mánadagur 2. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Tað er drúgt við
kirkjubygging.
Vit eru tó komin
væl ávegis, og
nú skal stak
projekterast.
Vit vóna at seta
spakan í til bygg
ingina av nýggju
kirkjuni á Glyvr
um komandi ár,
sigur Hans Jacob
Lamhauge, for
maður í kirkju
ráðnum
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Í síðstu viku var kunning
arfundur í Løkshøll í Run
avík, har Selmar Nielsen
Arkitektar (SNA) løgdu fram
nýggjastu tekningarnar av
nýggju kirkjuni á Glyvrum.
Umleið 150 fólk vóru við
til kunningarfundin.
– Tað var góð uppmøting,
og eg haldi, at fólkið tekur
væl undir við ætlanunum,
sigur kirkjuráðsformaðurin.
Gunnar Fossdal Guttesen
frá SNA greiddi frá tekningu
num, Hans Jacob Lamhauge,
kirkjuráðsformaður,
og
Meinhard Bjartalíð, prestur,
greiddu frá um ætlanirnar,
Jógvan Fríðriksson, bispur,
segði nakað um gongdina
viðvíkjandi
kirkjubygging,
og Hilmar Sam Lamhauge
greiddi frá um tað fíggjarliga.
Triði kunningarfundur
Arbeiðið at byggja nýggja
kirkju tekur drúgva tíð.
Kirkjuráðið
skipaði
fyri
arkitektakapping í 2007. 15
uppskot komu inn, og dóms
nevndin valdi uppskotið hjá
Árna Winther. Arbeitt hev
ur so verið víðari við hesum
uppskotinum, og nú er tað
SNA, ið tekur sær av upp
gávuni.
– Hetta var triði kunning
arfundur, vit hava havt. Tað
eru nógv, ið spyrja, nær vit
fara í gongd. Nú valdu vit at
hava ein kunningarfund aft
ur, so at fólk eru betur kunn
að um ætlanirnar, sigur Hans
Jacob Lamhauge.
Onkrar
smærri
broyt
ingar eru gjørdar í tekning
unum, og hetta varð so lagt
fram á kunningarfundinum.
Millum annað eru smærri
broytingar við glasinum. Tað
vera grótflísar á útsíðuni.
Gott pláss frammi í
kór og í forkirkjuni
Nýggja kirkjan brýtur í skapi
frá teimum meira siðbundnu
kirkjunum í Føroyum.
– Talan er ikki um eina
siðbundna kirkju við torni
og skrátaki. Tað skulu fólk
venja seg við. Vit hava lagt
dent á, at tað skal vera
rúmligt frammi í kór, so at
møguleiki er fyri kórum
og tónleiki. Vit hava eisini
ynskt, at tað skal vera gott
pláss í forkirkjuni. Vit vóru
runt og hugdu eftir teimum
nýggjaru kirkjunum í Føroy
um, og tá sóu vit, at í flestu
kirkjum er sera lítið pláss í
forkirkjuni, og hetta saknaðu
kirkjuráðini kring landið. Tí
ynsktu vit at fáa gott pláss í
forkirkjuni, so at møguleiki
er hjá fólki at steðga á og
práta, umframt at hava
smærri tiltøk í forkirkjuni,
sigur kirkjuráðsformaðurin.
Pláss fyri 700 fólkum
Kirkjan er teknað sum eitt
skal innan. Tí eru rundingar
at síggja. Aftarlaga í kirkju
skipinum er smalri, meðan
tað er breiðkast longur fram
ein kemur.
– Tað er formað sum skapi
á einum saltfiski. Vit vita, at
ofta kann vera trupult at fáa
fólk at seta seg frammarlaga.
Hetta var eitt hugskot fyri at
fáa kirkjufólkið longur fram,
sigur Hans Jacob Lamhauge.
Tað er tvær hæddir av
svalum í kirkjuni. Á tann
hátt minnir hon um Christi
anskirkjuna í Klaksvík.
– Tað verður pláss fyri
700 fólkum í kirkjuni, og so
kunnu vit eisini seta eyka
stólar upp, um tørvur er á tí,
sigur hann.
Stórur
kirkjukjallari
verður eisini, har tað verður
køkur, og har møguleiki er
at hava ervi, konfirmantar,
sunnudagsskúla, máltíðir og
annað.
Kostar 90 milliónir
Væntað verður, at kirkjan fer
at kosta umleið 90 milliónir
krónur.
– 90 milliónir eru nógvir
pengar, men vit fáa eisini
nógv við kirkjuni. Skipanin
Vóna at seta spakan í kom
Pláss verður fyri 700
fólkum í nýggju kirkjuni
Soleiðis sær kirkjan út frá Glyvravegi