hósdagur 5. desember 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
19
lærarin og barnarithøvundurin
úr Klaksvík.
Í frágreiðingini um Pisakann
ingina varð somuleiðis mælt til,
at vitanardepil fyri lesing verður
settur á stovn, og at próvtøkutilfar
skal vera á støði við hægstu stigini
í PISA-kanningini. Harumframt
varð mælt til, at føroyskt skal
styrkjast sum amboðslærugrein í
dagstovna- og skúlaskipanini.
Steintór Rasmussen heldur, at
tað er torført at síggja neyva tørv
in hjá børnunum og hvat skal ger
ast fyri at betra um slík úrslit.
- Børn fara til allar tíðir at vera
ymisk. Lærarin kann bara royna
at gera sítt besta. Hyggjuráðini
eru helst, at vit hava bæði høvdið
og hjartað við okkum hvønn
morgun, tá vit fara til arbeiðis.
Kanska kann nakað av grenjinum
liggja eftir heima við hús. Vit
mugu ongantíð flyta ábyrgdina
hjá tí einstaka læraranum til
eina fyrisiting ella rokna við, at
ein ávísur pedagogikkur ella ein
hækkað tímajáttan loysir allar
trupulleikar. Menniskjan er ein
samansettur skapningur, og tað
er týdningarmikið, at vit skilja og
rúma hvørjum øðrum. Eitt gott
orð á vegnum kann gera undur
verk. Og stimra skúlahugin.
Ábyrgd skapar ábyrgd. Sjálvur
trúgvi eg, at børn, sum verða
hoyrd og sædd í skúlanum, verð
ur tú sjáldan vónbrotin av. Skúlin
skal vera eitt vakstrarhús, har
sjálvt tær mest skroypiligu og
sjáldsomu planturnar trívast
og næla. Eitt lyklaorð er virðing.
Eitt annað friður. Men tað er eftir
mínum tykki tann góða samveran
í skúlanum, sum letur upp hugans
gyltastu portur, staðfestir hann.
- Tað er stórt spell, at slíkt ráða
loysi skal valda innan skúlagátt.
Tað átti ikki at verið so torført
at verið saman við okkara egnu
børnum. Tað er framtíðin hjá
komandi ættarliðum, sum alt snýr
seg um. Sjálvur havi eg seinastu
árini skrivað og givið út nakrar
søgur, ístaðin fyri at hetta lá í
einari skuffu heima. Søgunámið
er úrslitið. Hóast vit liva í eini
talgildari tíð, so haldi eg ikki, at
vit skulu undirmeta bókina. Hon
er sum lívið. Uttan aldursmark.
Undirhaldandi og nemandi, sigur
Steintór Rasmussen.
- Og fyri at tað ikki skal vera
lygn, so kallast ein av søgunum í
savninum Klókasta barnið í Før
oyum. Men spurningurin vil jú
altíð verða, hvat sannur kunnleiki,
dugnaskapur og gløggskygni er,
leggur hann umhugsin afturat.
Fleiri útgávur
seinastu tíðina
Hóast kendur tónleikari og yrkjari
og við nógvum barnasangum í
skjáttuni, so hevur Steintór Ras
mussen seinastu árini eisini givið
út fleiri bøkur. Lívið er mítt lista
verk (2015), Deyðin fer í bindiklubb
(2016), Hevndin úr havsins dýpi
(2017), Sangskrínið (2017), Horvna
Rósan (2018), Seytjandi Maðurin
(2018), Ein er tíðin at liva (2019) og
nú eisini Søgunámið (2019).
- Mær hevur altíð dámað væl at
sungið og fortalt søgur. Og hetta
hava ikki bara verið góðar og
hugnaligar søgur. Sum lærari havi
eg eisini funnið upp á ymiskar
krimigátur og kløkkað børnini við
óhugnaligum spøkilissøgum, sigur
Steintór við einum skálkabrosi og
leggur afturat.
- Um tað er góður pedagogikkur,
mugu onnur døma um. Men um
søgan fangar hugin hjá barninum,
so er nógv vunnið. Vit mugu tora at
seta orð á okkara innastu kenslur
og á okkara bjartastu vónir. Og at
skilja umheimin og okkara egnu
tilveru. Skúlin er jú alt millum
himmal og jørð. Lívið er tín og mín
søga. Øll hava vit okkara dreymar
og ætlanir. Í søgunáminum royni
eg at vera á barnahædd. At vera
tann bæði friðaligi og avbjóðandi
næmingurin. Vit kunnu hava so
nógvar leiklutir og áhugamál, sig
ur hann til endans.
UM Steintór Rasmussen
Steintór Rasmussen er føddur í Klaksvík í 1960 og útbúgvin lærari. Frá ungum árum
hevur hann yrkt og skrivað tónleik og við íverksetarahugi sínum sett sjónligan dám
á samfelagið. Steintór er ein av Føroya mest fjøltáttaðu listamonnum og hevur sum
tónasmiður, sangskrivari, rithøvundur og fyriskipari laðað fleiri mentanarvarðar á
leiðini. Hann er ein av upphavsmonunum til tónleikabólkin Frændur og hevur eisini í
egnum navni, og til onnur at framføra, givið út ein hóp av sangum, sum eru vorðnir
fólkaogn í Føroyum. (Sprotin.fo)
Myndina hevur Allan Korsager Davidsen sniðgivið
Tíverri undra
vánaligu
úrslitini í
Pisakanningin
meg ikki. Hóast
undantøk
eru, so havi
eg leingi havt
tann keðiliga
varhuga,
at føroysk
skúlabørn vita
og lesa í minna
lagi