mánadagur 2. desember 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139
Durita í starv
í Vestmanna
Vilmund Jacobsen
Í dag, mánadagin 2. des
ember, kom nýtt frysti
línuskip í føroyska fiski
skipaflotan.
Hetta
er
línuskipið
Atlantic
úr
Ålesund í Noregi, sum P/F
Eysturoy á Toftum hevur
keypt.
- Atlantic, sum er eitt
vælútgjørt frystilínuskip,
er bygdur í 1998. Skipið er
slakar 45 metrar langt,
10,5 metrar breitt og last
ar 320 tons.
Á heimasíðuni hjá Nes
kommunu vita tey at
siga, at høvuðsmotorur
og ljósmotorar eru Cater
pillar, og teir vórðu settir
í skipið í mai í 2018.
Frystiútgerðin er eisini
lutfalsliga nýggj og er frá
2012.
Skipið,
sum
kemur
í flotan fyri Sigmund,
kann frysta umleið 24
tons um samdøgrið, og
skipið kann bæði frysta
heilan fisk og skera fiskin
til flak.
16 mans verða við
nýggja
frystilínuskipi
num hjá P/F Eysturoy.
Á heimasíðuni hjá Nes
kommunu vita tey eisi
ni at siga, at síðsta túr
in, sum Atlantic var til
fiskiskap undir norskum
flaggi,
royndu
teir
í
russiskum sjógvi.
- Teir landaðu 320 tons
av frystum fiski hósdag
in í Ålesund. Tá liðugt
var at landa, varð ymiskt
viðlíkahald
gjørt
um
borð, og leygardagin setti
skipið so kós móti Før
oyum.
Ætlandi kom Atlantic
á Toftir í dag klokkan
13, og tá skuldi móttøka
verða fyri nýggja frysti
línuskipinum.
Stóra Dímun: Seinastu tvær vikurnar
hava starvsnæmingar úr skúlanum við
Løkin í Runavík verið á Dímunargarði.
- Nomi og Kristian hava verið við í
øllum tí dagliga arbeiðnum á
garðinum. Sera raskir og fittir
næmingar, siga tey á Dímunargarði.
16 mans fáa kjans við nýggja frystilínuskipinum,
sum P/F Eysturoy á Toftum hevur keypt úr Noregi
Atlantic í flotan
fyri Sigmund
Vilmund Jacobsen
Durita Fagradal August
inussen er sett í starvið
sum mentanar-og ung
dómsleiðari í Vestmanna.
Hon er 28 ára gomul og
býr í Havn.
Nýggi
mentanar-
og
ungdómsleiðarin
í
Vestmanna hevur lokið
prógv í B.A. í smátjóðum
og
altjóðagerðum
frá
Fróðskaparsetri Føroya
og
tekur
nú
MSc.
í
verkætlanarleiðslu
á
Arden University.
Í
Vestmanna
kom
munu vísa tey á, at
starvsroyndirnar
hjá
Duritu Fagradal August
inussen í stóran mun eru
samskipan og verkætlan
ararbeiði,
og
seinasta
árið hevur hon verið í
verkætlanarstarvi
hjá
Tórshavnar Býarsavni.
Í frítíðini hevur Durita
Fagradal
Augustinus
sen royndir sum ung
dómsvenjari hjá Havnar
Róðrarfelag og Neista
num.
Í Vestmanna hava tey nú
fingið nýggjan mentanar-
og ungdómsleiðara
Sjálvt í desember
ber væl til at
njóta bergtakandi
vøkstur og lokkandi
fuglalív. Slíkar løtur
í haganum eru ikki
ringar…, skrivar Bjørn
Patursson úr Koltri
Soleiðis
gongur
at fiska
Vilmund Jacobsen
Í dag koma fýra
ísfiskalínuskip inn
at landa. Eitt kemur
undan Íslandi, eitt av
Íslandsrygginum, og
tvey koma av føroyska
landgrunninum.
Ísfiskalínuskipini
hava mest av toski,
hýsu, svartkalva og
so nakað av brosmu,
longu og blálongu.
Eitt ísfiskalínuskip
er nýliga byrjað túr
á Íslandsrygginum.
Restin av línuskipunum
liggja við bryggju,
men fleiri fara helst
avstað í næstum.
Streymurin verður
góður teir næstu
dagarnar, men veðrið
verður fyri tað mesta
ólagaligt í vikuni.
Tí er eisini ivasamt,
hvussu henda vikan fer
at roynast til útróður.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at
flestu partrolarapør eru
til fiskiskap. Øll fiska
upsa, og fiskiskapurin
er brúkiligur. Skipini
koma inn at landa, sum
henda vikan gongur.
Ein djúpvatnstrolari
fiskar kongafisk, og
ein fiskar stinglaks og
blálongu. Væntandi
landar annar síðst
í hesi vikuni og hin
fyrst í næstu viku.
Fríggjadagin vóru sjey
trolbátar til fiskiskap
eftir havtasku,
men bátarnir hava
smáligan fiskiskap.
Trolbátarnir koma
helst inn at landa fyrst
ella miðskeiðis í hesi
vikuni. Hugsandi er,
at fleiri koma inn fyri
veður longu í dag.
Trolbátarnir hava
eisini fingið nakað
av toski og longu.
Á Fiskamarknaði
Føroya vita tey eisini at
siga, at trý garnaskip
fiska svartkalva,
men fiskiskapurin
er smáligur.
- Øll garnaskipini koma
inn at landa síðst í hesi
viku, verður lagt aftrat.
Atlantic er slakar 45 metrar langur, 10,5 metrar breiður og lastar 320 tons
Durita Fagradal Augustinussen er 28 ára gomul og býr í Havn