Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 6 Í 30 ár hevur Absalon Matras av Norðoyri ferðast til Rumenia við klædnahjálp. Í gjárkvøldið fór hann eftir ætlan aftur við Norrønu – á túr nummar 150. Tilsamans hevur hann ført umleið 900 tons av klæðum til Rumenia. Hjá honum er tað eitt kall FRANTS JENSEN FRANTS@SOSIALURIN.FO – Eg má bara fara avstað aftur. Tey hava so lítið og tørvur er á so nógvum. Nógvastaðni er ikki hiti í húsunum, har er eingin el-veiting, tøkini leka, og nógvastaðni ganga børnini ikki í skúla, og tey duga ikki at lesa. Tey gerast so glað, tá ið vit koma, sigur Absalon Matras. Hann vísir á, at støðan er ikki soleiðis í býunum, men í teimum smáu bygdunum úti um landið. Hóast 75 ára gamal hevur hann ongar ætlanir um at pensjónera seg. Hetta er sjeyndi túrur, hann fer avstað í ár við klæðum. Hesa­ ferð fer Jógvan Reyðberg við honum. Lyfta og bera Tað er týsmorgun, og vit eru stødd í kirkjukjallaranum í Christians­ kirkj­uni í Klaksvík. Nú skal ein last­vognur aftur fyllast. 750 pakk­ar í ymiskum støddum og við ymiskum innihaldi skulu í ein av stóru lastvognunum hjá Smyril Line. Tilsamans umleið seks tons av heitum klæðum, madr­ass­um, dýn­um, súkklum, taskum, komm­ od­um og nógvum øðrum. Tveir pensjónistar – Absalon Matras og Jóhannes Danielsen – lyfta, trilla og bera sekkirnar frá goymsluni út í ein vøruvogn, sum stendur við kjallarahurðina. Tá ið hann er fullur, verður koyrt suðurum kirkjuna, har vogn­urin hjá Smyril Line stend­ur. Har verður alt blakað frá vøru­vogn­ in­um upp í stóra lastvognin. – Vit byrjaðu seinnapartin í gjár, men so var eitt tiltak í kirkj­ uni, og vit máttu steðga. Vit byrj­ aðu aftur í morgun og vera nokk lidn­ir seinnapartin í dag, sigur Absal­on Matras. Frá Hirtsthals til Timisoara Leygarmorgunin, tá ið Norrøna kemur til Hirtshals, skal alt aftur umskipast. – Eg havi avtalu við ein eina fyritøku, ið samstarvar við KJ á Kambsdali. Teir koyra regluliga vøru úr Rumenia til Hirtshals, har vøran verður umskipað og kemur til Føroya við Norrønu. Ístaðin fyri at koyra tómir suður aftur til Rumenia, fáa vit klæðini í teirra bil. Føroyingar í Hirtshals eru raskir at hjálpa mær at fáa alla vøruna yvir í bilin, ið skal til Rumenia. Tað tekur ein góðan tíma, so er bilurin klárur, sigur Absalon Matras. Koyrt verður suður gjøgnum Evropa. Vanliga verður koyrt gjøgn­um Danmark, Týskland, Kekkia, Slovakia og Ungarn, áðr­ enn komið verður til Rumenia. Sum oftast verður farið til býin Timi­soara, sum er 150 kilometrar frá markinum. Vánaligir ella eingir vegir Absalon koyrir ikki við stóra last­ bilinum, men fer vanlig við vøru­ vogninum niður til Rumenia. – Eg plagi at vera frammi mána­ kvøld. Tá gisti eg á einum staði á vegnum. Eg havi samband við staðbundin fólk, tað eru ser­liga fýra konur, ið hjálpa mær. Tær hava samband við ymsar komm­ un­ur í Rumenia, og hesi vísa so á, hvar tørvurin er størstur at fáa hjálp. Vit fylla vøruvognin og koyra út til hesi støðini. Viðhvørt tekur tað tveir, fýra ella fleiri tím­ ar at koyra. Tað eru ofta smáar bygd­ir langt úti á landinum og summ­ar tíðir uppi í fjøllunum. Tá nýti eg vøruvognin hjá mær, tí tað ber ofta ikki til at sleppa út við einum stórum bili. Vegirnir kunnu vera vánaligir, og viðhvørt eru eingir vegir, og vit koyra bara á bønum, sigur Absalon Matras. Analfabetar Hann vísir á, at fólkið hevur tað ikki altíð gott. Í nøkrum førum er eingin el-veiting, einki vatn, og hús­ini eru ikki bjálvað, og tí kann tað vera sera kalt um veturin. Tað kann eisini leka inn. – Í nøkrum av hesum bygdunum eru fleiri analfabetar. Børnini hava eitt lítið sindur av skúlagongd, men tá ið kavin kemur, sleppa tey ikki í skúla, tí tað er ikki koyrandi. Tá ið kavin er tiðnaður aftur, vilja tey kanska ikki fara í skúla, tí at tey eru so langt afturút. Fleiri av foreldrunum hava heldur ikki nógva skúlagongd, sigur Absalon Matras. – Tá ið vit koma á staðið, býta vit út tað, ið vit hava við okkum. Vit lata altíð eitt sindur vera eftir hjá ábyrgdarfólkunum á staðnum, so at tey eisini hava nakað at býta út, um tað er onkur, ið kemur seinni og hevur tørv á klæðum ella øðr­um. Onkuntíð vitja vit eisini í privat­húsum, og síggja hvussu tey liva, sigur hann. Umstøðurnar kunnu vera ym­ isk­ar, og hann hevur mangan upp­ livað stórt fátækadømi. – Húsini eru ofta í sera vána­lig­ um standi. Tað eru nógv, sum lítið og einki eiga, og tá er gott at kunna geva teimum góð og heit klæðir ella annað, ið teimum er tørvur á. Tað er stórt at síggja, hvussu glað tey gerast, sigur hann. Havt klæðini seks ferðir í hondini Tað er ein drúgv tilgongd frá tí at klæðini verða savnað inn í Før­ oyum, til tey koma fátøkum rum­ en­um til góðar. – Í flestu førum havi eg havt klæðini seks ferðir í hondini, áðr­ enn tey koma fram til brúkaran, sig­ur Absalon. Hann koyrir út ymsastaðni í Føroyum og savnar klæði inn. Har­frá fara tey á goymsluna í Christians­kirkjuni, til tey fara í last­vognin hjá Smyril Line, verða umpakkað í Hirtsthals og aftur umpakkað í Rumenia, áðr­enn tey verða koyrd út í smáu bygd­irnar og koma í hendurnar á mót­tæk­ar­ un­um. Og her er ikki tikin við tann tíð­in, sum føroyskar konur nýta at binda og seyma pløgg, og alla tað ar­beiðsorku, sum tær kvinnurnar gera, ið skilja og pakka klæðini. – Eg hevði ikki kunna gjørt hetta arbeiðið uttan øll tey, ið stuðla og annars gera eitt stórt sjálv­boðið arbeiði, at hetta skal 150 ferðir í Rumenia við klædnahjálp: Tað kom ein trongd á meg, at eg mátti avstað aftur. Soleiðis hevur tað verið øll árini. Og eg havi framvegis hesa trongdina í mær. Fyri mær er tað eitt kall FYRI MÆR ER HJÁL ARAR­BEIÐI EITT KA Absalon Matras hevur í nú 30 ár verið við klædnahjálp í Rumenia Mynd: Álvur Haraldsen PERSÓNSSØGA