Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2019síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR TØKK Elina Poulsen Vit ynskja at takka fyri sýnda samkenslu, umsorgan og hjálp, tá okkara kæra mamma, vermóður, omma, langomma og olduromma andaðist. f. 29.08.1923 – d. 24.02.2019 ættað úr Funningi, búsitandi í Klaksvík Stóra tøkk til Norðoya Bú- og Heimatænastu og Klaksvíkar Sjúkrahús, fyri umsorgan og tænastu síðstu tíðina, og tøkk til tykkum mongu, sum vístu mammu umsorgan meðan hon lá til tað síðsta. Tøkk til Marjuna prest og Hanus prest. Tøkk fyri blómur, kransar og minnisgávur. Eina tøkk senda vit tykkum øllum, ið hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Til síðst vilja vit takka tykkum mongu, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Hjartans tøkk øll somul Vegna tey avvarðandi Óli, Sólvá og Johan Pauli TØKK Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Elinborg Thomsen (fødd Poulsen) f. 06.07.1930 - d. 23.07.2019 andaðist og varð jarðað. Tøkk til øll, sum á ein ella annan hátt hava verið um okkara Elinborg – tað veri seg bæði familja, kenningar, heimahjálpir, starvsfólk á Búðatrøð, Norðoya Røktarheimi og Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Somuleiðis ein tøkk fyri blómur, kransar, bakstur og gávur til salin Malta í Mikladali. Takk til øll tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Karl, Olivur, Annibeth og Marita TØKK Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi tá kæri bróður okkara Hugin Samuelsen f.21.03.1946 d.05.09.19 Doyði og fór til gravar Tøkk til Hera Joensen prest, kirkjutænarar, berarar, sangarar og til gravarar. Tøkk til heimahjálpina og til starvsfólkið á Kristians Lon á Tjarnargari. Tøkk til tykkum ið bakaði til ervi. Tøkk fyri blómur og kransar og til tykkum ið mintust Hugin við minnisgávu til Ungdómsdeildina hjá B36. Og til tykkum sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul Fyri tey avvarðandi Systkini v/familjum TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá kæra kona, mamma, omma og langomma okkara Anna Svanhild Hentze f: 28. november 1945 d: 06. november 2019 andaðist og varð jarðað vegna familjuna Petur Vanja, Allan og Annbrit Dreymastarvið finnur tú á in.fo