Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 7 og øllum teimum, ið hava tørv á hjálp, royna vit at veita hjálp. Fyrstu ferðirnar eg fór til Rum­ enia, var tað saman við Imm­ an­uel í Hoyvík. Annars eru tað fólk innan kirkjuna, missión­ina, brøðra­samkomuna, Frels­un­ar­ herin og nógv onnur, ið hjálpa til á ymiskan hátt. Alt frá at binda, skilja klæðir, pakka, pakka um, tey sum koma við á túrarnar, tey, sum stuðla fíggjarliga, og tey, sum biðja fyri arbeiðinum. – Í Rumenia spyrja vit altíð eftir, hvar tørvurin er størstur at fáa hjálp. Tá eru tað kommunurnar, ið siga frá, og so fara vit hagar. Onkuntíð hevur onkur í onkrari meinigheit í Rumenia sagt við meg, at eg skal ikki fara at hjálpa í einum ávísum staði, tí at tey fólk­ ini ikki koma í teirra meinig­heit. Tá havi eg sagt, at eg spyrji ikki eftir, um fólk ganga í eini meinig­ heit ella ikki, og um tey ganga, hvar tey ganga. Um tørvur er á hjálp, so fara vit at hjálpa. Vit hava eisini fleiri ferðir verið hjá sigoynarum við hjálp, sigur Absalon Matras. Ein hjartasøk at hjálpa – Tørvurin er stórur á hjálp í Rumenia. Tað er vorðið mær ein hjartasøk, sigur ein av hjálparunum hjá Absaloni Matras, Jóhannes Danielsen úr Havn, ið hevur verið í Rumenia millum 20 og 30 ferðir J óhannes Danielsen er komin úr Havn til Klaks­víkar at hjálpa Absaloni Matras at fylla lastvognin við klæðum. – Eg kom at kenna Absalon fyri 19 árum síðani, tá ið vit báð­ir koyrdu buss í Havnini. Hann búði hjá mær eina tíð. Síð­ani tá havi eg hjálpt til, sigur Jóhannes Danielsen. Eitt av tí, sum skumpaði hann í gongd at nýta tíð til hjálp­ararbeiði, var tá ið skrivað varð um útlendskar hjálp­ar­ felags­skapir. – Tað var sagt um onkran hjálparfelagsskap, at av hvørj­ um hundraðkrónuseðli fóru 87 krónur til umsiting og bara 13 krónur til sjálvt hjálpararbeiði. Tað helt eg vera ov galið. Eg hugs­aði, at ístaðin fyri at lata vera at geva, so vildi eg heldur brúka mína tíð til hjálp­ar­ar­ beiði. Og eg veit, at her kemur hjálp­in fram, sigur Jóhannes Daniel­sen. Hóast báðir eru pensjón­ er­aðir, so er áræðið stórt. Og ynski um at gera mun er drív­ meg­in. – Eg havi verið tveir túrar við Absalon í Rumenia í ár. Men eg havi eisini gjørt hjálp­ ararbeiðið í Rumenia við Cal­ ar­asi-missiónini, sum Thomas Juul Askham hevði. Har var eg fleiri ferðir, sigur Jóhannes Daniel­sen. Hann er hevur eisini verið virkin hjá Frelsunarherinum. Nú, hann er pensjóneraður, hjálp­ir hann til av og á. bera til. Eg eri teimum sera takk­ sam­ur, sigur Absalon Matras. Tyfus, hepatitis og tuberklar Nógvar eru upplivingarnar eftir allar túrarnar við neyðhjálp til Rumenia. – Eina av fyrstu ferðunum, eg var í Rumenia á vetri, búði eg í eini lítlari bygd. Tað var sera kalt, um­leið minus 30 gradir. Eg svav í ketilsdrakt undir dýnuni, men eg var ísakaldur, tá ið eg vaknaði. – Tá visti eg ikki, hvussu alt hekk saman. Í nógvum plássum er einki vesi, og fólk ornaðu síni við­urskifti í ánni. Eg ætlaði at fáa mær heitt kaffi í matstovuni úr kran­anum, men tað vísti seg at vera ein blandingur av ringasta slag - tað sum fólk høvdu gjørt av sær. Tað smakkaði sera, sera illa. Tá ið eg fann út av, hvat tað var, hugsaði eg, at nú fór eg at ger­ast sjúkur. Men tíbetur hendi tað ikki. Seinni havi eg møtt fólki, ið hava tyfus og hepatitis, og eg havi heilsað upp á tey. Einaferð møtti eg einum, ið var sjúkur av tuberklum. Hann kysti meg á kjálkan, ið er vanligt har, og eg fekk blóð á kjálkan. Tá hugsaði eg, at nú fór eg kanska at gerast sjúk­ur, og so var hetta liðugt við at fara til Rumenia. Men Harrin hevur hildið sína hond yvir mær og vart meg frá sjúkum. Eg havi nógv at takka fyri, sigur Absalon Matras. – Eg havi ongantíð latið meg kopp­seta. Fleiri hava sagt við meg, at lata meg koppseta, men Harr­ in hevur hildið hondina yvir mær higartil. Nú fari eg ikki at kopp­ seta meg, sigur hann. Loppur Norðoyramaðurin hevur tó lært at ansa eitt sindur eftir. – Á einum staði, vit vóru, stóðu hárini á hundunum og kettunum beint uppeftir. Eftir at hava verið á tí staðnum, fekk eg nógv útslett á kroppin. Ein lækni var við á tí túrinum, og hann kannaði meg. Tá vísti tað seg, at eg var bitin av loppum. – Nú havi eg vanliga sprey móti insektum við mær, sum eg sproyti undir borðið, tá ið vit koma inn í eitt hús, og vit sessast til borðs. Eg bindi eisini fyri í brókunum, so at eingin insekt sleppur undir brøkurnar, sigur Absalon Matras. Steðgað í tollinum Tað er kristni næstrakærleikin, ið drívur Absalon Matras avstað í hes­um ósjálvsøkna arbeiðinum, og hann er sannførdur um, at Harr­in hevur hildið sína hond yvir hon­um øll hesi árini. – Eg minnist serliga einaferð, tá ið vit vóru komin á markið til Rumenia. Hetta var áðrenn Rumenia var komið í ES. Vit vórðu steðgað í tollinum. Tollararnir vildu hava, at vit skuldu gjalda meira pening fyri at sleppa ígjøgn­um. Tað var mafia uppií. Eg hevði ongantíð rinda eyka, og eg vildi ikki. Tað stóðu skelti á bæði enskum og týskum, hvat vit skuldu rinda, og at vit ikki skuldu gjalda meira, sjálvt um tollararnir vildu hava meira. Tollararnir vóru sera strangir, og vit vórðu sett til síðis, og sótu har í 19 tímar. Tá við eitt klokkan fýra um náttina hoyri eg ein sang í útvarpinum har vit vóru, og tað var Gurðun Sólja Jacobsen, ið sang. Eg sprakk á føtur. Tá fer hurðin upp, og inn kemur ein maður, ið sigur á týsk­ um “far”. Hann sigur tað umaftur, og vit fara útum yvir til bussin. Men tá ið vit venda okkum við, er eingin maður at síggja. Eg eri sann­førdur um, at hetta var ein eingil frá Gudi, sum kom at hjálpa okkum. Hetta er einasta ferð, eg kom inn í Rumenia uttan at vísa pass, sigur Absalon Matras. Bið fyri Absalon Túrurin gekk væl í Rumenia. Á heimvegnum fóru Absalon Matras og hini til Esbjerg, har tað vóru føroysk møti. – Beinanvegin eg kom inn, kom ein maður ímóti mær. Hann spurdi við tað sama, hvat hendi tann 5. september klokkan fýra um náttini. So sigur hann: “Eg varð vakt­ur av eini rødd hesa náttini, sum rópti “Bið fyri Absalon”. Eg sprakk leysur úr seingini. Eg hoyrdi røddina tvær ferðir. Eg bað og legði meg aftur”. Tað var stórt at uppliva at Harrin hevði eina tílíka umsorgan fyri mær, at hann vildi vekja ein persón í Danmark at biðja fyri mær, sigur Absalon Matras. Ger ikki mun á fólki Rumeniahjálpin við Absalon Matr­ as spyr ikki eftir, um ein hoyrir til eina kirkju ella ikki, ella, um ein hoyrir til eina kirkju, hvørja ein so hoyrir til. – Øll tey, ið vilja vera við at hjálpa, eru vælkomin at vera við, Framhald á síðu 8 Í Rumenia spyrja vit altíð eftir, hvar tørvurin er størstur at fáa hjálp. Tað eru kommunurnar, ið siga frá, og so fara vit hagar LP­ ALL Umstøðurnar í Rumenia eru nógvastaðni sera vánaligar. Tað er kalt um veturin Mynd: Privat Jóhannes Danielsen úr Havn er ein av teimum, ið sjálvboðin hjálpir til í Rumeniahjálpini. Her hjálpir hann Absalon at pakka Mynd: Álvur Haraldsen