Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 17 Næsta ár skal sjøtul setast á Suðuroyartunnilin Suðuroyingar krevja, at farið verður undir fyrireik­ingarnar beinanvegin, so at tað verður klárt at bora um fýra ár ÁKI BERTHOLDSEN T að er eitt krav frá suð­ ur­oyingum, at farið verð­ur undir at gera und­ir­sjóvartunnil til Suð­uroyar. Og tað er eisini at krav, at farið verður undir miðvísar fyri­ reikingar ár longu næsta ár, so­ leiðis at tað verður klárt at bora um trý, fýra ár, tá ið Sand­oy­ar­ tunnilin er liðugur. Mikukvøldið skipaði Mið­náms­ skúl­in ú Suðuroy fyri almennum fundi um Suðuroyartunnilin og nið­urstøðan er, at tað er eitt fólka­krav í Suðuroy, at farið verð­ ur undir tunnilin - uttan drál. Teitur Samuelsen, stjóri í fel­ agn­um sum ger Eystur­oyar­tunn­ ilin og Sandoyartunnilin, upplýsti á fundinum, at fyrireikingarnar, sum krevjast, áðrenn tað er klárt at seta borin í fara at kosta einar 14 milliónir. Og hann heldur, at verða einar seks - sjey milliónir settar av til­ samans hesi bæði næstu árini, í 2020 og 2021, ber til at koma á mál fyri fyrireikingunum. – Verður ferð sett á arbeiðið at fyrireika tunnilin, ber til at fara í holt við sjálvan tunnilin í 2023 ella 2024, sigur hann. Tað tekur fimm ár at bora hann, og eini tvey, trý ár at gera hann kláran at taka í brúk. So er viljin til staðar, kann tunnilin verða liðugur í 2030, sigur Teitur Samuelsen. Men hann ger eisini greitt, at tað eru suðuroyingar sjálvir, sum mugu taka stig til at fáa politiska myndugleikan at at seta arbeiðið í verk. Gera alt ov lítið vart við seg Rúni Joensen, fyrrverandi aðal­ stjóri í Samferðsluráðnum hjá lands­stýrinum, sum nú er niður­ lagt, róði fram undir tað sama, tí hann heldur, at Suður­oy­ingar mugu taka ein virknari leiklut fyri at fáa tunnilin gjørdan. –  Suðuroyingar gera alt ov lítið vart við seg í sambandi við tunnilin, heldur hann. Hann heldur, at tað hoyrist so lítið til suðuroyingar í hesum sambandi, at hann spurdi rætt og slætt um suðuroyingar vilja hava tunnil yvirhøvur. Eftir at hava arbeitt í lands­ stýr­inum í nógv ár, eru tað hans­ ara royndir, at tað krevst eitt stórt og miðvíst lobbyvirksemi fyri at fáa undirtøku fyri eini slík­ari verkætlan. – Eg veit, hvat lobbyvirksemið krevst til at fáa eitt slíkt projekt ígjøgn­um, segði hann. Og hann legði afturat, at tað sæst alt ov lítið til tað frá suður­ oy­ingum. Av tí sama var tað eisini eitt upp­skot á fundinum, at suður­ oy­ingar seta ein bólk, sum skal ar­beiða víðari við málinum, og sum skal halda gongd í málinum. Undirtøka var fyri tí, men tann bólkurin varð so ikki valdur á fundinum í gjárkvøldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vági, heldur, at tað er væt trúligt, at suðuroyingar hoyrast ov illa norð­anfyri, so tað var kanska eitt hug­skot at stovna ein slíkan bólk. Vit skulu sjálvi seta krøvini til trygdina Skal ein suðuroyartunnil lúka tey trygdarkrøvini, vit plaga at seta, er eingin møguleiki at gera hann ÁKI BERTHOLDSEN S kulu vit fara undir ein undirsjóvartunnil til Suð­uroyar, mugu vit seta okkara egnu trygdarkrøv. Tað heldur Kristian Stór­ham­ ar, sum hevur 20 ára roynd­ir við tunn­ilsarbeiði, og sum nú er við í arbeiðnum at gera Eyst­ur­oyar­ tunn­ilin og Sand­oyartunnilin. Hann var eisini við at gera Vága­tunnilin og Norðoyatunnilin. Týskvøldið skipaði Miðnáms­ skúl­in í Suðuroy fyri fundi um Suðuroyartunnilin, og har hevði Kristian Stórhamar eina tekniska frágreiðing um, hvussu tunlar verða gjørdir. Hann vísir á, at føroyingar hava gjørt av at fylgja norskum trygd­ arkrøvum. Men skulu vit eis­ini gera tað í sambandi við ein Suð­ ur­oyartunnil, verður tað at krav, at tveir tunlar verða gjørdir lið um lið. Og so fer tað ikki at kosta góðar tríggjar millardir, men góð­ ar seks milliardir, og tað hava vit ongan møguleika til. Tí heldur hann, at vit eiga at laga okkara egnu trygdarkrøv til, men tað er eitt arbeiðið, sum er so umfatandi, at farið eigur at vera undir tað beinanvegin. Í hesum sambandi vísir hann á, at íslendingar fylgdu eisini norsk­ um trygdarkrøvum, men teir eru síðani givnir við tí, og so­statt frystu teir krøvini føst fyri nøkr­ um árum síðani. Tveir tunlar eru ikki tryggari Í sambandi við Suðuroyartunnilin hevur spurningurin verið um hann skal gerast í tveimum, so at ein tunnil er av Sandoy til Skúgvoy, og ein tunnil er av Skúgv­oy til Suðuroyar. – Tað ger ikki tunnilin tryggari at gera hann í tveimum, sigur Kristian Stórhamar. Hann vísir á, at tá ið tosað verð­ ur um trygd í tunlum, er tað mest elds­brunum, sum stúrt verður fyri. Og royndir vísa, at kemur eldur í bilar í einum tunli, er tað oftast í stórar og tungar bilar. Og tað er serliga í brekkunum, at tað er størst vandi fyri, at eldur kemur í teir, tí í undanbrekku verða bremsurnar ov heitar, og í mótbrekku verður útstoytið, ella motorurin, ov heitur. So tað fer ikki at gera Suð­ur­oy­ arunnilin tryggari at leggja tvær brekkur í hann afturat í sambandi við at hann skal upp í Skúgvoy, sigur hann. Hinvegin er tað ein møguleiki at gera ein teym til Skúgvoyar, sum eisini kann verða rýmingarleið og luftkanal. Kann loysa seg at gera hann longri Kristian Stórhamar sigur, at linju­ før­ing í tunlinum, er ikki so nógv ein spurningur um trygd, tað er meiri ein spurningur um kostnað, tí tað er nógv dýrari at gera tunlar enn tað er at gera vanligar vegir. Men tað er ikki altíð bíligast at fara stytstu leið. Er tað ringt at bora stytstu leið, kann tað saktans vísa seg at betala seg at fara eina longri leið, har tilfarið er betri. Tað hevur eisini týdning at leggja tunnilin soleiðis, at tað er lætt at sleppa av við grótið, og at tað kanska kann brúkast aftur. Eisini í hesum sambandi kann tað loysa seg at gera tunnilin eitt sindur longri, heldur enn at fara stytstu leið, tí kann grótið brúkast, eru eisini pengar at spara við tí. Kristian Stórhamar sigur, at tað verða tær jarðfrøðiligu kann­ ing­arnar, sum fara at vísa, hvar tað er best at leggja tunnilin. Men hann sigur, at tað eru ábendingar um, at tað er betri at bora ein Suð­ ur­oyartunnil heldur eystari enn tað er at bora vestari - men tað fara forkanningarnar at vísa. Men undir øllum umstøðum heldur hann, at nú snýr tað seg fyrst og fremst um at gera tær fyri­reikandi kanningarnar, tí úrs­ litið av teimum eru fortreytin fyri yvirhøvur at kunna arbeiða víðari. Annars eru Føroyar tað landið í verðini, sum hevur flest tunl­ar eftir fólkatalinum. Tá ið Sand­ oy­artunnilin er liðugur, hava vit tveir metrar av tunli fyri hvønn før­oying. Norðmenn hava hálvan ann­an metur av tunli fyri hvørt fólki. Skulu vit gera undirsjóvatunnil til Suðuroyar, verða trygdarviðurskiftini ein stóra avbjóðing at loysa, og tað er so umfatandi, at tað er einki at bíða við at fara undir við tað, sigur Kristian Stórhamar, sum hevur 20 ára royndir í at gera tunlar