týsdagur 3. desember 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Frants Jensen
Jógvan Ingvard Olsen,
fyrrverandi løgtingsfor
maður, hevur nú fingið
eitt skip uppkallað eftir
sær. Tað er tó ikki vegna
starvið sum løgtingsfor
maður, at hann er upp
kallaður,
men
heldur
vegna hansara virksemi
í reiðarínum, har hann
bæði hevur verið skipari
og reiðari.
– Tað eru í ár 50 ár
síðani, at Jákup, Petur
og pápi komu við sínum
skipi, og tá vóru vit stolt,
segði Anfinn Olsen í
røðuni á Toftakai.
Hann sipaði tá til
fyrsta línuskipið Stapan,
sum var bygdur í Vest
manna.
Anfinn Olsen nevndi
eisini, at hann spurdi pápa
sín, hvat navnið skuldi
vera á nýggja skipinum.
– Eg var ikki nøgdur
við tað heitið, ið pápi kom
við. Hann nevndi, at tað
kundi eita Vektin, sum er
eitt stað á vestarakanti á
Tangafirði, sum vit sóu
frá
vindeyganum
hjá
okkum. Men tað helt eg
ikki vera gott nokk. Vit
hava tí tikið ta støðu, at
skipið skal fáa navn eftir
pápa og skal eita Jógvan
I, segði Anfinn Olsen.
Fyrsta línuskipið
við flakalinju
Við nýggja skipinum hev
ur felagið trý línuskip.
– Nú hava vit tann
flotan, ið skal til, fyri at
útnýtta tann møguleikan,
sum vit hava. Loyvini eru
bæði undir Føroyum, á
Føroya Banka, undir Ís
landi og seinni árini á
Flemish Cap og Eystur
grønlandi. Vit hava gott
fólk, og teir fara heilt víst
at gera sítt til, at vit fáa
eitt gott úrslit, segði An
finn Olsen.
Jógvan I skal avloysa
Sigmund, ið er farið úr
vinnu. Eitt annað skip
hjá felagnum, Mascot, er
seldur.
Jógvan I er keyptur úr
Ålesund í Norra fyri um
leið 60 milliónir krónur.
Skipið er bygt í 1998,
og hevur higartil itið
Atlantic. Skipið er 44,9
metrar
langt
og
10,5
metrar breitt. Høvuðs
motorurin og ljósmot
orarnir eru Caterpillar
og vórðu settir í skipið í
2018. Frystiútgerðin er frá
2012. Jógvan I er fyrsta
Heri Henriksen hevur verið og
siglt við skipinum í Norra fyri
at royna tað.
– Eg var við í 10 dagar í
oktober fyri at venja meg við
skipið. Ein maskinmaður frá
okkum hevur eisini verið um
borð nú í fimm vikur fyri at
læra maskinuna at kenna. Nú
havi eg verið við í nakrar dag
ar aftur, og eg var eisini við at
sigla skipið heim til Føroya,
sigur Heri Henriksen.
Og skiparin letur sera væl
at skipinum.
– Hetta er eitt ótrúliga gott
skip, sum roynist væl í sjónum.
Tá ið vit sigldu heim, fingu vit
20 metrar um sekundi inn á
síðuna, og í mínum hugaheimi,
visti eg nógv illa av tí. Eg mátti
hyggja á telduskíggjan fyri at
síggja, hvussu nógvur vindur
var, sigur Heri Henriksen.
Skipið sigldi við umleið
11 míla ferð heim til Føroya,
men tá sigldi tað bara við 70
prosent orku.
Manningin ikki sett enn
Klassin hevur sett ymsar
treytir, áðrenn skipið kann
fara í vinnu. Hetta vóna teir at
fáa gjørt næstu 14 dagarnar.
– 2. januar vóna vit at fara
á Flemish Cap. Vit hava tó vón
um at sleppa ein royndartúr
fyri jól. Tað verður her við
Føroyar, sigur Heri Henriksen,
sum seinastu trý árini verið
skipari á Skøruni.
Partur av manningini er
settur. Ein føroyingur, ið sigldi
við skipinum í Norra heldur
fram. Restin av manningini
verður sett í næstum. Ætlanin
er bara at hava føroyingar við.
– Vit fáa menn við, ið hava
siglt í Norra og eru vanir við
hetta lívið, sigur skiparin.
Norsku eigararnir vóru við
at sigla skipið til Føroya. Eitt
av tí síðsta teir gjørdu, áðrenn
teir fóru í land á Toftum, var
at taka norska flaggið niður,
og Heri Henriksen slapp at
vinda Merkið í húnar hátt.
FRYSTILÍNUSKIPIÐ UPP
KALLAÐ EFTIR JÓGVANI
INGVARD OLSEN
Nýggja frystilíniskipið hjá P/f
Eysturoy er uppkallað eftir pápa
reiðaran og eigaran, Anfinn Olsen,
og fekk navnið Jógvan I. Nógv
fólk var til hátíðarhald á Toftum
mánadagin at taka ímóti skipinum
Sera gott skip
– Hetta er eitt sera gott skip, sigur
Heri Henriksen úr Klaksvík, sum
verður skipari á Jógvan I. 16 mans
vera við nýggja skipinum, og ætlanin
er at hava tvær manningar
Heri Henriksen, skipari á Jógvan I
Mynd: Álvur Haraldsen
Frystilínuskipið Jógvan I legði at á Toftum
Mynd: Álvur Haraldsen