týsdagur 3. desember 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
sum tær gingu runt og seldu.
Tær gingu við barnavogni og
seldu og høvdu hana við utt
anlands í Noreg. Tær seldu í
túsundatali.
Men
tíðirnar
gjørdust
betri, og álitiskvinnurnar
fingu so løn fyri at vera álit
iskvinnur, og tí fór líkasum
endamálið.
– Og pengarnir standa
á bók enn. Har eru fleiri
hundraðtúsund krónur, sig
ur Jórunn.
Havnar kirkja sum
jólakort hjá býráðnum
Onnur
kend
mynd
hjá
Jórunn er ein av Havnar
kirkju. Jórunn greiðir frá, at
hesa myndina gjørdi hon, tá
Havnar kirkja fylti 200 ár í
1988.
– Tað var, tá Poul Michel
sen var borgarstjóri í Havn.
Kommunan keypti myndina
og brúkti hana til eitt jóla
kort.
Tá Lagargarður varð tikin
í nýtslu, fekk Jórunn saman
við Titu Vinther og Astrid
Andreasen sum uppgávu at
prýða hvør sín vegg í gongini.
Tað verkið eigur »Lívið«.
– Har síggja vit, at tað jarð
iska fyllir minni og minni,
og tað himmalska meira og
meira, greiðir Jórunn frá –
sum lívsins gongd.
Og so greiðir hon frá, at
hon var á Lágargarði fyri at
taka eina mynd av listaverk
inum.
– So sigi eg við Dánjal,
systursonin,
sum
hjálpti
mær, at eg visti, at eg eina
ferð hevði gjørt eitt minni
model av verkinunum – men
at eg ánaði ikki, hvar tað var.
– So tá eg komi heim,
so ringir Sólvá Patursson
í Kirkjubø aftur – eg hevði
tosað við hana fyrr um
dagin, og hon sigur, at Elsa
Patursson var inni hjá sær,,
og hon sigur, at hon hevur
eitt modell av verkinum av
Lágargarði, greiðir Jórunn
frá, sum heldur tað var sera
løgið, at hetta skuldi henda
innan fyri hálvan tíma, at
hon undraðist á, hvar verkið
var, og so ringir Sólva.
– Tí vit báðar høvdu als
ikki tosað saman um hetta
verkið.
Arbeiðir við endur
nýtslu - »redesign«
Á niðaru miðhæddini í Müll
ers Pakkhúsi er so tann
nýggjari parturin av fram
sýningini.
– Eg brúki tað, at eg ar
beiði við endurnýtslu, tað
sum á fínum máli verður
rópt »redesign«, greiðir Jór
unn frá, um eg nú havi ein
gamla
klokkustrong,
so
klippi eg hann sundur at
brúka umaftur, greiðir Jór
unn frá, áðrenn út aftur
gjøgnum ovaru dyrnar í hes
um stásiliga Müllers Pakk
húsi yvir í Lágabø í Havn.
– Fólk sálast av mær, tí at
eg ikki eri á Facebook. Men
einki hevði hingið her, um eg
sat á Facebook allan dagin,
sigur Jórunn skemtandi.
– So hevði eg sitið allan
dagin og hugt eftir myndum
av Havnini – kanksa um eg
ikki gjørdi hetta.
Framsýningin hjá Jórunn
Dánialsdóttir í Müllers Pakk
húsi letur upp í morgin 5.
desember og er opin til 20.
desember.
Framsýningin hevur heit
ið »Nú og afturlítandi«. Fern
isering verður í morgin, hós
dagin kl. 17.00
Jórunn Dánialsdóttir er
útbúgvin handarbeiðslærar
inna og hevur havt framsýn
ingar bæði úti og heima og
skrýtt almennar stovnar við
sínum tekstilverkum.
Tað eru umleið 50 ár síðan
Jórunn hevði sína fyrstu
framsýning.
Framsýningin, sum er í
erva í Müllers Pakkhúsi, er
opin gerandisdagar frá kl 10-
18 og sunnudagar frá kl. 14-18,
har øll eru vælkomin.
Jórunn Dánialsdóttir hevur eina sera áhugaverda framsýning í Müllers Pakkhúsi, sum hon nevnir »Nú og afturlítandi«. Fernisering er í morgin
Myndir: Álvur Haraldsen