hósdagur 5. desember 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
13
- Higartil hevur tað verið so
leiðis, at internetið og teldutøkni
hava verið grundað á standardir,
sum í stóran mun eru mentir í
Vesturheiminum, serliga í USA,
sigur hann og kemur við einari
samanbering:
- At okkara teldur kunnu tosa
saman er líka sum at tokini kun
nu koyra á jarnbreytini. Og tað
er rættiliga týðandi, hvør tað
er, sum avger, hvussu breiðar
jarnbreytirnar skulu vera, og
um mann mátar í metrum ella
tummum. Tað eru nakrir altjóða
standardir og menning, sum
higartil hevur verið grundað á
tøkni frá Vesturheiminum. Um
mann letur kinesarar verða teir
førandi í hesum, so sleppa vit tí
vesturlendska og gera okkum
bundin at nøkrum øðrum stand
ardum. Í Vesturheiminum eru
vit von við, at tað eru vit, sum
gera av, hvussu breiðar jarn
breytirnar skulu vera, og hvussu
tokini skulu síggja út, sum
koyra á teimum. Men ynskja
vit í framtíðini, at kinesarar sum
gera av, hvussu tað skal vera?
spyr Mikkel Storm Jensen.
Framtíðarinnar tøkni fer í
stóran mun verða bundið at
5G-netinum.
- Tað hevur áður ikki verið
nøkur avbjóðing, tí tað hevur
verið heilt natúrligt í mun til
tøkniligu menningina, sum
byrjaði í Englandi, men um tað
verður tað kinesiska 5G, sum
kemur at koyra við hesum, so
verða tað kanska vit, ið koma
at halsa aftaná teimum, sigur
hann.
- Tí er hetta eisini ein spurn
ingur, um vit ynskja, at fram
tíðarinnar tøknimenning skal
liggja í Kina, ella um hon skal
liggja í londum frá Vestur
heiminum, nú tað verður
investerað í so stórt statsligt
infrakervi, sigur Mikkel Storm
Jensen.
Kann fáa avleiðingar
fyri fyritøkur
Hann vísir á, at tað kann gott
vera, at fyritøkurnarnar í
Vesturheiminum ikki eru líka
langt frammi við menning av
5G sum Huawei, men at tað í
sjálvum sær ikki nýtist vera
orsøk at samstarva við kinesarar.
- Sum eg skilji, er eingin ivi
um, at Huawei eru dugnaligir,
og tí er tað freistandi, serliga tá
teir koma við góðum tilboðum.
Tað kann so millum annað
vera tí, at teir hava so tætt
samband við kinesiska statin.
Men um vit í Vesturheiminum
investera í 5G frá Huawei, kann
tað vera, at okkara fyritøkur í
Vesturheiminum ikki yvirliva í
framtíðini ella fara at yvirliva
á einum lægri støði. Tí er tað
skiljandi, um mann heldur vil
brúka pengar til eitt nú svenska
Ericsson enn kinesiska Huawei,
sigur Mikkel Storm Jensen og
tekur saman um:
- Talan er um nógvar pengar,
sum verða blakaðir á borðið, og
hetta eru eisini nakrar avgerðir,
sum koma at røkka langt fram
í framtíðina. Hvar skulu hesir
pengarnir og tann granskingin
liggja? Ynskja vit, at kinesiskar
fyritøkur skulu standa fyri
tøknini í framtíðini, ella ynskja
vit at stuðla fyritøkum í Vestur
heiminum?
USA ella Kina
Viðvíkjandi njósning er tað
typiska mótargumentið, at
um kinesarar kunnu njósnast
g jøgnum
5G,
so
kunnu
amerikanarar eisini gera tað.
- So kann mann umhugsa,
hvørjum mann helst vil
spionerast av: amerikanarum
ella kinesarum. Er tað munur
á at gera seg bundnan av
amerikanarum ella kinesarum?
Eitt lítið land má mann gera upp
við seg sjálvt, hvønn mann helst
vil gera seg bundnan av, sigur
Mikkel Storm Jensen.
- Um mann keypir frá kinesar
um, er kjakið ikki, hvørt hetta er
ein hóttan ella ikki. Kjakið eigur
at ljóða, um mann kann hand
fara hóttanina, sigur hann.
Mikkel Storm
Jensen
MYND: FORSKNINGSAKADEMIET