Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. desember 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. desember 2019 · Nr. 139 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tá tú lesur hetta er ein møguleiki fyri, at vinnarin av Ballon d’Or 2019 er kunngjørdur. Nógv bendir á, at tað verður Lionel Messi úr FC Barcelona og Argentina. Onkur heldur at Virgil van Dijk úr Liverpool og Hollandi eisini er eitt gott boð. Tað ferðast ein listi á sosialu miðlunum, sum skal eitast at vera ein likin myndin av samanteljingini hjá France Football, sum hevur Lionel Messi sum nummar eitt, Vrigil van Dijk nummar tvey og Cristiano Ronaldo nummar fýra. Tað stemmar væl við atkvøðurnar hjá ÍtróttarSosialinum til Ballon d’Or hesaferð. Eisini áhugavert, at allir tríggir hava skorað um vikuskiftið. Virgil van Dijk skoraði tvey ferðir móti Brighton í Premier League, Cristiano Ronaldo skoraði brotsspark í 2-2 javnleiki í Seriu A, meðan Lionel Messi avgjørdi toppdystin í Madrid móti Atletico við máli móti endanum. Tað kann altíð kjakast um einstaklingaheiðrar í fótbólti. Jurgen Klopp, venjari hjá Liverpool, helt eftir 2-1 sigur á Brighton fyri, at Virgil van Dijk kundi verða so góður hann vil, men um hann skal verja einsamallur so vinnur hann ongan dyst. Tað hevur hann eisini rætt í! Ballon d’Or og Ballon d’Or bólturin er fyrimyndin hjá FM1 og Miðlahúsinum, tá vit gera Fótbóltsgalla. Tí er tað eisini áhugavert at verða partur av tilgongdini og síggja hvussu tað verður gjørt, men tað skal ikki skugga útyvir liðavrikini, tí fótbóltur er sjálvandi ein liðítróttur. Tó er tað torført ikki at nevna Lionel Messi, sum eftir øllum at døma fær sætta Ballon d’Or bóltin í søguni. Saman við Cristiano Ronaldo hevur hann higartil vunnið fimm bóltar. Teir eru í einum flokki fyri seg og tað var meiri politiskt enn nakað, at Luka Modric vann Ballon d’Or bóltin í 2018. Hann er fyrsti ballon d’Or vinnarin, sum ikki er í uppskoti til bóltin árið eftir. trondur@sosialurin.fo Tróndur Arge Jóan Símun Edmundsson hevur í løtuni kós móti Bundesliguni, sum er besta deildin í Týsklandi. Armin­ia Bielefeld vann í gjár 3-1 á SV Darmstadt 98, meðan kapp­ ingar­neytarnir úr Hamburg SV og VfB Stuttgart báðir taptu. Arminia Bielefeld er nummar eitt í 2. Bundesliguni við 32 stigum fyri 15 dystir, meðan Hamburg og Stutt­gart hava ávikavist 29 og 26 stig. Nummar eitt og tvey flyta bein­leiðis upp í Bundesliguna, sum er besta deildini í Týsklandi. Numm­ar trý skal spæla upp og niður­flyt­ingardystir. Hóast kappingin ikki er komin í helvt enn, so tykist sannlíkt Arminia Bielefeld verður í topp trý, tá kappingin endar. Tað merkir at Jóan Símun Edmundsson komandi kapp­ingarár kann blíva fyrsti før­ oy­ingurin í einum av fimm teimum stóru deildunum í Evropa, síðani Gunnar Nielsen kom á vøllin í Premier League fyri Manchester City í 2010. Heldur gongin fram, er líkt til at toftamaðurin í Bielefeld fær ein størri leiklut í einum felagi í Bundesliguni, enn Gunnar Nielsen fekk í Manchester City. Higartil hevur ongin annar føroyskur spæl­ari spælt í bestu deildini í Ong­ landi, Týsklandi, Italia, Spania og Fraklandi. Jóan Símun frá byrjan Jóan Símun Edmundsson hevur ikki verið við frá byrjan síðani 1-1 javnleikin móti Stuttgart 21. okto­ ber. Sterki áleyparin, Fabian Klos, skroaði tvær ferðir tíðliga í seinna hálvleiki, áðrenn Jóan Símun Edmundsson bleiv útskiftur eftir 67 minuttir. Løtu seinni minkaði heimaliðið um munin, men móti dystarenda stað­festi Andreas Voglsammer sigu­r­in við máli til 3-1. Hallur aftur við sigri Hallur Hansson og AC Horsens vunnu í gjár 2-1 á OB í Superliguni. Før­oyski landsliðsspælarin, sum er lið­skipari hjá AC Horsens, hevur ikki spælt frá byrjan, síðani hann breyt hondina í landsdystinum móti Malta í oktober á Tórsvølli. Nú er Hansson kapteynur aftur á AC Horsens skútuni og tað gongur bara væl. Hetta er aðru fer í ellivu innanhýsis uppgerðum, at AC Horsens vinnur á OB. Við sigri­ num er AC Horsens komið upp á 21 stig fyri 18 dystir, og liggur á 10. plássi. Gilli í norskum ódnarveðri Gilli Rólantsson byrjaði inni, tá Brann Bergen tapti heili 5-1 á heimavølli móti Viking í sein­asta dystinum í hesum kapp­ingar­ árinum. Tvøramaðurin spældi 83 minuttir, áðrenn hann bleiv skiftur út. Tá var støðan 4-1 til gestirnar úr Vik­ing. Brann endaði á 9. plássi við 40 stigum. JÓAN SÍMUN STEVNIR MÓTI BUNDESLIGUNI Lionel Messi er bestur SV Darmstadt 98 – Arminia Bielefeld 1-3 (0-0) 0-1 Fabian Klos, 48 0-2 Fabian Klos, 49 1-2 Tobias Kempe, 71 1-3 Andreas Voglsammer, 90 AC Horsens – OB 2-1 (0-1) 1.1 Bashkim Kadrii, 23 br 1.1 Marco Lund, 61 sjálvm 2-1 Bjarke Jacobsen, 64 Jóan Símun Edmundsson og Arminia Bielefeld eru fremst í 2. Bundesliguni, og toftamaðurin er aftur við frá byrjan. Hallur Hansson var eisini við frá byrjan aftur, tá AC Horsens vann 2-1 á OB Fótbólts-útisetar: