Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Vikan ið fór Oddbjørn Joensen verður settur í starv sum høvuðsvenjari hjá FC Hoyvík. Ársins leikari í føroyskum kvinnufótbólti, Heidi Sevdal, skiftir úr HB til NSÍ. Unai Emery fær sekkin eftir hálvtannað ár sum venjari í Arsenal. Høgni Egilstoft Nielsen verður fyrsti føroyameistari í kviktalvi eftir sigur á Helga Dam Ziska. Jóan Símun Edmundsson er við í 3-1-sigri hjá Arminia Bielefeld, sum lyftir seg upp sum einsamalt oddalið í 2. Bundesliguni. Signhild Joensen og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard gerast norðurlendskir meistarar á meistarastevnu í svimjing á stuttgeil í Tórshavn. H71 vinnur á KÍF og økir í Okkaradeildini, har KÍF hinvegin dragnar burtur frá hálvfinalunum. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Heðin Skov Føddur: 36 Yrki: e-fótbóltur Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Jákup Martin Joensen 2. Baseball 3. 8 4. Tennis 5. 1979 6. Tvær 7. Flogbólti 8. Marita Mortensen 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvussu æt høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi kappingarárið 2019? 2 Frá hvørjum ítrótti kenna vit amerikansku deildina MLB? 3 Hvat nummar hevði Fredrik Ljungberg á leikblusuni, tá ið hann spældi við Arsenal? 4 Frá hvørjum ítrótti kenna vit Björn Borg? 5 Hvat ár varð Fótbóltssamband Føroya sett á stovn? 6 Hvussu nógvar servur eigur hvør leikari í senn í borðtennis? 7 Lars Engell er føroyskur landsliðsvenjari í hvørjum ítrótti? 8 Hvussu eitur hondbóltsspælarin á myndini? Hey Heðin! Tillukku við FM í e-fótbólti! Hvat gekk serliga væl hjá tær í kappingini? - Hey, og takk fyri tað. Eg haldi eg kláraði væl at halda nervunum niðri og ikki lata mótgongdina ávirka meg. Hvat fekk teg at melda teg til kappingina? - Eg hoyrdi um kappingina í ÚF, og sama kvøldið spurdi Virgar Trondesen (The Gambler) meg, um vit ikki skuldu melda okkum. Eg var ikki heilt heitur at byrja við, men hugsaði at eg nokk hevði angrað tað um eg ikki meldaði meg til. Hvussu nógvar royndir hevur tú við PES? - Eg og tríggir vinmenn hava altíð spælt PES heldur enn FIFA. Vit hava eisini havt ein sið at hava páskakapping og jólakapping í PES. Harafturat hava vit eisini spælt av og á tá tað liggur fyri í vikuskiftum. Annars havi eg sjálvur mest spælt tað, sum eitur Master League, og ikki spælt nakað serligt online. Hvussu ætlar tú tær at fyrireika teg fram ímóti eEURO 2020? - Eg veit ikki heilt enn. Eg vænti at vit báðir, ið skulu umboða Føroyar koma at síggjast oftari at leggja taktikk og kjakast um spælistíl o.a. Eg vænti eisini vit fara at sita saman og spæla online móti nøkrum av teimum bestu í heiminum fyri at vita, hvar vit liggja og um okkara útgangsstøði er nóg gott. Hvørjar vónir hevur tú til eEURO 2020? - Ringt at siga. Havi sum sagt ikki havt tær stóru royndirnar viđ at spæla online, so kenni ikki støðið. Men eg vóni at alt, sum leiðir upp til kappingina at gera meg/okkum til betri spælarar og at vit hava ein kjans at sleppa víðari til London komandi summar. "Eg var ein góður bóltadrongur sum barn, og hesin drongurin í dag var ein góður bóltadrongur" - José Mourinho, Tottenham-venjari, um kontramálið hjá Harry Kane, sum ein bóltadrongur byrjaði "Tað fer heilt aftur til fleiri hundrað ár áðrenn Kristi føðing. Kynstrið at kríggjast. At leypa á veikleikar og líta á egnar styrkir." - Bill Belichick, venjari hjá New England Patriots, um sína filosofi sum venjari Nýggi Hollywood filmurin ”Le Mans 66” snýr seg um kappingina millum Ford og Ferrari í 60 unum. Ferrari dominerar eitt nú kapp­ koyringina Le Mans, har eitt lið av tveimum bilførarum skulu koyra í 24 tímar á eini koyri­breyt. Fyrstur á mál vinnur. Matt Damon spælir Carroll Shelby, sum er ein fyrrverandi rasara bilførari, ið vann Le Mans í 1959, men sum orsaka av einum hjartatilburði má gevast. Hann blívur síðani ein bilsmiður og tað er her, at filmurin veruliga byrjar. Ford er í holt við at keypa Ferrari, men á málstrikuni verða teir snýttir av italsku landsmonnunum hjá Ferrari, Fiat. Henry Ford II verður eyð­mýktur, so nú skal gjaldast aftur. Carroll Shelby biður tann til tíðir løgna bilmekanikarin Ken Miles (Christian Bale) um hjálp. Her byrjar filmurin veruliga at blíva spennandi og stuttligur. Søgan er væl fortalt og við slíkum Hollywood stjørnum, so er einki yvirlatið til tilvildina. Um tú ikki kennir til søgu­ na um Le Mans 66 og stríðið millum Ford og Ferrari, so er einki at stúra fyri.. Tað ger heldur einki, um tú ikki veist so nógv um bilar, rasara­ koyring ella søguna. Tí hon hevur eitt fantastisk tvist til seinast í filminum, sum tænir filminum væl – serliga um tú ikki kennir endan á søguni. Upplivingin meðan tú hyggur er spennandi og ítróttar­ligi parturin fyllur væl í filminum. Sjálvt um tað eisini er pláss fyri drama og kærleika, so verður tann ítróttaráhugaði ikki snýttur fyri dramatikk. Serliga spentu støðurnar á rasarabananum eru væl frágreiddar. HYGG UM: Tær dámar bilar ella eina góða søgu á filmi. Okkurt er eitt sindur tilgjørt, men hetta er eisini ein Holly­wood filmur. IKKI HYGGJA UM: Tú vænt­ ar ein dokumentar, sum bara snýr seg um Le Mans. HVUSSU ER AT HYGGJA: Spennandi. Hetta er drama­ tikk­ur við eitt sindur av hvørj­ um. HVAT SIGUR TÚ: Tú kanst róliga fara til ”Le Mans 66”. Sjón­leikarnir eru í heims­ flokki og tað er fram­leiðslan eisi­ni. Og minst til tvistið til sein­ast! Ummæli: Filmurin ”Le Mans 66”