hósdagur 5. desember 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
10
Eiga at arbeiða við
handilsavtalum, tí teimum
hava vit ávirkan á. Trygd og
verja eru danskt málsøki
ÁRNI GREGERSEN
T
að nyttar lítið at brúka
orku uppá trygdar- og
verjumál, tí tað eru
donsk málsøkir.
-Vit eiga at brúka orkuna á
teimum økjum, har sum vit hava
ávirkan. Tað er millum annað á
handilsøkinum, sum er føroyskt
málsøki.
Tað sigur fyrrverandi lands
stýrismaðurin við uttanríkismál
um, sum vieit hvat hann tosar um.
Føroyar royndu at gera eina
avtalu gjøgnum Útnorðurráðið
við Ísland, men tað endaði við,
at føroyskir myndugleikar vóru
slignir á fingrarnar av dønum
fyri eina orðing í avtaluni, sum so
heldur ikki kom í gildi.
Viðvíkjandi handilsavtalum, so
ber til at finna loysnir.
- Vit hava Hoyvíks-sáttmálan
millum Føroyar og Ísland, sum
vit hava sagt upp at fara úr gildi
á nýggjárinum, sigur Poul Mich
elsen.
Hann hevur fleiri ferðir lagt til
merkis, at núverandi landsstýris
maðurin við uttanríkismálum
hevur sagt, at nú verður hann
undirskrivaður hvørja løtu.
- Orsøkin til at vit hava
ósemju um Hoyvíkssáttmálan,
er, at fiskirættindi eru partur av
Hoyvíkssáttmálanum. Lógin um
sjófeingi tilskilar at útlendingar
ikki kunnu eiga veiðirættindi. Í
samráðingartilgongdini vóru vit
samdir um at gera naakrr broyt
ingar
- Tað ið hendir nú og kemur
fram um útlendskan ognarskap í
fiskivinnuni, ber prógv um hvusu
stóran týdning tað hevur, at bara
føroyingar hava ræði, fult ræði á
føroyska náttúrutilfeinginu, sigur
Poul Michelsen..
Skuldi sáttmálin farið úr gildið
orsakað av kravinum um ogn
arskapin í fiskivinuni, fær tað
lítla og onga ávirkan á Føroyska
búskapin.
Íslendingar vilja ikki góðtaka, at
ein føroysk lóg broytir teirra for
treytir at eiga part í føroysku fiski
vinnuni. Poul Michelsen heldur,,
at Hoyvíkssáttmálin skal gerast
av nýggjum, men at alt sum hevur
við fiskivinnuna at gera, skal flyt
ast í fiskivinnusamráðinganar.
- Tí er tað so torført at koma á
mál við einum nýggjum Hoyvíks
sáttmála. Fiskivinnan má takast
úr og leggjast inn í samráðinganar
um fiskivinnu, sigur Poul Michel
sen.
Sjálvur sáttmálin gongur út á
nýggjárinum, um tað ikki eydnast
at gera nýggjan sáttmála áðrenn.
Poul Miichelsen, landsstýris
maður, ynskir samgonguni góða
eydnu við Hoyvíks-sáttmálnum
og uttanríkispolitikkinum, sum
heild.
Føroyskur uttanríkispolitikkur
er handilsavtalur við onnur
Føroyar eru drignar inn á
altjóða uttanríkispolitiska
pallin, men vit hava bert
veruliga ávirkan á handil –
ikki á verju og trygdarpolitik
ÁRNI GREGERSEN
S
einastu tíðina er tað
vorðið greitt fyri føroyska
almenninginum, at mill
um stórtjóðirnar, sum
manna uttanpolitiska leikpallin,
at Føroyar hava fingið ein nógv
størri leiklut enn vit fyrr hava
havt.
Ikki síðan radarstøðirnar
vóru bygdar í Føroyum í seksti
árunum, hevur áhugin fyri lítla
samfelagnum í Norðurhøvum
verið so stórur og millum so
nógvar stórtjóðir.
Spurningurin er hví hetta er
so. Jú mong eru svarini, men tað
mest greiða var helst tað, sum
amerikanski flotaráðharrin gav
Poul Michelsen, landsstýris
manni, tá hesini, spurdi amerik
anska ráðharran, hví hetta er so:
- Hygg bert eftir hvar tit
liggja. Tað er svar nokk, segði
amerikanski ráðharrin.
Poul Michelsen, sum var
landsstýrismaður við uttanríkis
málum í seinastu samgongu, var
sjálvandi klárur yvir, at so er.
Føroyar eru partur av Arktis
og tað hevur ómetaligan áhuga
í dag.
- Trupulleikin hjá okkum før
oyingum á uttanríkispolitiska øk
inum er, at vit kunnu so at siga
enn bert ávirka, hvørjar handils
avtalur vit gera. Hitt við trygdar-
og verjupolitikki er ikki okkara
málsøki og tað hava danir latið
okkum fingið at vita fleiri ferðir,
sigur hann.
Hann leggur kortini afturat, at
okkurt bendir á, at nýggja danska
stjórnin er sinnað at lata okkum
fáa eitt sindur meira at vita um
hvat hendir um okkara leiðir og í
føroyskum øki.
- Soleiðis ljóðar á tí, sum verð
ur sagt, men eitt er at tosa – eitt
annað er at fáa tingini at henda,
sigur Poul Michelsen.
Kinverski telerisin
Serinastu dagarnar hevur nógv
fokus verið á, at kinverski sendi
harrin í Keypmannahavn hevur
vitjað í Føroyum og hildið fund
við fleiri landsstýrisfólk 11. nov
ember.
Nógv bendir á, at vitjanin,
sum formliga snýr seg um eina
handilsavtalu millum Føroyar
og Kina – ella part av Kina. Gitt
verður kortini, at vitjanin eisini
hevði til endamáls, at fáa Føroyar
at halda fast um, at vit fara at
byggja okkara 5G net á útgerð frá
kinverska telerisanum Huawei.
Polul Michelsen varaði í sini
tíð sum landsstýrismaður av Før
oya Tele, sum landið altso eigur.
Hann sigur, at hann fekk at
vita, at Føroya Tele var sinnað at
brúka kinverska tøkni til 5G, men
var ongantíð biðin um at taka
eina politiska støðu til Huawei.
- Eg sat sum landsstýrismaður
og segði, at hetta var ein avgerð,
sum Førtoya Tele átti at taka út
frá, hvat var besta tilboðið.
- Poliitiskt var avtalan ongan
tíð diskuterað, leggur hann aft
urat.
Føroysk sendistova
Føroyar hava fingið eina sendi
stovu í Kina.
- Hetta er gjørt, tí vit halda, at
tað fer at gagna føroyskum út
flutningi til Kina.
Út flutningurin er vaksandi og
í fjør útfluttu Føroyar fyri millum
600 og 700 milljónir krónur til
kinverska marknaðin.
Føroysku útflutningstølini til
Kina eru vaksandi.
- At ein sendistova er í Kina
eigur eisini at geva okkum eina
betri atgongd til aðrar marknaðir
eystanfyri, sigur Poul Michelsen.
Kina/Huawai
TEMA: Kina/Huawei
VELJA FRÁ MÁLSØKJUM
SUM VIT HAVA RÆÐI Á
Amerikanski flotaráðharrin,
Mabus, vitjaði í Føroyum