hósdagur 5. desember 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
20
VILMUND JACOBSEN
Í
seinastuni hevur nógv
umrøða verið av áhuga
num, sum stórtjóðir hava
víst Føroyum og Grønlandi,
og hetta hevur serliga verið á
breddanum, síðan amerikanski
forsetin, Donald Trump, fyrr í ár
segði seg vilja keypa Grønland.
Kina hevur eisini víst áhuga fyri at
gera stórar íløgur í Grønlandi, og
hetta hava hvørki amerikanskir
ella danskir myndugleikar hildið
so nógv um.
Í løtuni eru Føroyar á
breddanum, tí kinverska stór
fyritøkan Huawei vil selja 5G
tøkni til almenna føroyska
samskiftisfelagið,
Føroya
Tele. Boðini hjá amerikonsku
sendistovuni í Danmark eru
greið, og tey mæla frá ætlaða
samstarvinum við Huawei, tí
tey halda, at fyritøkan njósnast
fyri Kina.
Uttan at gera nakran ítøki
ligan samanburð - og uttan
yvirhøvur at blanda tingini
saman - var tað eisini tann tíð,
tá ávísur partur av føroyingum
hildu, at stóru russisku skipini,
sum komu til umvælingar
í Føroyum, njósnaðust fyri
Russland.
Men, eftirtíðin hevur víst,
at hetta samstarv so sanniliga
hevur verið Føroyum og før
oyskari vinnu at gagni gjøgnum
mong ár, og Føroyar vórðu
eisini fyrsta land í heiminum,
sum gjørdi eina sínámillum
fiskiveiðiavtalu við Russland.
Árni er ímyndin
Sosialurin hevur í blaðnum í dag
skift orð við Árna Dam, sum má
sigast at vera ímyndin av drúgva
samstarvinum millum Føroyar
og Russland gjøgnum hesi
mongu ár. Hetta samstarv hevur
røtur heilt aftur til hin 27. juni
í 1947, tá Skipafelagið Føroyar
gjørdist umboð fyri russisku
skipini um okkara leiðir.
Tá Árni Dam nevnir byrjanina
til hetta samstarv, nevnir hann
eisini danan, Christian Jensen,
sum hevði ymisk umboð, og tað
var hann, sum eggjaði skipa
felagnum til at átaka sær hesa
uppgávu, tí longu tá vóru nógvir
trolarar her uppi í Atlants
havinum.
Árni Dam vísir á, at fyrstu
ferð, hann hevði nakað við
Skipafelag Føroya at gera, var í
1960, meðan hann gekk í skúla.
Tá loysti hann av umborð á
Tjaldrinum onkra summarferiu
og eisini onkra jólaferiu.
Hann var eisini við Baki á
hemaraveiði í Kanada í 1962.
- Eg byrjaði í føstum starvi
hjá Skipafelag Føroya í 1963
sum stýrimaður og so árið eftir
- í 1964 - sum skipari umborð á
Skúgvi. Hetta var frystiskip, og
vit sigldu eitt nú yvir til Amerika
við flaki.
Árini 1965, 1966 og 1967 sigldi
hann sum stýrimaður við
Tjaldrinum, og her endaði hann
sum 1. stýrimaður. Meðan hann
var við Tjaldrinum, var Árni
Dam av og á umborð á teimum
smærru skipunum hjá felagnum
og loysti av sum skipari.
Seinni var hann eitt nú við
Bliki í Íslandi, og hann sigur, at
hetta var hørð siging, sum hann
tekur til.
Frystur fiskur
Árni Dam sigldi soleiðis árini
fram til 1974, tá hann kom inn
á skrivstovuna hjá Skipafelag
Føroya at arbeiða, og tað gingu
bert fá ár, til tað gjørdist partur
av hansara arbeiði at taka sær
av russisku skipunum og mann
ingunum í Føroyum.
- Samstarvið við russar
gjørdist fastur partur av mínum
arbeiði í endanum av sjeytiár
unum, og longu í 1981 vóru vit
við til at fáa avtalur í lag um
keyp av frystum russiskum fiski,
sum varð arbeiddur á Bacalao í
Havn og Lynfrost í Saltangará.
Árni Dam sigur, at frysti russ
iski fiskurin gav nógv arbeiði
á virkjunum, og hann heldur
fyri, at teir, sum fingust við
upptiðningina, gjørdist rætti
ligir spesialistar í at tiðna fiskin
upp til framleiðslu.
- Tað tók nakrar mánaðir at
finna út av, hvussu fiskurin
best kundi tiðnast. Tá hetta var
komið upp á pláss, fingust bestu
fiskavørur burtur úr russiska
fiskinum, og tað var javnan,
at fólk á virkjunum arbeiddu í
tveyskiftivaktum.
Hann vísir á, at samstundis,
sum virkini keyptu frystan fisk
úr Russlandi, vórðu føroysku
grunnarnir spardir fyri tey tons
ini, sum keypt vórðu, og hetta
samstarv helt fram langt til inn
í nítiárini.
- Tað vóru gjarna smáir
russiskir trolarar, sum fiskaðu í
Barentshavinum og komu heim
til Føroya við fiskinum, men tað
kom eisini fyri, at russisk farma
skip komu við frystum fiski.
Ísland og Skotland
Árni Dam sigur, at eftirlit var
við fiskinum, tá hann kom til
Føroya, og sum heild var hetta
góður fiskur. Men, tað kom fyri,
at onkur trolari varð avvístur,
tí mett varð, at fiskurin ikki var
nóg góður.
- Í byrjanini vóru tað serliga
føroyingar og norðmenn, sum
keyptu frysta fiskin frá russum.
Uppgávan hjá mær var at vera
millummaður. Vísti tað seg í
hendinga føri, at fiskurin ikki
var góður, fór eg til skiparan, og
so noyddist hann at viðganga, at
fiskurin var gamal.
Men, einki varar í allar ævir,
og soleiðis var eisini við frysta
russiska fiskinum í Føroyum, ið
líka sum helt uppat í endanum
av nítiárunum.
- Íslendingar, sum høvdu eitt
munandi lægri lønarlag enn før
oyingar, sóu nú, at teir kundu
geva meira fyri frysta russiska
fiskin enn føroysku virkini við
einum hægri lønarlagi megnaðu.
Lønarlagið hevði eisini við sær,
at íslendsku virkini kundu selja
fiskin bíligari út aftur og kortini
tjena pengar. Sama var við
Skotlandi, har lønarlagið eisini
var lægri enn í Føroyum.
Árni Dam vísir á, at tá Bacalao
- Tað verður ógvuliga trupult heilt at sleppa undan larmi, tá vit
eru ein fiskivinnutjóð við nógvum og tungum virksemi fram
við bryggjukantinum. Tað er sjálvandi keðiligt, har fólk hava
trupulleikar av larmi, men føroyingar mugu vera sinniligir
og ikki leypa framav. Ónøgdin má ikki fáa ta avleiðing, at
Føroyar missa laksamarknaðin í Russlandi og fiskiríkidømið í
Barentshavinum, tí tað kann gerast ein dyggur smeitur, sigur
Árni Dam, sum hevur samstarvað við russar í mong ár
FØROYAR HAVA
FØROYAR HAVA
DRÚGVAR ROYNDIR
DRÚGVAR ROYNDIR
Í SAMSTARVI VIÐ
Í SAMSTARVI VIÐ
RISAVELDI
RISAVELDI