mánadagur 2. desember 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
er soleiðis, at kirkjuráðið
skal sjálvt fáa til vega ein
triðingi av upphæddini. Vit
skulu eiga hesa upphæddina,
áðrenn vit fara í gongd. Vit
mangla sum nú er umleið
tríggjar milliónir. Prósta
dømisráðið skal rinda ein
triðing, meðan Mentamála
ráðið væntandi rindar síðsta
triðingin, sigur Hans Jacob
Lamhauge.
Einstaklingar og
fyritøkur stuðla
Kirkjuráðið hevur í nógv ár
savnað pening inn til nýggju
kirkjuna. Fyrst og fremst
gjøgnum kirkjuskattin. Tað
eru eisini einstaklingar, ið
lata upphæddir hvønn mán
að, og fyritøkur stuðla eisini.
– Tað er drúgt at savna
pengar inn og at byggja
kirkju. Tað hava aðrar kirkjur
eisini upplivað. Bispur segði
á fundinum, at við Hoyvíkar
kirkju tók tað umleið 24 ár.
Vit vóna tó at koma í gongd
komandi ár. Væntandi ganga
tað minst tvey ár frá tí vit
seta spakan í, til kirkjan
kann takast í nýtslu, sigur
Hans Jacob Lamhauge.
Tað er langt ímillum, at
nýggjar kirkjur verða bygdar.
Hoyvíkar kirkja er nýggjasta
kirkja í landinum. Hon varð
vígd og tikin í nýtslu í 2007.
Aðrar nýggjar kirkjur eru
Fríðrikskirkjan á Toftum og
kirkjan við Gøtugjógv.
Annars hava fleiri kirkjur
seinnu árini bygt kirkjuhús
uppí ella við síðuna av kirkj
uni.
Taka væntandi
gomlu kirkju niður
Nýggja kirkjan á Glyvrum
fer at standa beint innan
fyri verandi kirkju oman
fyri kirkjuøgarðin. Sami om
ankoyringarvegur
verður
nýttur.
Gamla kirkjan á Glyvrum
er frá 1927. Bygt varð upp í
kirkjuna í 1981.
– Enn er ikki endaliga av
gjørt, hvat verður gjørt við
verandi kirkju, men vit síggja
onga orsøk at hava tvær
kirkjur standandi við síðuna
av hvørja aðrari. Hon verður
tí væntandi tikin niður, sigur
kirkjuráðsformaðurin.
Her á síðuni eru tekningar
frá SNA av nýggju kirkjuni á
Glyvrum.
mandi ár