hósdagur 5. desember 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
9
Fleiri nýggj fólk í Kringvarpinum
Átta fólk eru
sett í sjey størv í
Kringvarpinum
EIRIKUR LINDENSKOV
Tað hevur verið rættiliga stór út
skifting av fólki á tíðindadeildini
í Kringvarpinum seinastu tíðina.
Sambært Georg L. Petersen er
orsøkin, at fleiri fólk eru farin í
farloyvi seinastu tíðina, men nú
eru øll leys størv og farloyvis
størv sett av nýggjum.
Nýggju tíðindafólkini í Kring
varpinum eru Jógvan Skeel
Nolsøe, Krista Johnsdóttir Kruse
og Hallur av Rana. Tey fyrru eru
í avloysarastørvum, meðan Hall
ur av Rana er í føstum starvi.
Onnur nýggj fólk, sum tó
hava verið at hoyrt og sæð í
Kringvarpinum í eina tíð, eru
John Johannesen, Barbara
Holm, Elisa Wang, Tróndur Ol
sen og Arnfríð Joensen Dahl,
sum er í parttíðarstarvi.
– Tað snýr seg um átta fólk
sum eru sett í sjey størv, sigur
Georg L. Petersen, tíðindaleiðari
í Kringvarpinum.
Hann sigur, at við hesum er
aktueltdeildin aftur fullmannað.
Fleiri fólk eru farin úr starvi
seinastu mánaðirnar, og á nýggj
árinum fer Brynhild Thomsen í
farloyvi í eitt ár, og Heini Gaard
fer næstu trý árini at skriva eina
phd. Hann verður tó partvís í
starvi í Kringvarpinum og fer at
taka nakrar vaktir.
Áður eru fólk sum Beinta
Løwe, Ólvuvá Zachariasen, Uni
Holm Johannsen, Rógvi Olavson,
Svein Magnason, Kára Bjarna
dóttir Jakobsen.
John Johannesen hevur áður
starvast í Kringvarpinum. Tað
var áðrenn hann var valdur á
Løgting í 2004. Hann byrjaði sum
tíðindamaður á Sosialinum.
Barbara Holm og Hallur av
Rana hava eisini drúgvar royndir
sum tíðindafólk í Miðlahúsinum,
bæði sum blaðfólk og sum
blaðstjóri og tíðindaleiðari.
Vit ynskja nýggju starvsfeløg
unum í Kringvarpinum bestu
eydnu!
Jógvan Skeel Nolsøe, nýggjur á
aktueltdeildini
Krista Johnsdóttir Kruse, nýggj á
aktueltdeildini
Hallur av Rana, nýggjur á
aktueltdeildini
Elisa Wang, hevur verið í starvi eina
tið á aktueltdeildini
Tróndur Olsen, hevur verið í starvi í
eina tíð á aktueltdeildini
John Johannesen, nýggjur á
aktueltdeildini. Starvaðast sum
tíðindamaður í Kringvarpinum
Barbara Holm hevur drúgvar
royndir sum blaðstjóri á Sosialinum
og tíðindafólk í Miðlahúsinum
og í starv á Glasi, áðrenn hon varð
vald á ting 31. august
Óluvá Zachariasen, sum í nógv ár
hevur starvast í Kringvarpinum er
farin úr starvi
Brynhild Thomsen, sum í fleiri um
førum hevur arbeitt í sjónvarpi og
útvarpi fer í farloyvi á nýggjárinum
Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum