Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 11 ES-boykottið gav okkum okkum nýggjar marknaðir Tað var sum at fáa ein vátan vøtt, tá ið ES boykottaði Føroyar. Men tað hevur givið okkum ein meira fjøltáttaðan útflutningsmarkna ÁRNI GREGERSEN T að var ein beint framm­ aná, tá ið ES undir makelstríðnum bannaði føroysku skipum at koma inn í havnir í ES og heldur ikki keypti fisk frá okkum. Hatta gjørdi sjónligt fyri før­ oyskum fyritøkum og føroyskum myndugleikum, hvussu ómetaliga sárbar vit vóru, tá ið tað snúði seg um útflutning av fiskavørum. Størsti parturin av okkara út­ flutn­ingi fór til ES, so vit vóru uppá ein ella anan mát bundin at ES-makrnaðinum. Tá ið boykottið kom handlaðu føroysku útflutningsfyritøkurnar og føroyskir myndugleikar ómeta­ liga skjótt. Beinanvegin var farið at kanna aðrar marknaðir, sum vóru sinnaðir at keypa okkara fiska­vørur og úrslitið sæst í dag. - Tað er nógv størri margfeldni í dag í marknaðinum. Sjálvt um vit aftur selja til ES, so hava aðrir markn­aðir vaksið seg stórar soleiðis, at vit í dag ikki eru bundin at einum marknaði, sigur Poul Mich­el­sen. Í dag selja vit stórar nøgdir til Russ­land, USA og Kina umframt ES. Parturin hjá Bretlandi av teim­ um millum trimum og fýra millj­ ard­unum vit selja til ES er millum 800 og 900 milljónir krónur. - Millum annað av teirra grund var tað neyðugt hjá okkum at gera eina avtalu við Betland, sum eisini er galdandi eftir eitt møguligt Brex­it, sigur Poul Michelsen. - Tað liggur í avtaluni, at um so verð­ur, at onnur lond fáa treytir, ið eru betri enn brexitavtalan tilskilar, so verður okkara avtala broytt tilsvarandi. Sendistovur Fyrrverandi landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, er harmur um, at so nógv politisk orka verð­ ur brúkt uppá at seta eina sendi­ stovu á stovn í Ísrael. - Vit hava so at siga ongan handil við Ísrael og vit halda held­ ur ikki tey eru serliga heit fyri at fáa hetta samband. Í fleiri ár er tosað við Ísrael, men har er onki komið burturúr, so eg haldi tað er burt­urspilt orka, at arbeiða við tí mál­inum, sigur hann. Í tí raðfesting, sum var gjørd, var ætlanin at New York skuldi verða næsta stað, har vit settu eina sendistovu. - Amerikanski marknaðurin veks­ur og tey keypa meira frá okk­ um. Harafturat eru allar heimsins tjóðir í New York, tí ST háborgin er har. Tí ber altíð til at hitta fólk úr øðrum londum í New York, sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin. Sitandi samgonga hevur eisini í kort­unum ætlanir um at lata sendi­stovu upp í USA. ES letur onki til Føroyar uttan tey sjálvi fáa okkurt Handilsavtalur skulu hvíla í javnvág, men tað ger avtalan millum Føroyar og ES als ikki ÁRNI GREGERSEN S tórsti marknaðurin hjá Føroyum er framvegis ES Vit útflyta á leið fyri 3,5 milljardir til ES, men innflyta nógv meir. Munurin er á leið tvær milljardir millum inn og útlutningin. - Tað vil sig, at ES selir mun­ andi meir til Føroyar enn vit selja til teirra, sigur Poul Michelsen, fyrrverandi landsstýrismaður við uttanríkismálum. Innflutningurin úr ES er vaks­in við 265 prosentum síð­ani 2002, meðan føroyski útflutn­ ingurin til ES, so at siga stendur í stað. Í 2018 influttu vit fyri 5.5 milljardir úr ES. - Ein frágreiðing er, at ES ger onga avtalu uttan at tey fáa okk­ urt fyri okkurt. Fyrrverandi lands­stýris­mað­ urin sigur, at hann er greiður yvir, at onki fæst frá ES uttan at vit lata okkurt afturfyri og tað er tí altíð til fyrimuns fyri ES. Aðrir marknaðir Langa ætlanin var at fjøltátta út­flutningsmarknaðirnar hjá Føroyum. Meðan føroyski útflutn­ing­ urin til ES ikki er vaksin í hesi øldini, so hava Føroyar fingið aðr­ar stórar marknaðiir afturat. Strategiin hevur eydnast, men tað hevur týdning at arbeiðið held­ur fram. Kina keypir fyri umleið 650 milljónir úr Føroyum og USA keypir fyri góðar 700 millj­ ónir frá okkum, men størsti marknaðurin uttanfyri ES er Russland, sum keypti fyri 2,5 milljardir krónur úr Føroyum í 2017. Poul Michelsen sigur, at tað hevur alstóran týdning, at vit ikki bert eru knýtt at einum marknaði, men enn er tað kort­ ini soleiðis, at nógv tann størsti før­oyski innflutningurin kemur úr ES. - So har er ongin javnvág í handl­inum, leggur hann afturat. Poul Michelsen og amerikanska sendikvinnan, Carla Sands ES Russland USA Kina ÚTFLUTNINGUR