Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 22 Tíðargrein Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi FRÆLSI KEMUR IKKI AV SÆR SJÁLVUM Samstarvsavtala, altjóða umboðan og vinarskapur millum Føroyar og Katalonia gjørdu, at leiðin í undanfarnu viku lá uttanlands. Hetta var ein øðrvísi og hendingarík ferð og vika, sum stóð í ljósinum av politisku kreppustøðuni í Katalonia., skrivar Kristina Háfoss í tíðargrein í dag Seinni partur V it eru í gongd við so­ kall­aðu 4. ídnaðar­koll­ veltingina í løtuni. Alt gerst alsamt meira talgilt, og talgilding fer fram í sam­felagnum um vit vilja tað ella ikki. Vit kunnu velja at lata onn­ ur taka avgerðir – og lata upp til til­vildina – ella vit kunnu taka støðu til, hvussu vit ynskja at grund­leggjandi talgilda undir­ støðu­kervið skal vera til frama fyri land og fólk. Vit hava valt seinnu loysnina. Tað snýr seg eisini í stóran mun um, at vit mugu hava sjálvræði á hesum týð­andi undirstøðukervinum fyri okkum øll. Tað snýr seg eisini um, at geva borgarum ræði yvir egn­ um dátum, at skapa størri trygg­ leika í dátu­samskiftinum, at veita betri tænastur, at skapa størri gjøgn­umskygni, at gera daglig­ dagin lættari fyri borgarar – og at tryggja, at persónligi talgildi samleikin hjá føroyingum ikki verð­ur stýrdur av øðrum, enn før­oy­ingum sjálvum. Tí Talgildi sam­leikin verður meira enn bara ein talgildur lykil. Hesin verður eitt talgilt borgarakort og yvir tíð eisini eitt talgilt pass. Tað snýr seg tí eisini um talgilt sjálvbjargni. Føroyar millum fremstu talgildu lond Føroyar eru sera framkomnar tá tað kemur til talgildar loysnir og KT-skipanir á fleiri økjum. Eitt nú eru okkara skattaskipan, talgilda heilsuskipan og búskaparskipan landsins í heimsflokki. Eisini er okkara tele- og samskiftisnet sera framkomið. Hartil kemur so talgilda undirstøðukervið, sum vit nú menna við Talgildu Føroyum. Smátt er gott Tað sum hugtekur onnur er, at vit í Føroyum hava megna at vera millum fremstu lond innan tal­ gilding – hóast vit bert eru 52.000 fólk. Men tað er júst hetta, ið eg nýtti høvi til at vísa á, er fyri­mun­ ur okkara. Tí talgildingin ger, at júst smáar tjóðir og smærri býir hava møguleika at ganga á odda tá umræður talgildar loysnir til frama fyri borgarar, vinnu og samfelagið. Tí tað eru tey, ið lætt­ast og skjótast kunnu tillaga seg til nýggju tíðina og støðugt broyttu fyritreytirnar, ið fara at ganga á odda frameftir, og har hava smærri tjóðirnar, so sum før­oyingar, ein stóran fyrimun – um vit gagnnýta møguleikan á rættan hátt. Øll omanfyrinevndu viður­ skifti kom eg inn á í røðuni sum eg helt á ráðstevnuni. Altjóða samstarv um talgildar loysnir Næsta ráðstevnudagin varð eg boð­in at luttaka á serstakari ar­ beiðs­degi saman við 30 ser­frøð­ ingum av ymiskum slagi, sum eisini vóru millum røðarar á ráð­ stevnuni. Saman við fleiri um­ boð­um frá World Bank og borgar­ stjóranum í Izmir - 3. størsta býi í Turkalandi - fingu vit til uppgávu, í smærri bólkum, at ar­beiða við ítøkiligum loysnum, ið kunnu geva fólkinum í Izmir meira fólka­ræði, betri tænastur, størri gjøgn­um­ skygni. Nýggi borg­arstjórin hevði ynski um, at byggja býin á heilt onn­ur virðir, enn tað, ið ovasti leið­ari landsins fremur. Hetta var eitt spennandi átak at luttaka í, og verða niðurstøðurnar og úrslitini send okkum í næstum. Eisini fingu vit sum luttóku innbjóðing frá borgarstjóranum, at koma til Izm­ir. Borgarstjórin í Barcelona bjóðaði Um kvøldið henda fyrsta ráð­ stevnu­dag, hevði borgarstjórin í Barce­lona eisini bjóðað til døg­ urða. Hesin varð hildin í sjálvum ráð­húsinum, har eg luttók saman við øðrum røðarum og luttakarum frá ráðstevnuni. Ein avbera vakur bý­ráðsbygningur, ið osaði av rík­ari søgu og mentan. Nógvar spenn­andi samrøður við fólk úr al­skyns londum. Føroyar serstakar – bæði so og so Hetta var fyrstu ferð, at Føroyar høvdu bás á hesi talgildingar ráð- og framsýningarstevnuni í Barce­lona. Føroyski básurin var væl vitjaður, og vórðu nógvar sam­røður og ávís sambond skapt. Klintra, Føroya Tele, Tal­ gildu Føroyar, Hugskotið og Tórs­havnar kommuna vóru um­ boðað á básinum hesa fyrstu ferðina. Umframt hesa ráð- og framsýningarstevna, so var ein av heimsins størstu ferða­vinnu­ ráð­stevn­unum hildin beint við síð­una av. Leiðin lá tí eisini yvir at vitja føroyska ferðavinnubásin. Har var úr at gera, og ótalligir fund­ur í gongd við nýggjar og ver­andi kundar, ið ynsktu at keypa upplivingar í Føroyum til kom­andi ár. Flott at uppliva, at før­oyski básurin helst var millum best vitjaðu av norðurlendsku bás­unum. Jú, sanniliga er tað serstakt at vitja Føroyar – og at liva í Før­oy­ um. Amnesty International og ST nevnd átala Spania Henda fyrsta ráðstevnudagin – sum eisini var dagin eftir, at eg hevði vitjað politisku fangarnar í fongslinum – kom Amnesty Int­ er­national út við frágreiðing og áheitan á sponsku stjórnina um, at leyslata fangarnar og tryggja at mannarættindi verða vird. Vón­andi kann henda áheitan, sum kemur umframt áheitan frá eitt nú ST nevndini – UN Group on Arbitrary Detention - vera við til, at skunda undir eina loysn á polit­ isku kreppuni í Katalonia. Á vitjan hjá forsetanum í parlamentinum Áðrenn leiðin lá til Katalonia vendi eg mær til parlamentið, fyri at vita, um til bar at koma á vitj­an í parlamentsbygninginum. Fekk stutt eftir innbjóðing frá for­ set­anum í parlamentinum – Roger Torrent – um, at koma á vitjan hjá