Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gudstænastur sunnudagin 8. desember Vesturkirkjan kl. 11.00: Sverri Steinhólm. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Argja kirkja kl. 11.00: Bergur Debes Joensen. Altargongd. Sunnudagsskúli er undir gudstænastuni. Kirkjukaffi er eftir gudstænastuna. Hests kirkja kl. 11.00: Derhard Jógvansson. Altargongd. Vestmanna kl. 11: Thorben Johannesen Kollafirði kl. 11: Lestur Kvívík kl. 12: Maria Summers við Skipá Tvøroyrar kirkja kl. 16: Vit syngja jólini inn. Fámjins kirkja kl 11 Jónsvein Bech. Bønhúsið í Ørðavik kl. 12 Jónsvein Bech. Glyvra kirkja kl. 11, familjuguðstænasta, Meinhard Bjartalíð. Børnini syngja framman fyri jólakrubbuni. Eftir guðst. verður hugnaløta. Pensionistafelagið í Havn Mikukvøldið 4. december kl. 19,00 verður hugnaløta við kaffe og rísalamande. Mikukvøldið 11. december kl. 18,00 verður jólaborhaldið fyri tey sum hava tekna seg. NB! Seinasta freist at gjalda fyri borðhaldið. er 4. december. SYNGJA JÓLINI INN Í HÚSA KIRKJU 4 des kl. 20.00 Syngja jólini inn í Húsa kirkju v/ Marjun Lómaklett. Klaksvíkar Tónlistaskúli luttekur. Øll hjartaliga vælkomin! SYNGJA JÓLINI INN Í KUNOYAR KIRKJU 5 des kl. 18.30 Syngja jólini inn í Kunoyar kirkju v/ Marjun Lómaklett. Tað verður Luciagongd og Jóannes í Brekkuni syngur. Øll hjartaliga vælkomin! JÓLAHUGNALØTA Í KIRKJUKJALLARANUM 6 des kl 15.00 Jólahugnaløta verður í Kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Kirkjuráðið skipar fyri. Barnaskúlakórið luttekur. Jonna F. Mortensen hugleiðir um børn og jól. Øll hjartaliga vælkomin! SYNGJA JÓLINI INN Í MIKLADALS KIRKJU 10 des kl 20.00 Syngja jólini inn í Mikladals kirkju v/ Marjun Lómaklett. Kórið í Christianskirkjuni luttekur. Øll hjartaliga vælkomin! Soli Deo Gloria Skráin vika 49 Hósdagin kl. 19.30 bøn Hósdagin kl. 20.00 ørðvísi ungdómsmøti Sunnudagin kl. 17.00 Sunnudagin kl. 18.00 møti við Albin og Paulu Johannesen SETHÚSAOGN Í SKOPUN TIL SØLU Vegna deyðsbúgv verður sethúsaognin matr. nr. 581 Sandur-Skopun, Skeravegur 9, 240 Skopun við hesum lýst til sølu. Húsaskoðan fæst við at venda sær til okkara. Áhugaði kunnu venda sær til: ADVOKATVIRKIÐ Skansavegur 1, 100 Tórshavn Tlf. 31 21 71 – teldupostur: sigrid@advokatvirkid.fo - heimasíða www.advokatvirkid.fo TROTABÚGV Í trotabúnum ÍVF GENIUS, Klokkaragøta 21, 100 Tórshavn, skrás. nr. 6635, sks. nr. 3-95/2019, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Bjørn á Heygum, Heygum og Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn, Færøerne, j.nr. 919103, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 7. november 2019. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 24. januar 2020, kl. 10.15, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. Á fundinum kann búgvið verða endað sambært § 143, stk. 1, í konkurslógini. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 2. DECEMBER 2019 Leys størv á Landssjúkrahúsinum Sjúkrarøktarfrøðingar til Bráðdeildina G1 Umsóknarfreist 9. desember 2019 Starvsfólk til Matarhøllina Umsóknarfreist 13. desember 2019 Les meira og sí fleiri størv á www.ls.fo PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Niels Persson, Áargeil 4, 100 Tórshavn, føddur tann 07.06.1938, deyður tann 02.03.2005, og eftirsitandi hjúnarfelaga Marin Kristine T. E. Persson, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu sendast til advokat Fríðu Patusson, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 404/2017, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 22. november 2019. TILTØK FØROYSKUR Á 224 síðum taka vit saman um fótbóltsárið 2019. Í bókini kanst tú lesa alt um Betri-deildina hjá monnum, vit meta um avrikini hjá øllum liðunum og kjósa profilar og stjørnuskot á liðunum. Vit umrøða eisini Betri-deildina hjá kvinnum og greina avrikið hjá meistaraliðnum. Í bókini kanst tú eisini lesa um øll landsliðini hjá FSF, um europeisku dystirnar hjá feløgunum, um útisetar, um steypakappingarnar hjá monnum og kvinnum, og vit hava myndir av øllum føroyameistarum og steypavinnarum. Fæst til keyps kring landið!