hósdagur 5. desember 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
21
og Lynfrost soleiðis mistu
frysta russiska fiskin, sum
hevði verið týðandi grundarlag
undir virkseminum í fleiri ár,
noyddust virkini aftur at seta
sítt álit á Føroyagrunnin.
- Eg hevði eisini samband við
skotskar fiskaframleiðarar um
hesa tíðina. Teir søgdu, at allur
fiskurin, sum teir keyptu og
virkaðu, varð skorin við hond,
tí tá fingu teir meira burtur úr
honum. Men, hetta hevði ikki
latið seg gjørt við tí lønarlag,
sum var í Føroyum í mun til í
Skotlandi, leggur hann aftrat.
Russar á Skála
Árni Dam eigur sín stóra leiklut
í tí samstarvi, sum fekst í lag
millum føroyskar skipasmiðjur
og russisk reiðarí um skipa
umvælingar í Føroyum.
- Eg minnist, at táverandi
stjórin á Skála Skipasmiðju,
Óli Zachariassen, fór til Keyp
mannahavnar í einari roynd at
sleppa inn á gólvið á russisku
sendistovuni. Meðan hann var
í Keypmannahavn og uttan at
hava fingið nakra avtalu í lag,
ringir hann til mín og spyr,
hvussu hann skal bera seg at.
Eg spyrji hann fyrst, hvussu
hár, eygu, skógvar og buksur
eru, og síðan ringi eg til russisku
sendistovuna, har eg longu tá
hevði góð sambond. Tá eg hevði
snakkað við sendistovuna og
biðið tey tikið væl ímóti Óla
Zachariassen og givið honum
góðar sømdir, ringi eg aftur til
skipasmiðjustjóran og sigi, at
hann hevur fimm minuttir - so
er portrið til sendistovuna opið.
Endamálið hjá Óla Zacharias
sen á sendistovuni var at fáa
russisk skip, sum virka her um
okkara leiðir, til umvælingar á
Skála.
- Hetta gekk skjótt, og longu
hin 27. november í 1981, sum
kanska var ein mánað eftir
vitjanina á russisku sendi
stovuni í Keypmannahavn, kom
fyrsta skipið á Skála. Hetta var
russiski trolarin, Ilja Katunin.
Árni Dam vísir á, at avtalan,
sum spurdist burtur úr millum
partarnar, var, at eitt skip um
mánaðin skuldi koma á Skála
til umvælingar.
- Hetta samstarv gav í mong
ár nógv arbeiði á Skála Skipa
smiðju, og eg minnist, at tað eina
árið vóru ikki færri enn 44 russ
isk skip í dokkini á Skála. Eg fór
upp á brúnna á hesum skipum
og loðsaði tey øll inn á Skála.
Fram til 2004 var hetta gjørt í
starvi fyri Skipafelag Føroya og
árini eftir fyri Faroe Agency.
Hann sigur, at fleiri av russ
isku trolarunum fóru sjáldan
til Russlands. Onkrir fiskaðu á
Flemish Kap og komu á Skála
til umvælingar, samstundis sum
teir løgdu fiskin upp og skiftu
manning í Føroyum. Farmaskip
komu tá eftir fiskinum, og tey
høvdu ofta nýggju manningina
við og tóku teir, sum skuldu
heim.
- Tað var ikki óvanligt í
byrjanini av hesum tíðarskeiði,
at russisku fiskimenninir vóru
burtur í einar 8-10 mánaðir út í
eitt.
Eisini í Vági
Árni Dam vísir á, at tað gingu
ikki nógv ár, so kom Vágs Skipa
smiðja eisini við í samstarvið um
at umvæla russisk fiskiskip.
- Teir settu seg í samband við
meg, og vit fóru enn einaferð
til russisku sendistovuna í
Keypmannahavn. Í hesum føri
hugsaðu vit, at skipasmiðjan í
Vági kundi taka sær av teimum
smærru skipunum - skipum upp
í einar 64 metrar. Hetta kom so
eisini í lag, og í nøkur ár vórðu
tey smærru russisku fiskiskipini
umvæld á Vágs Skipasmiðju.
Árni Dam minnist eisini
onkrar hendingar í hesum tíðar
skeiði, sum kunnu vera verdar
at nevna.
- Eg haldi, tað var tíðliga í
nítiárunum, at fyrst ein russ
iskur trolari - og árið eftir ein
annar - fóru á land í Hetlandi
og fingu skaða. Hesir endaðu
báðir á Skála, har umvælingin av
øðrum skipinum kostaði einar 14
miljónir krónur - og umvælingin
av hinum einar 17. Hetta vóru
stór skip, kanska einar 120 metr
ar long. Trupulleikin var at gera
aksiltrekk í dokkini, tí dokkin
var ov lítil til tess.
Men, eftir at møguleikar
vórðu skaptir fyri, at skipini
kundu stinga gronina niðan á
vegin á Skála, bar til eisini at
gera aksiltrekk, meðan skipini
stóðu í dokkini.
Ófriður á Skála
Árni Dam ásannar, at tað var
ikki uttan trupulleikar ta fyrstu
tíðina, at russiskir trolarar og
russisk sjófólk komu til Skálar.
- Tað var onkur her í Føroyum,
sum royndi at øsa fólk upp um
hetta, og tað var kanska serliga
ungdómurin, sum læt seg øsa.
Um kvøldarnar hendi tað, at
russisk skip, sum vóru komin
á Skála til umvælingar, vórðu
dýkt undir við rotnum eggum og
ymiskum fruktum, sum vórðu
kastað inn á dekkið. Tað var so
galið til endans, at manningin
tordi ikki út á dekkið, og teir
vóru ógvuliga harmir um hesa
viðferð.
Men, so hendi nakað, sum
broytti alt.
- Eg bað táverandi blaðstjóran
á Sosialinum, Jan Müller, koma
við mær ein túr inn á Skála. Vit
fóru umborð, har Jan Müller tók
myndir av øllum svansinum,
sum lá inni á dekkinum, og
hann skrivaði eisini eina grein í
Sosialinum um hetta. Tá gjørd
ist fullkomiligur friður, og eg
kann gott siga, at russar síðan
henda dag hava verið sera væl
móttiknir, bæði á Skála og í Før
oyum sum heild, sigur Árni Dam.
Sjóvinna og larmur
Soleiðis, sum undangongumað
urin minnist, hevur ongantíð
verið gjørt burtur úr, at stóru
skipini, sum eru komin á Skála
til umvælingar, hava órógvað
við larmi. Í øllum førum er
hetta ikki nakað, sum hevur
fylt serliga nógv, tá havt verður
í huga, hvussu nógv fokus í dag
er júst á larm og royk frá stórum
skipum í Føroyum.
- Eg skal vera hin seinasti at
siga, at larmur frá skipum ikki
kann órógva, men tað undrar
meg, at hetta fyllir so nógv í dag,
tá hetta eftir øllum at døma ikki
hevur fylt nakað serligt á Skála,
har so nógv og stór skip eru
komin millum ár og dag.
Árni Dam heldur, at tað
verður trupult heilt at sleppa
undan larmi, tá vit eru ein
fiskivinnutjóð við nógvum
og tungum virksemi fram við
bryggjukantinum.
- Tað er sjálvandi keðiligt, har
fólk hava trupulleikar av hesum,
men fólk mugu eisini royna at
gera tað, tey sjálvi kunnu gera.
Her hugsi eg eitt nú um vind
eyguni, sum kanska ikki er nóg
væl ljóðbjálvað.
Hann heldur, at føroyingar
mugu vera sinniligir og ikki leypa
fram av, tí um henda ónøgd, sum
vísir seg við stóru havnaløgini í
dag, fær ta ávirkan, at Føroyar
eitt nú missa laksamarknaðin
í Russlandi og fiskiríkidømið í
Barentshavinum, kann hetta
gerast ein dyggur smeitur.
- Sjálvandi er einki forgjørt í,
at fokus er á hetta, har tað er ein
trupulleiki, og sjálvandi eigur at
vera roynt at finna skilagóðar
loysnir, sum gera tingini betri.
Ein partur av larminum stavar
sjálvsagt frá, tá farmaskip
eru her eftir fiski. Áður kundi
umskipast úti á reduni, men tað
er ikki loyvt longur. Men, verður
umskipað á reduni og ikki við
bryggju, missa havnaløgini
sjálvsagt inntøkur.
Árni Dam sigur, at russar
eru væl vitandi um ónøgdina í
pørtum av landinum við larm
frá skipum.
- Longu, tá vit byrjaðu, varð
avtalað, at vit tvær ferðir um
árið skuldu fara til Russlands at
heilsa upp á samstarvspartarnar
har, og vit hava nýliga verið har
yviri. Tað hevur stóran týdning
fyri okkara viðskiftafólk í
Russlandi, at tey kunnu kenna
seg trygg við umstøðurnar her
heima. Eg fegnist um, at arbeitt
verður við loysnum, men tað
verður neyvan lætt at bera
so í bandi, at einki hoyrist frá
stórum skipum, sum koma higar
til lands.
Hann vísir á, at hetta í fleiri
førum eru gomul skip, og tað
er neyvan bara sum at siga tað
at syrgja fyri, at skipini kunnu
koyra upp á landstreym, tí hetta
krevur helst eina umfatandi
umbygging.
Hevur tænt okkum
Maðurin, sum hevur brúkt 40
ár av sínum lívi til samstarv um
vinnuligt virksemi í Føroyum,
heldur, at vit føroyingar mugu
royna at finna út av, hvussu vit
loysa trupulleikan við larmi,
sum nú vísir seg at vera, men vit
mugu so sanniliga eisini hugsa
um, hvat vit kunnu missa.
- Samstarvið millum Føroyar
og Russland førdi til, at vit á
sumri í 1977, sum fyrsta land
í heiminum, gjørdu eina
sínámillum fiskiveiðiavtalu
við Russland, og her áttu bæði
Atli P. Dam og Petur Reinert sín
stóra leiklut, sigur Árni Dam,
sum í mai í 2003 formelt varð
útnevndur russiskur konsul í
Føroyum.
Undangongumaðurin er onga
løtu í iva um, at samstarvið
millum Føroyar og Russland hesi
árini hevur verið fyrimyndarligt,
gevandi og arbeiðsskapandi, og
Føroyar hava notið nógv gott av
hesum samstarvi.
Árni Dam, sum hevur brúkt 40 ár av sínum lívi
til samstarv um vinnuligt virksemi í Føroyum,
heldur, at vit føroyingar mugu royna at finna út
av, hvussu vit loysa trupulleikan við larmi, sum
nú vísir seg at vera, men vit mugu so sanniliga
eisini hugsa um, hvat vit kunnu missa