Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2019síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140 TÍÐARGREIN Símun Absalonsen Statsaut. revisor Fyri nærum fýra árum síðan varð okkara Public Service stovn­ur KVF spentur fyri vogn­ in hjá Jørn Astrup Hansen í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka. KVF gloypti søguna, soleiðis sum Jørn legði hana fram. Jørn fekk definitiónsrættin upp á allan sannleikan í skattamálinum og bleiv harvið krúnvitni hjá KVF. Tað er bæði skemtiligt og ræðandi, at ein stovnur, sum árliga hevur eini 70 mió. kr. í ryggin av lisensgjøldum frá øllum føroyskum borg­ ar­um yvir 23 ár, og sum hev­ ur lógarásetta skyldu um objektivitet í sínum tíðinda­ flutn­ingi, átekur sær nakað, ið minnir um eina advokat­ upp­gávu. Men so bleiv. KVF tók klientin Jørn undir sínar veing­ir. Skal góður journalistikkur yvirliva og hava álit millum vanliga fólkið, er neyðugt at nakrar grundleggjandi megin­ regl­ur verða yvirhildnar. Miðl­ an av einum máli skal í minsta lagi uppfylla hesi krøv: Óheft Kritisk Førleika Í dekninginum av skatta­ máli­num uppfylti KVF einki av omanfyri nevndu krøvum. Av tí at stovnurin hevði greiða partsstøðu í málinum, var stovnurin ikki óheftur. Við greiðari partsstøðu bar ikki til at vera kritiskur móti sín­ um egna klienti. Hvat før­leika viðvíkur er stutt at siga, at skattamálið fekk onga reella fakliga viðgerð í KVF, helst tí at førleikin ikki var til staðar. Týðandi skjøl í skatta­máli­num vórðu ikki tikin við í doku­ mentarunum hjá KVF - upp­ lýs­ingarnar í hesum skjøl­um ”vendu skeivt”. Spreingingin gekk av Kringvarpið hevði við hesi kós sett kringvarpslógina til viks og livdi eitt farligt lív. Men fyri KVF klientin Jørn spældi klaverið júst sum hann vildi. Og hann kallaði henda leik enntá fyri ”kritisk journalistik”. Men KVF var á vandakós, og keis­arin í Sortudíki var nakin? Hetta mátti endað galið – tað var bara ein spurningur um tíð og tað bleiv lagnunar speisemi, at spreingingarnar gingu av inni í sjálvum KVF stovninum, har ruðuleikin bleiv fullkomin. Tað, sum sendingarnar í ólukk­um­át manglaðu við reellari fakligari viðgerð og faktuellum og sakligum inni­ haldi, varð supplerað við løttum kreativum undir­haldi. Talan varð mest um undir­hald­ andi og niðrandi kompagne­ journalistik, helst tí at KVF ikki megnaði at lyfta málið fakliga. Tað er óivað stuttligt hjá mongum hyggjarum, at síggja dronuupptøkur Yviri við Strond, ella upptøkur frá aðal­fundinum hjá TF sam­ takinum á Hotel Hafnia, har menn og kvinnur verða fangað í margháttligum vinklum, sveim­andi við stressmappum, í svørt/hvítum slowmotion upp­tøkum, afturvið myrkum tón­leiki. Men stalking, stigmati­ser­ing, happing, film­ tricks og ljóðeffektir úr Holly­ wood hava ikki serliga nógv við skattamálið at gera, og slík “prógv” høvdu ikki vigað tungt í einum rættarsali, hóast tað kanska kann hug­taka og undirhalda ávísar sjón­ varpshyggjarar. Hví dumpaði KVF? Tað er neyvan nakað at ivast í, at størsta mistakið hjá KVF var, at stovnurin staðfesti ókrit­iskt frá fyrsta degi, at Jørn hevði rætt, og at øll hini tóku feil. Málið bleiv svart og hvítt. Við hesum hugburði hevði stovnurin sjálvur lagt lunnar undir framhaldandi miðl­ing av skattamálinum. Sjálv­andi skal Eik banki og Taks hava kritiskar spurningar. Men ein óheftur og gløggur journalistur hevði eisini sett onkrum øðrum viðkomandi spurn­ingar, serliga eftir at hava staðfest eina kronologiska gongd í skattamálinum sum lýst niðanfyri: 22. juni 2015: Bankin fær játtað ein skattafrádrátt frá TAKS uppá ½ mia. kr. 1. des. 2015: F i n a n s i e l Stabilitet selur øll síni parta­ brøv í Eik (30%) til TF Holding, og TF er nú einamallur eigari av bankanum. 11. jan. 2016: Jørn tekur seg úr nevnd bankans sum mót­ mæli móti játtaða skatta­frá­ dráttinum í juni. Ein skilagóður eygleiðari, ella kritiskur journalistur átti nú at spurt nakrar spurningar, ið liggja beint til høgra bein: Um Jørn metir, at frá­drátt­ urin frá juni 2015 er ólóg­ ligur, hví ger hann so ikki vart við hetta fyrr enn ½ ár seinni? (sambært nevndar­ for­manninum í Eik varð skatta­málið á dagsskrá á nevndar­fundi í august 2015. Astrup var ikki á fundinum, men hann móttók 31. aug. fundarprotokollina og hevur við undirskrift váttað, at hann hevur kunnað seg um innihaldið) Hví kom mótmælið frá Jørn beint eftir at TF yvirtók øll partabrøvini í bankanum? Um partabrævasølan ongantíð var farin fram, og eigaralutfallið í bankanum millum Fin. Stabilitet og TF framvegis var 30/70, høvdu vit so nakrantíð havt eitt skattamál? Førdi partabrævasølan í des. 2015 til, at Jørn nú brádliga hevði onkran egináhuga í málinum og tí mótmælti einum frádrátti, sum hann annars, við óvirkni, hevði “góðkent” í ½ ár? Omanfyri nevndu spurningar eru so grundleggjandi í øllum málinum, at mann undrast á, hví miðlaviðgerðin ongantíð tók hetta við. Jørn og avtalan Hevur tú havt starvstilknýti til ein pengastovn er tagnar­ skyldan eisini galdandi eftir at tú ert farin úr starvinum. Skal mann trúgva tí sum bankin alment hevur upplýst, so váttaði Jørn, eftir at hann var farin úr nevndini, at hann hevði destruerað øll skjøl í samband við sítt starv í bankanum. Seinni fekk press­ an fundarprotokollir frá “loyni­ligari” keldu, og KVF hevur alment útnevnt Jørn til whistleblower. At ein miðil setur navn á varskógvaran og samstundis sigur seg verja sína “loyniligu” keldu, er lítið um­hugsað og ljóðar ikki sørt skemti­ligt. Bakbit og avtala Jørn skuldsetti í 2016 Eik banka fyri skattasvik. Bankin stevndi fyri bakbit. Tann 31. mars 2017 gjørdi Jørn og bankin eina semju. Í semjuni stendur m.a. JAH bekræfter, at han ikke har haft til hensigt at beskylde banken eller dennes ledelse for at have forsøgt at begå skatta­svig, ligesom han ikke har givet udtryk for, at banken bevidst har givet TAKS urigtige oplysningar med henblik på at opnå et skattafradrag. JAH be­ klager, at bankens ledelse har opfattet kritikken som udtryk her­for. Fáar dagar seinni segði ÚF í ein­um tíðindainnslagi, at Jørn ikki vildi gera samrøðu við ÚF, av tí at hann hevði gjørt semju við bankan. Men nakrar dagar seinni (6. juni) er Jørn gestur í Degi og Viku. Í hesi samrøðu endurtekur Jørn, eftir míni metan, skuld­ set­ingar, hann annars skrivliga hevur tikið frástøðu frá. Táverandi tiðindaleiðarin í KVF var vertur og las dúgliga úr avtaluni og Jørn gjørdi við­ merkingar. Seinastu regluna í avtaluni las tíðindaleiðarin kortini ikki upp. Har stendur: Parterne har aftalt ikke at kommentere dette forlig yderligere i offent­ ligheden. Hvør eigur røddina aftanfyri røddina? At eg persónliga eri vorðin skjóti­skiva hjá Jørn oyðileggur als ikki mín náttarsvøvn. Men hansara insinueringar um mína skriving um skattamálið eru beinleiðis lygn. Eg úttalaði meg fyrstu ferð um málið fyri nærum trimum árum síðan, í eini samrøðu við Helga Abrahamsen, ið tá starvaðist á Norðlýsinum. Tá legði eg navn til ein stubba sum nevndist “Hvat vendir upp og hvat vendir niður í skattamálinum”. Eg greiddi m.a. frá, at KVF nam ikki við substansin í málinum men leitaði bert eftir gøluni. Í aug. 2017 var eg, sum so mangur annar, gott troyttur av KVF dekninginum og skrivaði tí eina grein um málið. Eg hevði ikki gjørt upp við meg sjálvan um hetta skuldi almannakunngerast. Greinin “Karaktermorð fyri almennar lisenspengar”, lá í nakrar vikur, og eg sendi hana til einar 7-8 persónar. Ímillum hesi vóru skattaserfrøðingar, løg­frøðingar umframt journalistar, við drúgvari starvs­tíð í KVF. Eingin av hesum persónum hevði havt nakað tilknýti til Eik banka ella TAKS. Og eingin persónur ið hevði havt tilknýti til bankan ella TAKS, hevur biðið meg skriva nakað um hetta mál, hvørki beinleiðis ella óbein­ leiðis. Hetta var og er eina og aleina mín egna avgerð. Jørn Astrup skrivar um mína grein: Stemmen var Símuns men.... Teir 7-8 persónarnir ið lósu greinina, mæltu mær staðiliga til at gera greinina almenna, sum eitt neyðugt íkast til almenna kjakið og mótvekt móti einvegis dekninginum hjá KVF. Greinin stóð í Sosialinum tann 4. okt. 2017 og vakti nógv størri ans enn eg hevði ímynd­ að mær. Skal eg trúgva tí, sum er komið fram seinastu dagar­ nar, so broytti greinin eisini gerandisdagin í KVF. Tað eri eg hvørki fegin ella harmur yvir. Men hóast greinin fekk nógva almenna umrøðu og eg framvegis møti fólki ið umtala hana, so varð hon ongantíð umtalað við einum ein­asta orði í KVF. Jørn tyktist hin­ vegin altíð at hava eina heita linju beint inn í prime time tíðindastudio í Sortudíki. Eg fari til seinast at kunna Astrup um, at henda greinin heldur ikki er skrivað “med på­ holden pen” ella eftir áheitan frá nøkrum. Stemmen er Astrups