hósdagur 5. desember 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
14
STEINAR PATURSSON
F
yri at skilja hugburðin
hjá kinesarum til evni
sum mannarættindi,
njósning og demokrati
er neyðugt at hava í huga, at
kinesiska samfelagið hevur eina
heilt aðra fortíð og samfelags
skipan, enn vit eru von við her
vesturi.
- Hetta er eitt samfelag, sum
byggir á heilt aðrar filosofiir
og virðir enn okkara. Vestur
lendsku samfeløgini byggja á
kristnar filosoffar og demokrati,
men samfelagið her byggir á
heilt onnur virðir og heilt aðrar
filosoffar. Demokrati fyllir ikki
serliga nógv, og her er heldur
ikki traditión fyri tí, sigur Jóhan
na Magnusardóttir.
Yvirhøvur ganga kinesarar
hægri upp í trygd og fram
gongd, enn teir ganga upp í
frælsi og fólkaræði. Teknisku
fortreytirnar fyri demokratii
eru ikki til staðar í Kina, men
ístaðin vigar og mátar kinesiska
stýrið almennu fólkameiningina
á ein hátt, ið tryggjar at ónøgdin
í samfelagnum ikki gerst ov stór.
- Yvirhøvur er tað ikki vanligt,
at fólk kjakast um stórpolitisk
viðurskifti, tí tað hava tey
ongantíð havt nakra ávirkan á.
Tey hava fyrr havt ein kejsara,
og nú er tað so eitt annað slag
av kejsarastýri, sum tekur
avgerðirnar, sigur Jóhanna
Magnusardóttir.
- Hjá okkum vestanfyri fyllir
politikkur øgiliga nógv um
døgurðaborðið og kaffiborðið,
men tað ger tað ikki her. Her er
tað meira tín egni sosiali bólkur,
tín familja og tínir vinir, sum eru
samtaluevni, sigur Dávid Foss
dalsá.
- Viðurskifti kring manna
rættindi er rættiliga langt
burturi frá vanliga kinesaranum,
sum ikki ordiliga hevur nakað
við tey at gera. Mannarættindi
verða eisini sædd eitt sindur
øðrvísi, tí at fokuserað verður
nógv meira upp á trygd. Kines
arar halda, at Kina er tað trygg
asta landið í heiminum, og teir
eru stoltir av tí, leggur Jóhanna
Magnusardóttir aftrat.
Kinesarar eru tó ikki glaðir
fyri avlurting og halda avlurting
vera brot á privatlívið. Tó er
kenslan millum kinesarar, at
tað vóru amerikanarar, ið fyrst
fóru undir at avlurta privatar
borgarar.
Eins og vit onnur í vestur
heiminum, og kanska serliga í
Føroyum, eru tjóðskaparsinnað
og errin av okkara framburði, so
eru kinesarar eisini ernir av Kina
og tøkniligu frambrotunum
hjá kinesiskum fyritøkum, og
hetta hevur verið eyðsæð, tá
amerikanski kritikkurin fór at
hegla yvir Huawei.
- Á sama hátt sum vit verða
tjóðskaparsinnað, tá vit hava
eksternar trupulleikar, sum til
dømis Sea Shepherd, so verða
kinesarar eisini tjóðskapar
sinnaðir, tá teir hava eksternar
trupulleikar í hesum førinum við
Huawei, sigur Dávid Fossdalsá.
- Mann er kanska bæði kedd
ur og skuffaður av, at har eru so
nógv lond, sum blokera tøknina
hjá Huawei og eru jaligari móti
USA. Tað, at mann promoverar
fríhandil, men ikki gongur
inn fyri honum kortini, sigur
Jóhanna Magnusardóttir.
Á kinesiska tøknimarknaði
num eru fýra stórir aktørar, har
Huawei er tann størsti. Aftaná
USA fór í hernað móti Huawei,
og fíggjarstjórin í felagnum,
Meng Wanshou, varð handtikin í
Kanada fyri brot á amerikansku
handilsátøkini móti Iran, fór
sølan hjá Huawei á heimliga
marknaðinum upp í topp.
- Eg haldi, at sølan hjá Huawei
á heimamarknaðinum øktist við
68 prosentum. Tað er simpulthen
av loyaliteti. Kinesarar eru tjóð
skaparsinnaðir á hendan hátt,
og tað flytir seg eisini yvir á
vørurnar á marknaðinum, sigur
Dávid Fossdalsá.
- Hesir eksternu faktorarnir,
teir spæla við í kinesiska
keypsmentan. Føla kinesarar,
at har eru álop uttanífrá, so
føla kinesarar "jamen hvat
kunnu vit gera?", sigur Dávid
Fossdalsá.
Jóhanna Magnusardóttir
samanber hetta við grindadráp,
og hon vil vera við, at vit kunnu
spekulera, um ikki grindadrápið
hevði hoyrt fortíðini til, um ikki
útlendskir djóra- og umhvørvis
verndarfelagsskapir høvdu
framt herferðir móti grinda
drápinum.
Huawei hevur mist undirtøku
í Kina í seinastuni, men hetta var
av orsøkum, ið hevði við heima
marknaðin at gera, heldur enn
Kina/Huawei
TEMA: Kina/Huawei
Politisk viðurskifti eru ikki
nakað, sum vanligi kinesarin
gongur høgt uppí. Men tá
trýstið úr útlondum gerst
hart, ger kinesiska fólkið
manngarð um sítt egna. Tí hava
vesturlendsku ákoyringarnar
móti Huawei havt við sær, at
felagið er nógv styrkt á kinesiska
heimamarknaðinum, siga tey
bæði Jóhanna Magnusardóttir
og Dávid Fossdalsá, sum
lesa og arbeiða í Kina
ÚTLENDSKAR AT
ÚTLENDSKAR AT
FINNINGAR
FINNINGAR STYRKJA
STYRKJA
HEIMAMARKNAÐIN
HEIMAMARKNAÐIN