hósdagur 5. desember 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
15
STEINAR PATURSSON
T
að hevði borið til hjá
øllum netveitarum at
fingið sær atgongd til
føroyska netið, sigur
Símun Simonsen, KT leiðari
á Fjarskiftiseftirlitinum. Tað
er tí heldur ein spurningur,
um hvørt tú hevur álit á
veitaranum ella ikki, heldur
enn um hvørt teir tekniskt
hava førleikan til at sleppa inn
á netið.
Spurningurin um trygdarhol
í samskiftisnetinum er heldur
ikki eins viðkomandi júst nú,
sum hann verður um nøkur ár,
tá fleiri og fleiri tól skulu nýta
netið til at samskifta við. Sum
dømi nevnir Símun Simonsen,
at sjálvkoyrandi bilar skulu
nýta 5g netið at koyra eftir, og
tá verður tað - tekniskt sæð -
møguligt at krøkja seg á netið
og ávirka ferðsluna.
Símun Simonsen greiðir
frá, at taka vit konspiratións
teoretisku brillurnar á, eru í
grundini tveir hættir at fáa
ræði á ella atgongd til netið.
Fyrri hátturin er at koda
einar bakdyr inn í ritbúnaðin,
software'ina, til sendararnar,
meðan seinni hátturin er at
leggja bakdyrnar beinleiðis í
tólbúnaðin, hardware'ina.
Til fyrra háttin verður
tað gjørt soleiðis, at tú pro
grammerar einar bakdyr bein
leiðis í ritbúnaðin, og tann vegin
kanst tú sleppa inn á netið
aðrastaðni frá í heiminum.
- Til netið skulu rutarar og
sendarar setast upp. Í Føroyum
hevur tað verð ymiskt, hvussu
tað hevur verið gjørt frá veitara
til veitara. Nema|Hey hava
gjørt alt sjálvi við teirra egnu
teknikkarum, meðan Føroya
Tele hevur fingið fólk at koma
til Føroya at seta tað upp.
Tað er í hesari uppsetingar
fasuni, at tað ber til at leggja
koduna inn í ritbúnaðin, og tað
letur seg eisini bert gera, um tað
ikki verður kontrollerað.
Símun Simonsen leggur tó
aftrat, at tað hevði uttan iva
verið uppdagað, um trygdarhol
vóru í programmeringini, tí
at tøkniligu verjugarðarnir-
tað, sum á fakmálið eitur ein
firewall - høvdu loggað, at
trafikkurin á netinum endaði
onkrastaðni, har tað ikki varð
væntað, at hann endaði.
- Sær mann so, at trafikkur
knappliga fer til Kina, so tekur
mann og letur holini aftur,
soleiðis at eingin trafikkur
sleppur til onnur lond.
Betra loysnin, um tú skuldi
tikið ræði á netinum, hevði
verið at lagt einar bakdyr
beinleiðis í tólbúnaðin, har tú
so nýtti tilsvarandi tólbúnað,
so sum eina snildfon, at krøkja
teg upp í netið.
- Um stjórnin í Kina for
langaði, at teir skuldu gjørt
einar bakdyr, so høvdu teir gjørt
einar bakdyr í elektronikkinum
sjálvum, tá elektronikkurin
varð framleiddur. So kundi tú
komið við einari serligari tele
fon í nánd av mastrini, har tú so
fekk atgongd tann vegin.
Tað hevði ikki borið til at
fingið eyga á einar tílíkar bak
dyr, um tær vóru í tólb´
- Tað hevði ikki borið til at
fingið eyga á. Har mást tú taka
kippini úr sendaranum. Reint
kemiskt taka kippini sundur
og hyggja eftir teimum við
elektróniskari sjóneyka, so tú
sært, hvussu elektronikkurin
riggar niðrií.
Men tá er heldur einki til
hindurs fyri, at aðrir veitarar
høvdu gjørt sær dælt av somu
bakdurum, tí aðrir veitarar nýta
somu kipp til sína útgerð, sum
øll eru framleidd í Kina. Við
øðrum orðum merkir hetta, at
um kippini høvdu havt tøkni
ligu bakdyrnar til sleppa inn á
netið, so høvdu bakdyrnar eisi
ni verið atkomiligar fyri aðrar
veitarar.
hvat útlendskar stjórnir søgdu
um Huawei.
- Ein maður varð av órættum
uppsagdur í Huawei, og tað
ganga kinesarar nógv hægri
uppí, enn hvat útlond halda
um fyritøkuna, sigur Jóhanna
Magnusardóttir.
- Grundgevingarnar vóru
ikki í lagi, og tá kann mann
frá kinesiskari síðu tosa um
mannarættindi. Tá okkurt
kemur út á sosialu miðlarnar,
fer tað í eina melduródn, sum vit
slett ikki kunnu ímynda okkum,
sigur Dávid Fossdalsá
Trygdin snýr
seg um álit á
veitaranum
Tað snýr seg í størri mun
um álit á veitaranum og í
minni mun um trygdarhol í
útbúnaðinum, nú kjakið um
trygdina við at lata kinesiska
Huawei veita nýggja 5g netið
hjá Føroya Tele hevur vundið
upp á seg seinastu vikurnar