týsdagur 3. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
4
Sosialurin
Seinastu hálvu
øldina hevur
Jórunn Dán
ialsdóttir havt
framsýningar og
skrýtt almennar
bygningar. Nú er
Jórunn aktuell
við gomlum og
nýggjum verkum
á stórari fram
sýning í Müllers
Pakkhúsi
Eirikur Lindenskov
Í gamla pakkhúsinum sum
Emil Müller bygdi í Havn fyri
gott og væl stórthundrað ár
um síðani, Müllers Pakkhúsi,
hevur Jórunn Dánialsdóttir
seinastu dagarnar rokast við
at seta upp framsýning við
tekstillistaverkum. Jórunn
er
tekstillistakvinna
og
hevur verið virkin seinastu
hálvu øldina ella so.
Í apríl fylti Jórunn, sum
er yngsta dóttir Dánial og
Elsbu á Dul í Havn, 70 ár. Og
tí hevur nú eina afturlítandi
framsýning – nevnd »Nú og
afturlítandi«.
Framsýningin letur upp í
morgin, hósdagin, og ferni
sering er klokkan 17.
Framsýningin er í erva í
Müllers Pakkhsúsi, og ovast
hevur hon gott 100 verk, sum
hon hevur lánt frá fólki, og
sum tí ikki eru til sølu.
Á miðhæddini hevur hon
søluframsýning við um 70
nýggjum verkum.
– Eg veit ikki, hvussu nógv
verk eg havi gjørt. Kanska
tað dupulta, sigur Jórunn
Dánialsdóttir, tá vit stukku
inn á gólvið, meðan hon sták
aðist við at seta framsýning
ina upp.
– Hetta er gjørt gjøgnum
40 ár, og var hetta mítt ar
beiði tann tíð tað var. Nú eg
eri pensjónerað, so er tað aft
ur blivið mítt arbeiði, og eg
eri á verkstaðnum hjá mær í
kjallaranum hvønn dag, sig
ur Jórunn.
Umframt tekstilmyndir
nar, so hevur Jórunn eisini
málað nakrar myndir.
– Eg var á skeiði í Holbæk
í Danmark í tvey long summ
ur í 2007 og 2008. Tá málaði
eg, og eg havi enn málgreið
irnar. Men eg tími tað ikki
so væl. Mær dámar best at
seyma, sigur Jórunn.
Pakkhúsið er ein perla
Meðan vit ganga runt í hes
um snotuligu hølum, sum
óføru handverkararnir Mart
in Mørk og Ingi á Tórgarði
hava staðið fyri og fingið í
so snotuligan stand, har alt
tað gamla er varðveitt, sam
stundis sum nýtt gólv er lagt
á, og innrættað er so hegnis
liga við glasi, sum skilir rúm
sundur.
Hóast Müllers Pakkhús
ikki er meira enn gott og væl
stórthundrað ár, so osa hús
ini av søgu – av handilssøgu
ella rættari sjóvinnusøgu í
Havn. Tí her var saltgoymsl
an hjá Søren Emil Müller,
saltið, sum hevði so stóran
týdning fyri útflutning Før
oya tá, saltfiskin og klipp
fiskin.
Fiskaplássini vóru mong í
Havn fram við vágunum báð
um á Gulakletti, Rundingi og
yviri við Strond.
Oman á saltgoymsluni í
stóru kjallarahæddini høvdu
reiðaríini goymslu- og pro
viantrúm, og har síggjast
navnabretti enn. Ovast var
segllofti, og har var rokan, tá
skipini vóru vetrarfortoyað
og segl, togverk og blokkar
vórðu førd í land. Alt vóru
deyðsiglarar, so á loftinum í
Müllers Pakkhúsi arbeiddu
menn við at bøta, seyma,
umvæla og barka seglini um
veturin.
Uppskotið til
Hotel Føroyar
– Hatta grøna teppið har
gjørdu Tita Vinther, sála, og
eg sum uppskot til at prýða
Hotel Føroyar, tá tað var
bygt upp við Oyggjarvegin,
greiðir Jórun Dánialsdóttir
frá.
Uppskotið varð kortini
ikki góðkent, og tað hekk so í
gongini heima hjá Jórunn og
Jóan Paula í Sílagøtu í nøkur
ár.
– So var tað einaferð, at
Páll og Sólvá Patursson úr
Kirkjubø komu við kjøti.
Hetta var beint fyri jól. Tey
koma inn, og so spyr Páll, tá
hann hevði sitið eina løtu,
um hatta teppið, sum hongur
í gongini er til sølu.
– Eg segði ja, greiðir Jór
unn frá. Men eg mátti tosa
við Titu fyrst, tí vit høvdu
gjørt tað í felag, sigur hon.
Endin var, at Páll og Sólvá
fóru avstað við teppinum,
sum hevur hingið í roykstov
uni í Kirkjubø síðani tá.
Nú Jórunn fyrireikaði
hesa framsýningina ringdu
hon til Sólvá Patursson fyri
spyrja, um hon kundi læna
teppið til hesa framsýning
ina. Tað var gamaní.
Vevingin hevur eisini ver
ið stórur partur av arbeiði
num hjá Jórunn. Hon var í
eitt heilt ár hjá eini vevkonu,
áðrenn hon kom til Føroya
aftur. Tey vóru í Danmark
frá 1970 til 1979,
Plakatin hjá
Kvinnufelagnum
Ein kend mynd hjá Jórunn
Dánialsdóttir er tann sum
gjørdist plakatin hjá Kvinnu
felagnum – onkur vildi helst
kalla hana eitt sindur »reyð
sokkaslig« uttan at leggja
nakað negativt í tað!
– Hendan myndin er frá
1980. Eg varð biðin um at gera
hana til Kvinnufelagið, greið
ir Jórunn frá.
Hon hongur á Háskúla
num í Havn, har Jórunn tá
arbeiddi.
– Kvinnufelagið skuldi
savna pengar til álitiskvinn
ur, og tær prentaðu eina
rúgvu av hesum plakatum,
JÓRUNN – NÚ OG
AFTURLÍTANDI
Teppið, sum Jòrunn Dåánialsdóttir gjørdi saman við Titu Vinther sum uppskot til Hotel
Føroyar á sinni, o sum seinastu mongu árini hevur hingið í Roykstovuni í Kirkjubø