sær føroya­ meistaraheitið. Í snartelving, á enskum kent sum blitz, lat Helgi Dam Ziska tó ongan slingur vera í valsi­ num, og hann vann sítt fjúrt­ anda FM-heitið í hesum slag­ num av talvi. 1980 Bjarki Ziska, HT 1981 Súni Ziska, HT 1982 Bjarki Ziska, HT 1983 Andrias Ziska, HT 1984 Jens Chr. Hansen, TT 1985 Bogi Ziska, STF 1986 Torkil Nielsen, ST 1987 Leif Kristensen, GT 1988 Heini Olsen, KTF 1989 Heini Olsen, KTF 1990 Steintór Rasmussen, KTF 1991 Heini Olsen, KTF 1992 Heini Olsen, KTF 1993 Heini Danielsen, HT 1994 Ólavur Simonsen, KTF 1995 Martin Brekká, TFS 1996 Torbjørn Thomsen, KT 1997 Carl Eli N. Samuelsen, VT 1998 John Rødgaard, VT 1999 Eyðun Nolsøe, KTF 2000 Finnbjørn Vang, KTF 2001 John Rødgaard, VT 2002 John Rødgaard, VT 2003 John Rødgaard, VT 2004 Helgi Dam Ziska, HT 2005 Helgi Dam Ziska, HT 2006 Helgi Dam Ziska, HT 2007 Helgi Dam Ziska, HT 2008 Helgi Dam Ziska, HT 2009 Helgi Dam Ziska, HT 2010 Helgi Dam Ziska, HT 2011 Helgi Dam Ziska, HT 2012 John Rødgaard, VT 2013 Helgi Dam Ziska, HT 2014 Helgi Dam Ziska, HT 2015 Helgi Dam Ziska, HT 2016 Helgi Dam Ziska, HT 2017 Helgi Dam Ziska, HT 2018 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST 2019 Helgi Dam Ziska, HT Høgni er kvikmeistari: FM-vinnarar í snartalvi 1980-2019 Pætur Albinus NM-GULL Norðurlendsk meistarastevna í svimjing á stuttgeil hevur verið í Tórshavn um viku­ skiftið, og her svumu Signhild Joensen úr Ægir og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelagi seg til stór úrslit. Signhild vann gull í 100 metra ryggsvimjing og er nú norðurlendskur meistari á hesum teininum. Tíðin hjá henni var 1:01.21. Julia Stenhård úr Svøríki vann silvur við tíðini 1:03.20 og Kertu Kaare úr Estlandi vann bronsu við ítðini 1:03.34. Vár bleiv norðurlendskur meistari í 800 frí sunnukvøldið og setti eitt stórt nýtt føroyskt met við tíðini 8:40.78. Gamla metið, sum hon átti sjálv, var 8:46.64. FØROYSK MET Nøkur nýggja føroysk met vórðu eisini sett á NM- kapp­ingini í Tórshavn. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelagi setti rimmar met á 400 metra frísvimjing við tíðini 4:14.59, har hon sjálv átti metið frammanundan við tíðini 4:17.18. Hetta skrivar svimjing. com. Róland Toftum úr SuSvim setti nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, har hann eisini sjálvur átti metið frammanundan. Nýggja metið er 28.37 og er 0.01 betri enn nú falna metið. Landsliðsstafettin í 4 x 200 metra frí hjá kvinnum setti eisini nýtt føroyskt met. Tær fýra, Vár E. Eidesgaard úr HS, Signhild Joensen úr Ægir, Barbara Debes úr Ægir og Alisa Vestergård úr SuSvim svumu tíðina 8:26.81, sum nú er nýtt met. Metið áðrenn var 8:29.72. SIGNHILD OG VÁR SIGNHILD OG VÁR ERU ERU NORÐUR­LENDSKIR MEISTARAR NORÐUR­LENDSKIR MEISTARAR Signhild Joensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard hava vunnið NM-gull, og aðrir føroyskir svimjarar hava eisini sett nýggj føroysk met Koppaði Helga Dam Ziska Talv: Høgni Egilstoft Nielsen er fyrsti føroyameistari í kviktalvi, har hann í umdysti koppaði stórmeistaranum Helga Dam Ziska Vár Erlingsdóttir Eidesgaard