Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 2019síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. desember 2019 · Nr. 140 HONDBÓLTUR venjarar stara seg blindan, tá ið teir spæla ímóti teimum somu leikarunum hvørt kappingarár, og tað er ikki neyðugt at endurnýggja seg so nógv, heldur kyndilsvongurin. Liðið var sterkasti leikari Hann var rættiliga serur. Hann var øgiliga autoritetskendur – kanska í so nógv, minnist Turið. - Men hann hevði ein filosofi allan vegin ígjøgnum, sum var, at óansæð hvør tú vart, so var sterkasti leikarin altíð sjálvt liðið, sigur Turið. Turið greiðir frá, at í Føroyum hava vit ofta lyndi til at leggja nógv í einstaku leikararnar. - Vit tosa ofta um at ”handan” á H71-liðnum, ella ”handan” á kyndilsliðnum er avgerðin. - Daniel tók tað egoið burtur úr okkum, og fekk okkum at trúgva upp á spælskipanina fyrst og fremst, sigur Turið. Spælskipanin var heilag - Hyggur tú eftir finalunum frá teimum árinum skiftir hann nógv út, og allar sum koma inn skora og spæla væl. - Til dømis var Súna ikki tann stjørnuspælarin, sum hon er nú, sigur Turið og heldur fram: - Men Súna kom inn og so at siga avgjørdi finaluna, minnist Turið aftur á finaluna, har Kyndil vann eftir javnleik í seinnu FM- finaluni ímóti Neistanum. - Daniel var ein øgiliga stuðlandi venjari, hóast hann eisini legði nógv í autoritet og kundi vera bersøgin og siga akkurát hvat hann hugsaði, minnist Turið. - Vit trúðu fult og heilagt upp á hvat hann gjørdi, og tí riggaði tað. - Eingin setti spurningar við nakað, og tað var heldur ikki neyðugt, sigur Turið avgjørd á málinum og staðfestir: - Tað var hansara skipan og okkara disiplin sum gjørdi at vit vunnu alt í tí kappingarárinum. Føroysk ráð til brasilskan hondbólt Bjarta og hinar á liðnum hava framvegis samband við Daniel Gordo, og eitt nú fekk hann okkurt føroyskt ráð á vegnum til brasilska starvið. - Hann saknar Føroyar nokkso nógv haldi eg, sigur Bjarta. Tá ið Daniel segði Bjartu at hann var vorðin landsliðsvenjari í Brasil, spurdi venjarin eisini um ráð til hvat hann skuldi betra. - Eg segði við hann, at hann hevur fínt skil á verjuni og álopinum, og hann kanska skuldi hugsa um aðru bylgju og skjótálop. Tað vandu vit ongantíð. Hann hevði heldur hug at halda okkum aftur, so at vit ikki skuldu gera mistøk, meðan vit sjálvar kanska heldur bara vildu koyra á, sigur Bjarta Osberg Johansen, sum eins og liðfelagarnir ikki er í iva um dygdirnar hjá nýggja brasilska landsliðsvenjaranum. Risastórur missur í dygdunum hjá Daniel - Tað var ein risastórur missur, at hann ikki helt fram. - Vit høvdu so nógv at byggja víðari á, og árið eftir fingu vit so bank og taptu alt, sigur Turið og greiðir frá, at eingin annar venjari kundi brúka so øðrvísi skipanir. - Tað var eisini ein stórur missur fyri føroyskan hondbólt, tá ið Daniel gavst. - Eg haldi vit og HSF skuldu hildið fast í honum, sigur Turið sum eisini minnist at tað kom upp á tal at fáa hann í ein leiklut sum landsliðsvenjari. -Vit eru allar samdar um, at hetta var læruríkasta árið hjá okkum. At hann fær hetta venjarastarvið í Brasil er bara ein játtan av teimum dygdum, sum hann eisini vísti í Føroyum, staðfestir Bára eisini. sjurdur@sosialurin.fo Tað var ein stórur missur tá ið Daniel gavst. Vit og HSF skuldu hildið fast í honum - til dømis sum lands­liðs­ venjara Anna Brimnes og Bjarta Johansen lyfta Føroyameistarasteypið í 2017. Daniel Gordo Rios stendur uttast til høgru og fegnast