Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hagstovan kunngjørdi fríggjadagin, at arbeiðs­ loysið nú er 0,9 pro­sent, sum er lægsta arbeiðs­ loys­ið nakrantíð í Før­ oyum. - Hetta merkir, vísa tey í Føroya Arbeiðs­gevara­ felag á, at føroyskar fyri­ tøkur innan so at siga allar vinnugreinar hava ser­stakliga torført við at fáa arbeiðsmegi. Tey siga, at tað hastar við at fáa framt ásetingar í samgonguskjalinum um betri atgongd til tíðar­ av­markaða út­lendska arbeiðs­megi. - Landsstýrið sigur í sam­gonguskjalinum, at tað skal verða lættari og skjótari at fáa fatur á tíðaravmarkaðari út­ lendsk­ari arbeiðsmegi. Føroya Ar­beiðs­gevara­ felag tekur undir við hesum og heitir tískil á politisku skipanina um at raðfesta betri at­gongd til arbeiðsmegi, tí fyri­ tøk­ur hava ein bráð­tørv her og nú. - Arbeiðsloysið á 0,9 prosent merkir í veruleikanum, at einki arbeiðsloysi er í Før­ oy­um. Fyri vinnuna er hetta ikki ein haldfør støða, tí føroyskar fyri­ tøk­ur fáa ikki fólk til dag­ligu uppgávurnar. Lága arbeiðsloysið hevur eisini negativa ávirkan á føroyska kappingarførið, tí uppgávurnar skulu loys­ast innan rímiliga tíð og til ein sámiligan prís. Í Føroya Arbeiðs­ gevara­felag vísa tey í dag á, at avmarkaða at­ gongd­in til arbeiðsmegi kann merkja lægri bú­ skapar­vøkstur og minni væl­ferð í Føroyum. - Hetta førir eisini til lønartrýst og prís­vøkst­ ur. Tí er talan um ein sam­felags­trupuleika, sum neyðugur er at loysa ongantíð ov skjótt, siga tey í Føroya Arbeiðs­ gevara­felag í dag. Meira kann lesast um hetta á www.industry.fo ­ - Politiska skipanin má tryggja nøktandi arbeiðsmegi í Føroyum, siga tey í Føroya Arbeiðsgevarafelag Klæmint skúlavørður: Nú skúlavørðurin í Runavíkar kommunuskúla, Páll Rasmussen, gevst vegna aldur, kemur Klæmint Andrasson Olsen at avloysa hann í starvinum, og Klæmint byrjar sum skúlavørður hin 1. januar 2020. Vilmund Jacobsen Upprunaliga var ætlan­ in hjá Fuglafjarðar kom­munu at útstykkja 12 van­lig grundstykki, men hendan ætlan varð seinni broytt til at fevna um níggju vanlig grund­ stykkir og trý dupult grundstykki. - Vanligu grund­ stykk­ini eru umleið 500 fermerar stór, og dupultu grundstykkini eru 300 fermetrar til vídd­ar. Grundstykkini eru grovplaneraði, írokn­að tekniskar leið­ ing­ar, siga tey í Fugla­ fjarðar kommunu. Lagt verður aftrat, at kostnaðurin fyri van­ligu grundstykkini er 300.000 krónur – og 150.000 krónur fyri tey dupultu. Høgaberg kom ætlandi á Fuglafjørð fyrrapartin í dag. Teir landa veiðina til Pelagos. Myndina eigur skiparin, Høgni Hansen. So kann byggjast á Bøvegi í Fuglafirði Hon fekk 12.500 krónur ­ Vilmund Jacobsen Tað var Cheyenne Josephsen, sum býr í Klaksvík, ið fekk fulla plátu og slapp ígjøgnum í Gekka- spælinum fríggjakvøldið. Høvuðsvinningurin var á 1,65 miljónir krónur, og hon valdi at koyra alla upphæddina í reyða leypin. Í fyrsta drátti steðgaði gekka-hjólið á bláa leypinum, har kvinnan hevði møguleika at fáa teir vinningar, sum har vóru. Men hon ynskti at fara víðari í spælinum og royna eydnuna einaferð aftrat. Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið henni ein vinning á 30.000 krónur. Hesaferð var hon bert tvey rúm frá reyða leypinum, har hon hevði lagt stóra vinningin. Men, Cheyenne Josephsen valdi at royna triðju og seinastu ferð, og hesaferð steðgaði gekka-hjólið á 12.500 krónum, sum gjørdist hennara vinningur fríggjakvøldið. Viðhefta mynd er av Facebook-síðuni hjá Cheyenne Josephsen. Føroyskar fyritøkur hava bráðtørv á arbeiðsmegi Útstykkingin á Bøvegi í Fuglafirði er nú liðug og avhendað