hósdagur 5. desember 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
18
Mentan
- Í mínum yrki havi eg eisini funnið uppá ymiskar
krimigátur og kløkkað børnini við óhugnaligum
spøkilissøgum. Um hetta er góður pedagogikkur,
mugu onnur døma um. Men um søgan fangar
hugin hjá barninum, so er nógv vunnið, sigur
Steintór Rasmussen, lærari og rithøvundurin,
sum er aktuellur við nýggjari barnabók
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
F
yri smáum tveimum vik
um síðani lat Steintór
Rasmussen úr hondum
eitt savn við 16 søgum og
ævintýrum prýdd við vøkrum og
gandakendum myndum.
Á baksíðuni skrivar rithøvund
urin: “...Tú kanst leita í tí vakra
og kærleiksfulla. Men eisini í tí
vandafulla og óhugnaliga. Lívið
er góðar og ræðandi søgur. Sum
ein spennandi bók. Uttan aldurs
mark.” Og júst, sum rithøvudnurin
leggur upp til, so eru søgurnar
rættuliga ymiskar og fangandi á
skiftandi hátt. Hóast lívið er uttan
aldursmark, so eru tær flestu søg
urnar í bókini fyrst og fremst ætl
aðar størri børnum.
Hetta ásannar eisini Steintór
Rasmussen.
- Jú, eg havi eisini roynt at
skriva fittar og hugnaligar søgur.
Men barnalívið er ikki bara spæl
og gaman. Og í Søgunáminum
havi eg tikið evnir upp, sum eg
haldi eru áhugaverd at viðgera
ella kjakast í skúlanum og heima
við hús. Vónandi gandar onkur
søga eisini eitt bros fram, ella fær
lesaran at steðga á og undrast.
Men bókin er sum eitt ævintýr,
har tað lúra vandar á vegnum.
Børnini uppliva í gerandisdegnum
mangt og hvat. Og tey gruna sjálv
um framtíðina. Men tað er góður
tryggleiki og nógvur lærdómur í tí
íspunni søguni, sum vanliga eisini
plaga at enda væl.
Hóast tilgongdin til skrivingina
av tilfari kann vera sera ymisk, so
sigur Steintór, at tað aloftast eru
børnini sjálv, sum geva honum
størsta íblásturin til søguskriv
ingina.
- Tú verður kveiktur av tí ein
staka barninum. Familjan, skúla
dagurin og samfelagslívið eru
afturvendandi evni. Tað góða og
tað ringa sita á sama skúlabeinki.
Hugskotið til eina nýggja søgu
kann koma frá herviligari happing
í flokkinum, men eisini frá einum
góðum og hjartaligum vinalagi. Í
søgunum er tann atferðartrupli
drongurin líka so áhugaverdur,
sum tann fitta og smílandi gentan,
viðgongur Steintór Rasmussen,
sum meiri ella minni hevur verið
fólkaskúlalærari síðani 1994.
- Helst hevði eg ikki kunnað
skrivað søguna Tólmennið, um
eg ikki visti hvussu stórt ræðið
telefonin og teldan hevur á
skúlabarninum, og hvussu bundin
menniskjan í dag er vorðin av tí
undurfullu og næstan tilbidnu
tøknuni. Og søgan Hundasjúkur,
snýr seg um hin tysta og ólýdna
hundin Snar, og um hvussu nógv
alkoholisma kann oyðileggja í
einum heimi. Eitt fyribrigdi sum
nógvar føroyskar familjur kenna
alt ov væl, sigur hann.
Vaksið sjónarhorn
Søgurnar í savninum nema við
fleiri stóru spurningunum í okkara
tilveru. Hvat fólkaræði, ábyrgd
arloysi og tolsemi er fyri nakað.
Og ljós verður varpað á vitleika,
rúsdrekkamisnýtslu og einsemi.
Evni sum á ein ella annan hátt
krevja, at hugsað og prátað verð
ur um tað, sum ein júst hevur lisið.
Aðrar av søgunum er ræðslu- og
spenningssøgur, sum eru á mark
inum til at vera hóskandi fyri
børn. Samanumtikið djørv evni,
sum krevja eitt sindur av lesar
anum.
Steintór Rasmussen er sann
førdur um, at hóast sjónarhornið
kann tykjast vaksið, at tørvur er á
slíkum søgum.
- Tað koma nógvar barnabøkur
út, sum eru skemtiligar, syrgiligar
ella álvarsligar. Jú, helst er Søgu
námið øðrvísi. Men eg vóni, at søg
urnar hvørki eru ov háfloygdar
ella ov lærarasligar, men á ein góð
an og undirhaldandi hátt kunnu
menta og fremja lesihugin hjá før
oyskum skúlabørnum, sigur hann.
Børnum tørva avbjóðingar
Steintór heldur, at tað er umráð
andi, at tað eisini verður skrivað
til tey børnini, sum dáma at hugsa,
tosa um og greina tað, tey hava lisið.
Tað er umráðandi, at hesi børnini
eisini fáa ymsikt áhugavert, hug
fangandi og viðkomandi tilfar
á móðurmálinum. Hetta er ikki
minst neyðugt í hesum døgum, nú
seinastu úrslitini frá Pisa kann
ingini vórðu løgd fram. Niðurstøð
an var, at Føroyar hava havt aftur
gongd í lesing og liggja langt undir
miðal. Kanningin vísir eisini, at
tað innan lesing er stórur munur á
gentum og dreingjum. Innan allar
tættirnar í lesikanningini vóru
gentur munandi betri umboðaðar
innan hægru førleikastigini, sam
stundis sum dreingir vóru meira
umboðaðir á lægru førleikastig
unum.
- Tíverri undra vánaligu úrs
litini í Pisakanningin meg ikki.
Hóast undantøk eru, so havi eg
leingi havt tann keðiliga varhuga,
at føroysk skúlabørn vita og lesa
í minna lagi. Sum skúli royna
vit at uppala og menna okkara
ungdóm. Sjálvandi er tað ymiskt
við áhugamálum, evnum og skap
anarhugi. Soleiðis hevur tað altíð
verið. Men í dag er tað ov nógv
uttanífrá, sum órógvar og ávirkar
skúlabarnið. Og teldan er fram
vegis eitt tvíeggjað svørð, sigur
Søgunámið:
BARNASØGUR
BJÓÐA AV
Sjálvur havi eg
roynt at tikið
evnir upp, sum
eg haldi eru
áhugaverd
at viðgera
ella kjakast í
skúlanum og
heima við hús.
Eg vóni at onkur
søga gandar eitt
lítið bros fram.
Ella fær lesaran
at steðga á og
undrast. Bókin
er næstan sum
eitt ævintýr. Har
tað lúrar vandar
á vegnum