hósdagur 5. desember 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
12
Kina/Huawei
TEMA: Kina/Huawei
S
trategiskt er tað upp á
fleiri mátar ørkymlandi,
um føroyingar fara
at
samstarva
við
kinesiska Huawei fyri at
fáa 5G. Tað meinar Mikkel
Storm Jensen, sum granskar
í cyberkonflikt- og strategi í
danska Forsvarsakademiet, og
sum eisini hevur royndir innan
fregnartænastu.
Danmark hevur staðið í líkn
andi støðu sum Føroyar nú, tí
ætlanin var á sinni at samstarva
við Huawei um at útbyggja
5G-netið í Danmark. Men hetta
bleiv av ongum, og danir valdu
í vár heldur svenska tøknirisan,
Ericsson, at standa fyri 5G
infrakervinum.
Mikkel Storm Jensen hevur í
hesum sambandi nógvar tankar
um núverandi ætlanirnar hjá
føroyingum. Tann fyrsti er
spurningurin, hvørt Huawei er
ein trygdarvandi ella ikki.
- Tað er torført at siga nakað
ítøkiligt um tað. Danmark
hevur jú frávalt Huawei, men í
tí sambandi hava tað ikki verið
serliga nógvar viðmerkingar um
orsøkina. Tað er eingin ivi um,
at Danmark hevur verið undir
stórum trýsti frá USA, men
telefyritøkan TDC sigur, at tað
var ein kommersiell avgerð at
frávelja Huawei. Annars hevur
TDC ikki viðmerkt málið serliga
nógv. Men í politiska kjakinum
í Danmark hevur tos verið um,
at mann stúrdi fyri at gera seg
bundnan at kinesarum, sigur
Mikkel Storm Jensen.
Vandin fyri njósning
Tað er eingin loyna, at hugburð
urin hjá Vesturheiminum mót
vegis Huawei í høvuðsheitum
er merktur av ótta fyri óvissuni.
- Tað, sum amerikanarar siga,
er, at Huawei er ein kinesisk
fyritøka við kinesiskum hard
ware og software. Og tað kann
blíva brúkt til at njósnast við.
Kinesarar eru vanliga kendir fyri
at vera ótrúliga aktivir innan fyri
njósning, bæði við politiskum
og hernaðarligum málum, men
eisini móti fyritøkum, sigur
Mikkel Storm Jensen.
- Tað eru fleiri meiningar um,
í hvønn mun mann kann hand
fara tann vandan, sum er fyri
njósning. Umboð fyri bretsku
fregnartænastuna hava sagt,
at tað meina tey væl, at mann
kann handfara tað. Og danska
fregnartænastan segði í sam
bandi við 4G eisini, at mann
væl kundi handfara møguliga
vandan, sigur hann.
Vit eru ikki vinir
við kinesarar
Um mann velur at brúka eina
kinesiska fyritøku at byggja sítt
kritiska infrakervi upp, eru fleiri
ting, mann skal taka atlit til, vísir
danin frá Forsvarsakademiet á.
- Um mann heldur, at inter
netið hevur stóran týdning nú í
sambandi við, hvussu fyritøkur
koyra, og hvussu samfelagið
virkar við 4G, so er tað bara
ein veik útgáva av, hvussu tað
verður við 5G, tá tað verður
fult innkorporerað. Internetið
grundað á 5G kemur at útgera
ein enn týdningarmeiri part í
framtíðarinnar samfelag, sigur
Mikkel Storm Jensen.
- So er spurningurin, um
mann vil hava eitt land sum Kina
til at vera ein týðandi útvegara
til eins kritiska infrakervi, sigur
hann og greiðir nærri frá.
- Í løtuni eru vit í einari kapp
ingarstøðu við kinesarar, og
teir eru hvørki okkara vinir ella
allieraðu. Tí skal mann hugsa
um, hvat tað er, mann ger, tá
mann ger seg so djúpt bundn
an at einum landi, sum mann
kanska ikki altíð fer at vera á
somu linju við. Mann má gera
sær nakrar tankar um, hvat
mann ger, um mann verður
ósamdur við kinesararnar. Lat
okkum siga, at teir hertaka Tai
wan ella umhugsa at gera tað,
og so er mann knappliga ikki
longur vinur við kinesarar. Har
kunnu vera fleiri høvi, har vit í
Vesturheiminum kunnu koma í
stríð við Kina ella ikki ynskja at
hava so nógv við kinesisku tjóð
ina at gera, sigur Mikkel Storm
Jensen.
- Men um alt infrakervið hjá
einum landi er bundið at kines
iskari tøkni og ikki kann vera
hetta fyri uttan fyri at sam
felagið kann koyra, so verður tað
jú ein serlig støða, sigur hann.
At stuðla Vesturheiminum
Ein annar problematikkur, sum
Mikkel Storm Jensen sær við
einum samstarvi við Huawei,
er ein problematikkur, sum ikki
hevur verið so nógv frammi.
Hetta snýr seg um menningina
frá 4G til 5G.
5G FRÁ HUAWEI GER
FØROYAR BUNDNAR
AT KINESARUM
- Í løtuni eru vit í Vesturheimi
num í einari kappingarstøðu
við kinesarar, og teir eru hvørki
okkara vinir ella allieraðu,
sigur Mikkel Storm Jensen frá
Forskningsakademiet í Danmark
Mann má gera sær
nakrar tankar um,
hvat mann ger,
um mann verður
ósamdur við
kinesararnar