hósdagur 5. desember 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
16
Suðuroyartunnilin er
ikki ein eyka útreiðsla
Lagaliga løtan at fara undir
tunnil til Suðuroyar er
akkurát nú, heldur Teitur
Samuelsen, stjóri í felagnum,
sum ger Eysturoyartunnilin
og Sandoyartunnilin
ÁKI BERTHOLDSEN
S
kulu vit gera undirsjóvar
tunnil til Suðuroyar, er
tað í roynd og veru bara at
kopiera Eysturoyartunn
ilin og Sandoyartunnilin.
Tað sigur Teitur Samuelsen,
stjóri í felagnum, sum ger Eystur
oyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Hann vísir á, at Suðuroyar
tunnilin er umleið líka langur,
sum teir báðir tilsamans, og hann
kosta áleið líka nógv, sum teir báð
ir tilsamans - men helst verður
Suðuroyartunnilin nakað dýrari,
tí trygdarviðurskiftini til hann
verða strangari.
Týskvøldið skipaði Miðnáms
skúlin í Suðuroy fyri almennum
fundi um undirsjóvartunnilin, har
eisini Teitur Samuelsen var biðin
at siga sína hugsan.
Hansara niðurstøða er, at sum
so er eingin forðing fyri at gera ein
Suðuroyartunnin.
– Avbjóðingin verður at hava
tamarhald á fíggingini, og at hava
trygdarviðurskiftini í ordan, sigur
hann.
Sum fótur í hosu
Teitur Samuelsen er búskapar
frøðingur og tað er mest við teim
um brillunum, at hann hevur mett
um ein Suðuroyartunnil.
Hann sigur, at skulu vit undir
at gera ein Suðuroyartunnil, er
tann lagaliga løtan akkurát nú.
Talan er um eina stóra og dýra
verkætlan, so eyðvítað snýr tað
seg um at avmarka fíggjarliga
váðan mest gjørligt.
Hann sigur, at hyggja vit eftir
tíðarætlanini fyri Sandoyar
tunnilin og Eysturoyartunnilin,
passar tað sum fótur og hosur
at fara undir Suðuroyartunnilin
nú, tí um eini trý ár eru teir stóru
váðarnir í sambandi við Eysturoy
artunnilin og Sandoyartunnilin
minkaðir munandi
– Jarðfrøðiligi váðin í Eystur
oyartunlinum er burtur, tí hann
er boraður ígjøgnum, og í 2022
skuldi Sandoyartunnilin helst
eisini verið boraður ígjøgnum, og
so eru teir jarðfrøðiligu váðarnir
eisini burtur har.
Tá hava vit samstundis eina
greiða fatan av, hvussu ferðslu
metingarnar í Eysturoyartunlin
um halda - og sostatt eisini um
inntøkumetingarnar halda.
Teitur Samuelsen sigur, at tað
tekur eini fýra ár frá tí at farið
verður undir forkanningarnar, til
Suðuroyartunnilin er projekterað
ur og tað er klárt at seta borin í.
Sjálvur heldur hann ikki, at
tað er nøkur meining í at gevast í
Sandoynni, tí tað einasta rætta er
at fáa Suðuroynna við eisini.
Ikki ein eyka útreiðsla
Ein Suðuroyartunnil kostar 3 - 3,2
milliardir. Tað tekur 7 - 9 ár at gera
hann, so verður farið til verka nú,
kann tað verða koyrandi í 2030,
ella har á leið.
Men tá er landskassin so eisini
leysur av øllum útreiðslum til alt,
sum hevur við suðuroyarsigling
ina at gera.
Mett verður, at einir 1600 bilar
fara at koyra ígjøgnum hann um
dagin, men tað er eitt tal, sum
kann broytast nógv, og ofta vísir
tað seg, at tá ið ferðasambandið
batnar, verður ferðslan størri enn
mett er.
Og Teitur Samuelsen er sann
førdur um, at samanum tikið
verður Suðuroyartunnilin ikki
ein eykaútreiðsla fyri samfelagið.
Tað er bara ein spurningur um
at leggja útreiðslurnar, sum verða
brúktar upp á Smyril, í ein undir
sjóvartunnil ístaðin.
Hann vísir á, at longu sum er,
setur Løgtingið 50 milliónir av
um árið til Eysturoyartunnilin og
Sandoyartunnilin, og tað ger Løg
tingið til 2024.
Teitur Samuelsen sær so fyri
sær, at Løgtingið heldur bara fram
at seta 50 milliónir av um árið til
Suðuroyartunnilin, í eini 16 ár,
fram til 2040.
– Bæði Løgtingið, og Føroya
Fólk, hava longu vant seg við, at
50 milliónir verða settar av til und
irsjóvartunlar um árið, so hóast
tað gjaldið heldur fram, verður
játtanin til onnur endamál, fyri
so vítt ikki minni fyri tað.
Heldur Løgtingið fram við
gjaldinum í eini 16 ár, eru tilsam
ans 800 milliónir tøkar til Suður
oyartunnilin – og tað svarar til
íløgurnar í ein nýggjan Smyril.
Og kemur ongin undirsjóvar
tunnil, slepst ikki undan at útvega
nýggjan Smyril, so pengarnir skulu
brúkast kortini. Spurningurin er
bara um teir verða brúktir upp
á ein undirsjóvartunnil, ella ein
nýggjan Smyril.
Sum er kostar Smyril lands
kassanum 75 milliónir krónur um
árið í miðal, tá ið sigling og dokk
ingar, eru taldar við.
Hann sigur, at við einum
bummgjaldi, sum er áleið tað
sama, sum tað kostar at ferðast
við Smyrli við persónbili, og einum
ella øðrum hægri gjaldi fyri størri
bilar, er fíggjarligur samanhangur
í Suðuroyartunlinum. Tað tekur
tað 18 - 20 ár at rinda hann, og
sostatt er hann goldin í 2048 ella
2050, við teirri rentu, sum er í dag.
Eitt annað, sum talar fyri at fara
undir Suðuroyartunnilin nú, er, at
tann vitanin, sum er fingin til vega
í sambandi við Eysturoyartunnilin
og Sandoyartunnilin, er til taks nú,
og hon kann verða til stóra nyttu.
Hon er ikki til staðar um fimm ár,
tí tá eru tey fólkini farin í eyst og
vest.
Lagaliga løtan at taka lán
Og Teitur Samuelsen heldur eis
ini, at nettupp nú er lagaliga løt
an at fáa fígging til eina slíka
verkætlan. Tá ið tey fingu fígging
til Eysturoyartunnilin og Sandoy
artunnilin, var rentan lág - men nú
er hon upp aftur lægri.
Og rentan hevur ótrúliga
stóra ávirkan á kostnaðin. Teitur
Samuelsen sigur, at var rentan til
Eysturoyartunnilin og Sandoyar
tunnili eitt prosent hægri enn
hon var, skuldu 600 bilar koyrt
ígøgnum Eysturoyartunnilin um
dagin – hvønn einasta dag frá 2016
til 2040, bara fyri at rinda tað eina
prosentið í rentu.
Kemur ongin
undirsjóvar
tunnil, slepst
ikki undan at
útvega nýggjan
Smyril, so
pengarnir skulu
brúkast kortini
Tað er eingin at gevast við Sandoyartunlinum, og tað passar sum fótur í
hosu at fara undir Suðuroyartunnilin nú, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í
felagnum, sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin