hósdagur 5. desember 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
8
PERSÓNSSØGA
Hann hevur onkuntíð verið bið
in um at tala í onkrari meinigheit
ymsastaðni í landinum.
– Fyrr í ár var eg á einum staði,
og har komu fleiri enn 500 fólk at
lurta. Eg talaði á enskum, og so
varð tulkað til rumenskt. Aftaná
kom ein kona grátandi til mín.
Hon segði, at hon hevði havt tað
so ringt í lívinum, men at hetta
kvøldið hevði hon fingið frið við
Gud. Tað var stórt at uppliva, sigur
hann.
Kennir landið betur
enn íbúgvararnir
Absalon hevur verið í nógvum ym
iskum støðum í Rumenia við hjálp.
– Tá ið vit fara longur norður
eftir í landinum, tekur tað longri
tíð, tí frástøðurnar eru so langar.
Tá eru vit ofta burtur úr Føroyum
í 20 dagar. Annars eru vit vanliga
11 dagar burtur.
Nú um veturin kann vera rætti
liga kalt og nógvur kavi í landin
um. Á hesum túrinum er tó ikki
ætlanin at fara niðan í fjøllini, har
tað kann vera nógvur kavi.
– Eg havi koyrt so nógvastaðni
runt í landinum, at onkur av teim
um staðbundnu rumenunum
hava sagt við meg, at eg kenni
nógv betur teirra land enn teir all
ar flestu rumenararnir gera, sigur
Absalon.
Fátækadømi í bygdunum
Nógv er broytt síðani arbeiðið við
Rumeniahjálpini byrjaði. Støðan í
landinum er batnað nógv í mun til,
hvat hon var fyri 30 árum síðani.
– Tað eru stór framstig hend á
nógvum økjum. Í býunum sæst
ikki nakað til fátækadømi. Har
síggja fólk út til at hava tað gott.
Men í teimum smáu bygdunum
langt úti á landinum er tað fram
vegis nógvastaðni sera fátæksligt.
Tað er fyrst og fremst hesi støð
ini, at hjálpin fer, sigur Absalon
Matras.
Hann vísir á, at í Rumenia er av
markað, hvussu nógv tað almenna
tekur sær av teimum fátøku og
øðrum, ið tørva hjálp.
– Tey fáa eitt lítið sindur –
umleið 600 krónur um mánaðin.
Eg skilji ikki, at tey kunnu klára
seg fyri so lítið. Um ein kona eigur
eitt barn, fær hon 2.000 krónur um
mánaðin í tvey ár. Tað er ikki nógv
at liva fyri, sigur Absalon Matras.
Pólland, Ukreina
og Moldova
Seinnu árini hevur hevur hann
eisini verið í fleiri øðrum londum
við klædnahjálp úr Føroyum.
Fleiri túrar eru gjørdir til Póllands
og Moldova. Hann hevur eisini
verið í krígsherjaða Ukreina við
hjálp.
– Tað er stórur tørvur á hjálp
eisini í hesum londunum. Eina
ferð koyrdi eg eisini ein buss við
klæðum frá brøðrunum í Før
oyum. Tann hjálpin fór til Týsk
land, og so víðari harfrá til Russ
lands, sigur Absalon.
Ógvusligt at síggja
neyðina fyrstu ferð
Men hvussu byrjaði arbeiðið fyri
30 árum síðani?
– Eg kendi einki til støðuna
í Rumenia, tá ið eg byrjaði at
savna brúkt klæði inn og senda
tey avstað í bingjum til Rumenia.
Hetta gjørdi eg í samstarvi við
danskarar í nøkur ár. Immanuel
í Hoyvík var tá byrjað at koyra
við hjálp til Rumenia. Eg varð
spurdur, um teir kundu fáa klæðir,
ið eg hevði savnað inn, og koyra
tað til Rumenia. Tó slapp eg ikki
sjálvur við. Tá ið teir spurdu
aftur, segði eg, at teir kundu fáa
klæðini, um eg sjálvur slapp við at
koyra bussin til Rumenia. Soleiðis
byrjaði tað, sigur Absalon Matras.
– Eg hevði hoyrt frá øðrum um
støðuna í Rumenia, men tað var
ikki fyrr enn eg hevði verið fyrsta
túrin, at eg sá, hvussu stór neyðin
var. Tað kom ein trongd á meg,
at eg mátti avstað aftur. Soleiðis
hevur tað verið øll árini. Og eg
havi framvegis hesa trongdina
í mær. Fyri mær er tað eitt kall,
sigur Absalon Matras.
Sjálvt um hann er farin væl
upp um pensjónsaldur, hugsar
hann ikki um at slakka av.
– Eg hugsi als ikki um tað, og eg
eri væl fyri likamliga. Tá ið trongd
in kemur á meg, má eg fara avstað,
sigur Absalon Matras.
22.000 krónur
At hann hevur kunna farið øll hesi
árini til Rumenia, er bara tí at hann
hevur fingið nógva sjálvbodna
hjálp og stuðul ymsastaðni frá.
– Eg eri sera takksamur fyri
alla ta hjálp og tann stuðul, eg
fái. Í nógv ár hava tað verið
tríggjar konur, ið hava skilt og
pakkað klæðini í kjallaranum í
Christianskirkjuni. Tann eina er
farin, og nú eru tvær eftir. Tær
gera eitt sera stórt arbeiði, sum
eg eri sera takksamur fyri. Eg
havi fleiri ferðir bjóðað teimum
at komið við til Rumenia, so tær
eisini síggja, hvar klæðini enda,
men tær hava ikki hætta sær.
– Men tað eru eisini nógv onn
ur, ið stuðla á ymiskan hátt, og
nógv biðja fyri arbeiðinum. Eg eri
teimum øllum sera takksamur,
sigur Absalon Matras.
Ein túrur til Rumenia hjá Absa
lon Matras kostar umleið 22.000
krónur. Hann hevur avtalu við
Smyril Line um at fáa ein lastvogn
við klæðum ókeypis (sum annars
hevði farið tómur avstað). Áðrenn
tað fylti hann ein buss og koyrdi
hann allanvegin til Rumenia. Men
tað var nógv dýrari. Nú rindar
hann fyri lítla vørubilin og fyri seg
sjálvan. Annars eru útreiðslurnar
fyri flutning av klæðunum úr
Danmark til Rumenia, bensin,
mat, uppihald og annað.
– Eg havi nakrar stuðlar, ið
flyta pengar á konto hjá Rumenia
hjálpini. Eg royni at ansa væl eftir
pengunum, so at tað ikki fer ov
nógv út. Onkuntíð hava tað ikki
verið nógvir pengar á konto, og
tá havi eg selt vørubilin, fyri at
hava pengar, so at eg havi kunna
farið avstað. Tá ið eg eri komin
heimaftur, havi eg roynt at fingið
hendur á einum nýggjum vørubili.
Onkuntíð hevur Rumeniahjálpin
fingið størri peningaupphæddir,
sigur Absalon Matras.
900 tons
Hesi 30 árini, Absalon Matras hev
ur hjálpt í Rumenia og í øðrum fá
tøkum londum í Evropa, eru nógv
tons av klæðum og øðrum tilfari
farin avstað. Umleið seks tons av
vøru eru við í hvørjari sending, og
við 150 túrum svarar tað til umleið
900 tons.
Í stóran mun er talan um end
urnýtslu av góðum klæðum og
øðrum tingum, men eisini av
bundnum vørum.
Rumenar í Føroyum
Við árunum eru fleiri rumenar og
onnur, ið hava fingið hjálp. Nakrir
fáir av rumenunum, ið Absalon
eru komin í samband við, hava
verið í Føroyum.
– Onkur hevur verið í stutta
tíð, og onkur hevur eisini verið í
longri tíð. Daniella og Calin Gabor,
sum nú búgva í Vestmanna, hava
búð her í fleiri ár. Tey bóðu um
at sleppa við mær til Føroya.
Eg setti bara sum treyt, at tey
skuldu hava øll loyvi upp á pláss.
So komu tey við mær í bussinum
á heimvegnum. Tey hava lært
føroyskt og børnini ganga í skúla
her, sigur Absalon Matras.
Alina – ein fosturdóttir í Rumenia
Fyrstu ferð Absalon Matras kom til Rumenia, kom
hann at kenna tað tá seks ára gomlu Alinu. Pápin
var skotin, og mamman var stutt frammanundan
deyð av krabbameini. Nú tók omman sær av
henni. Absalon hevur stuðlað henni á ein serligan
hátt øll árini, og kallar hana fosturdótturina
– Tað var fyrstu ferð, eg kom
til Rumenia, at eg møtti Alinu.
Hon hevði eina mynd av mammu
hennara í hondini. Húsini vóru
so vánalig, og tey høvdu næstan
einki. Eg gav teimum pengar, so
at tey kundu keypa timbur, so
tey kundu fáa benni fyri at fáa
hita í húsið. Brennið rakk til tvey
ár, sigur Absalon Matras.
Flestu ferðirnar Absalon
Matras hevur verið aftur í
Rumenia, hevur hann vitjað
Alinu.
– Omman var sálarliga sjúk, og
Alina hevði tað ikki altíð so lætt.
Vit royndu at geva allastaðni, har
tørvur var á hjálp, men eg royndi
altíð at hava okkurt eyka við til
hennara. Vit hava havt samband
øll árini, sigur hann.
Alina
hevði
eisini
ein
hálvbeiggja, sum eitur Simi, men
hann búði á einum øðrum staði.
Nú er Alina 30 ára gomul. Hon
er gift við einum rumena, og tey
eru flutt til Del Grappa í Italia,
har maður hennara arbeiðir sum
møblasnikkari. Hjúnini eiga ein
drong og eina gentu.
– Nú síggi eg ikki Alinu so ofta.
Eg havi tó verið og vitjað tey í Del
Grappa. Vit tosa eisini regluliga í
telefon ella á facetime. Hon spyr
ofta nær eg fari til Rumenia, og
um tað passar, so møtast vit har,
sigur Absalon Matras.
Klæðini verða blakað í stóra lastvognin, sum førir klæðini til Danmarkar
Mynd: Álvur Haraldsen
Absalon Matras saman við fosturdótturini,
Alinu, og soni hennara, Alin
Mynd: Jóhannes Danielsen