Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Upp undir kappingarbyrjan í 2016 er stórur spenningur millum tey hondbóltsáhugaði í Føroyum. Neistakvinnur fáa venjaratoymið mannað við bretska Scott Harrington og brasilska Danilo Gagliardi. Grannarnir úr Kyndli leita sær eisini til forkunnug lond, og eina viku áðrenn kappingarbyrjan kemur Daniel Gordo Rios úr Spania til Havnar, har hann fer undir at venja Kyndilskvinnur. Daniel og Kyndil vóru suverenar Neistin hevur vunnið tvey Føroyameistaraheitið á rað, og skal eisini eitast at vera favorittur kappingarárið 2016/2017. Men tá ið avtornar kunnu Kyndil og Daniel Gordo Rios kalla seg greipuvinnarar, áðrenn hann leitar sær aðrar avbjóðingar eftir bert eitt ár í Føroyum. Daniel hevur framvegis gott samband við føroyska hondbóltsheimin, og seinastu dagarnar hava føroyingar í hópatali ynskt honum til lukku við nýggjastu avbjóðingini; Daniel Gordo Rios er nú høvuðsvenjari hjá brasilsku monnunum, ið ætla sær byggja á níggjunda plássið, sum teir fingu við seinasta HM- endaspæl í januar. Besti venjari sum hevur verið í Føroyum Sosialurin hevur prátað við Báru Krossteig Hansen, Bjartu Osberg Johansen og Turið Arge Samuelsen, sum vóru partar av greipuvinnandi liðnum hetta árið við Daniel, og tað er eingin ivi um, at tær tríggjar halda nógv av nýggja brasilska landsliðsvenjarnum. - Daniel er avgjørt besti venjari, sum hevur verið í Føroyum, sigur Bára, og leggur afturat at Daniel eisini kom úr spanska stórfelagnum Ademar Leon og hevði verið hjálpari hjá fleiri av stóru sponsku h o n d b ó l t s v e n j a r u n u m . Tá spaniumaðurin kom til Føroyar vóru tað eisini stórar broytingar fyri kyndilskvinnur. Kollveltandi venjingar - Hann kom við einari øðrvísi mentan og fekk okkum at spæla fullkomiliga øðrvísi hondólt. Venjingarnar vóru púra øðrvísi. Tað snúði seg ikki um ferð ella at renna, men heldur um bóltførleika, at gera avtalur og at vinna bóltar í verjuni, sigur Bára. Bjarta tekur fult undir við liðfelaganum. - Teir, sum koma afturat f ø r o y s k u venjarunum í Føroyum, koma oftast úr Norðurlondum, so stílurin er næstan tann sami. Daniel kom við einari heilt aðrari sjón upp á hondbóltin, greiðir Bjarta frá, og minnist, at føroyingarnir skuldu venja seg við nýggja stílin. Vandu bara hondbólt Tí tað gekk ikki við somu ferðini, sum genturnar høvdu verið vanar við. - Vit runnu yvirhøvur ikki til venjing. Vit stóðu á einari hálvu og vandu bara taktiskt og bara við bólti, sigur Turið. - Men vit høvdu hundrað prosent disiplin. Vit runnu allar afturat venjingunum og vit vóru í toppformi. Bæði hondbóltsliga og kropsliga, sigur Turið. Samanspælið var framúr - Ofta byrjaði ein venjing við samanspæli millum vong og bakk, so kom spælskiparin uppí, so strikuspælarin og so framvegis, minnist Bjarta, sum heldur at hetta hjálpti at fáa tað besta burtur úr øllum leikarunum. Og samanspælið var framúr, bæði í verju og álopið. - Eg havi ongantíð fingið so nógvar bóltar á strikuni, sigur Bjarta, og greiðir frá, at tað var ein av ágóðunum frá Daniel. - Vit lærdu øgiliga væl at hava gott yvirlit við innspølum á strikuna, sum hann vandi nógv við okkum. Fyrr høvdu vit kanska mest vant okkurt týpiskt føroyskt, sum franskar krossar og so framvegis, minnist strikuleikarin. Fekk leikararnar at skilja hondbólt betri - Hann fekk okkum at skilja hondbólt nógv betri enn vit gjørdu frammanundan, leggur Turið afturat. - Ofta kunnu føroyskir HONDBÓLTUR Fyri trimum og einum hálvum ári síðani kemur spanski Daniel Gordo Rios til Føroya at verða venjari hjá kyndilskvinnum. Eftir eitt suverent kappingarár við gulli í bæði lands- og steypakapping, takkar venjarin fyri seg og er farin eins brádliga og hann kom. Men Daniel hevur longu sett sítt merkið á føroyskan hondbólt, og leikararnir hjá honum í Føroyum eru heldur ikki so bilsnar, tá ið tær frætta at teirra besti venjari nakrantíð nú er høvuðsvenjari hjá Brasiliumonnum, sum endaðu nummar níggju við seinasta HM ÚR FØROYUM ÚR FØROYUM TIL HEIMSODDIN TIL HEIMSODDIN Daniel er avgjørt besti venjari, sum hevur verið í Føroyum. At hann fær hetta venjara­ starvið í Brasil er bara ein játtan av teimum dygdum, sum hann eisini vísti í Føroyum Daniel kom við einari heilt aðrari sjón upp á hondbóltin. Eg havi ongantíð fingið so nógvar bóltar á strikuni