Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 23 honum. Hósdagin í vikuni lá leiðin tí út í katalanska parlamentið. Vit fingu gott prát um støðuna í Katalonia og avbjóðingarnar í samgongusamráðingunum fyri framman í Spania. Katalansku fullveldisflokkarnir avgerandi Val hevur júst verið til spanska parla­mentið – fyri 4. ferð í 4 ár. Úrs­litið er, at fullveldisflokkarnir í Kata­lonia standa sterkari enn nakrantíð áður. Bæði í Katalonia og í spanska parlamentinum. Sam­stundis hevur ein víðgongdur høgra-flokkur, Vox, tikið seg fram. Spanski javnaðarflokkurin ynskir at skipa eina vinstra-stjórn, men hetta kann bert gerast við stuðli frá í minsta lagi einum av stóru full­veldisflokkunum í Katalonia, ERC. Forsetin í parlamentinum og eisini Carme Forcadell eru limir í hes­um flokki. Tey seta sum krav fyri samstarvi, at spanska stjórnin fer undir samrøðu og samskifti við katalansku stjórnina, men um í skrivandi løtu er ikki greitt, um hetta fer at geva úrslit ella ikki. Vónirnar vóru ikki tær bestu – men tað er sjálvandi at vóna tað besta. Á vitjan hjá tingfólkum Forsetin í parlamentinum vísti mær kring vakra og stásiliga parla­mentsbygningin. Eisini vóru vit í tingsalinum, har salurin var merktur av, at gul bond hanga á teimum stólum, har tingfólk ikki kunnu møta vegna serligu støðuna við politiskum fangum. Parla­mentsbygningurin er um 300 ára gamal, og var sera stásiligur karmur um týðandi lógararbeiðið inn­anfyri húsaveggirnar. Eftir fund og rundferð hevði eg fund við tingfólk úr full­veldis­ flokkinum Junts per Catalunya – Saman fyri Kata­lonia – ið er ein av stóru fullveldisflokkunum í Katalonia. Hetta er eisini flokk­ ur­in hjá Carles Puigdemont og kata­lanska ráðharranum fyri tal­ gild­ing, Jordi Puigneró. Áhugin fyri Føroyum stórur Endaði dagin aftur á ráðstevnuni, har eg gjørdi samrøður við fólk, ið ynsktu at hoyra meira um Føroyar. Varð boðin at røða um Føroyar á eini komandi Smart City Expo Congress í Ukraine komandi ár. Tosaði eisini við ein stjóra á einum fróðskaparsetri í Barcelona. Hann granskaði eisini við síðuna av, og arbeiddi nú við at lýsa støðuna hjá ymiskum tjóðum tá umræður atlimaskapir í ST-felagsskapum. Eisini hann hevði staðfest, at Føroyar hava serstaka støðu. Tí vit eru ikki skrásett sum klassiskt hjálandaveldi í ST, men hava hóast hetta fingið atlimaskap í nógvum ST felagsskapum. Vit hava í løtuni atlimaskap í UNESCO, FAO og IMO, og eru ætlanir um fleiri. Um­ røddu eisini týdningin av sjálvs­ av­gerðarrætti hjá tjóðum sum tí føroysku og katalansku. Spanska stjórnin mótarbeiðir katalansku stjórnini Spanska stjórnin tykist í løtuni at royna at fella alt, ið katalanska stjórn­in fæst við. Politisku mót­ støðufólkini eru fongslað 9-13 ár. Fyrrverandi forsetin og fyrr­ver­ andi ráðharrar eru í útlegd. Mill­ um 700 og 800 borgarstjórar eru ákærd­ir. Alt bert vegna tað, at skipað er fyri eini fólkaatkvøðu. Í hesi viku fekk spanska stjórnin stongt 3 sendistovur uttanlands hjá katalansku stjórnini, við hjálp frá hægsta rætti. Eisini samtyktið spanska parlamentið í vikuni, at spanska stjórnin fær heimild at stongja heimasíður, og fara inn á fartelefonir v.m. uttan at skula fyri dómara áðrenn. Hetta er, sum skilst, ætlanin at brúka til at forða fyri, at katalanska stjórnin gerst ov framkomin á talgilda økinum. Samstarvsavtala millum Føroyar og Katalonia fyri hægstarætt Meðan vit vóru stødd í Katalonia komu eisini tíðindini um, at sjálvt undirskrivaða avtalan millum Føroyar og Katalonia um samstarv innan talgilding, nú varð løgd fyri hægsta rætt í Spania – av sponsku stjórnini. Enn ein roynd at forða fyri tí, ið katalanska stjórnin ar­ beiðir við. Tíbetur fráboðaði nú­ ver­andi landsstýrismaðurin í tal­gilding beinanvegin, at uttan mun til avgerðina hjá spanska hægsta­rætti í hesum máli, so fer samstarvið millum stjórnirnar í Kata­lonia og Føroyum at halda áfram. Hetta var greið tala, og hevur stóran týdning fyri fram­ hald­andi samstarvið. Spanska stjórnin stevnt núverandi forsetan Tað var eisini sigandi um støðuna í Katalonia, at tann eina morgunin, tá sjónvarpið varð tendrað, so var beinleiðis sending, har nú­ verandi forseti teirra varð av­ hoyrdur av dómara. Sjálvt nú­ ver­andi forsetin hjá katalanum er beindur í rættin av spanska stat­inum. Í hesum førinum fyri, at hava hongt ein bannara utt­an­ fyri stjórnarbygningin, ið hevði áheitan um leyslatan av pol­it­isk­ um fangunum sum eru í fongsli og í útlegd. Hvør dómurin verður, fáa vit at síggja í næstum. Ongin verulig uppgerð eftir Franco Spania er í stóran mun merkt av, at tey ongantíð fingu eina veru­ liga uppgerð – eftir at eina­ræðis­ ráð­harrin, Franco, doyði í 1975. Fólkini hjá Franco vórðu verandi í somu størvum eftir at Franco fór frá – í fyrisitingini, í vinnuni og í rætt­arskipanini. Úrslitið síggja vit í dag. Spanska stjórnin kundi annars eisini valt eina heilt aðra leið. Kundi valt at farið í samskifti og samrøðu við katalansku stjórn­ina, og kundi givið teim­um størri sjálv­ ræði. Hesin møgu­leik­in var tøkur bæði áðrenn fólka­at­kvøðuna í 2017 og hevur verið tøkur síðan, men spanska stjórn­in vil ikki sam­skifta um loysnir á politisku støð­uni. Hetta ger støðuna alsamt meira trupla og alsamt meira spenta. Umfatandi mótmæli Úrslitið er eisini, at alsamt fleiri fólk nú luttaka í mótmælistiltøkum. Nýggjasta átakið er sokallaða ”Tsun­ami Democratic” – tann fólka­ræðisliga tsunamiin. Fleiri 100.000 fólk hava meldað seg til, at fáa fráboðanir um tiltøk og møta upp – ofta við stuttum skotbráði. Hetta hevur stongt motorvegir, ávirkað flogvøll v.m. í fleiri umfør­ um seinastu tíðina. Dentur verður lagd­ur á, at talan skal vera um frið­arlig mótmælistiltøk, men tá nógv fólk savnast hevur tað víst seg í nøkrum førum, at elva til ófrið millum løgregluna og nøk­ ur av mótmælisfólkunum. Fleiri upp­tøkur hava eisini víst, at løg­ regl­an er farin harðrent fram móti mótmælisfólkum, og hetta hevur skapt enn størri ótta og ónøgd­ semi. 70% undirtøka fyri nýggjari fólkaatkvøðu Spurnarkanningar vísa, at und­ irtøkan fyri at halda eina fólka­ atkvøðu afturat um fram­tíð­ar­ støð­una hjá Katalonia hevur helst ongantíð verið størri. Nýggj­asta spurnarkanningin, ið varð almannakunngjørd meðan vit vóru í Katalonia vísti, at 70% av katal­anum ynskja nú enn eina fólka­atkvøðu. 49% siga seg vilja, at Kata­lonia gerst sjálvstøðugt land, meðan 41% eru ímóti. Rest­ in ivast. Fyri 10 árum síðan varð und­irtøkan fyri at gerast sjálv­ støð­ugt land, helst minni enn helvtin av hesum. Hetta vísir bara, at spanska stjórnin hevur valt heilt skeiva kós, um ynskt verður at sleppa undan at Katalonia gerst sjálv­støðugt land. Altjóða samfelagið má krevja samrøðu millum partarnar Vit vita, at trýst elvir til móttrýst. Støðan vil tí gerast alsamt spent­ ari og trupulari so leingi sum part­arnir ikki seta seg til borðs at við­gera støðuna, og finna loysnir. Trýstið frá fólkinum gerst alsamt størri, men sum støðan er, so verður eisini neyðugt við altjóða trýsti, fyri at fáa sponsku stjórnina at velja samráðing og samrøðu – framum verandi framferð. Helst verður neyðugt við altjóða mekl­ ing millum partarnar. ”Tann, sum tegir, samtykkir” Góðtaka vit stilltigandi hetta sum í løtuni hendir í Katalonia, so kann hetta henda í øðrum pørtum av Europa í framtíðini. Og vit skulu sjálvandi ikki góðtaka brot á manna­rættindi og politiskar fang­ ar í Europa í 2019. Tí skulu vit bróta tøgn­ina. Tað er ófatiligt, at leiðarar hjá flestu europeiskum tjóðum eru so stilltigandi um hetta álvarsmál. Her er ”larmandi tøgn” í Europa. Vónandi fer søgan ikki at vísa, at europeisku leiðararnir - einaferð enn - ikki hava tikið neyðug stig í tøk­um tíma. Tá leiðin lá heim aftur til Før­ oy­ar, var vónin, at hesir dagar hava gjørt mun. Fyri tey, sum av órøttum eru fongslað vegna teirra arbeiði fyri fólkið. Fyri tey, sum í dag arbeiða fyri, at fáa samrøðu og loysnum millum stjórnirnar í Spania og Katalonia. Fyri meira vitan um Føroyar úti í heimi. Og vónandi er eisini plantað fræ, ið koma at spíra og geva ávøkstur fyri samstarvið millum Føroyar og Katalonia - nú og í framtíðini. Altjóða viðurkenning av sjálvsavgerðarrætti avgerandi Støðan í Katalonia vísir eisini so sólarklárt ovurstóra týdningin av, at fáa staðfest og altjóða viðurkent sjálvsavgerðarrættin hjá eini tjóð. Hetta er eisini galdandi fyri før­ oyingar. Tí bert við altjóða við­ur­ kend­um sjálvsavgerðarrætti vilja vit sjálvi veruliga kunna taka støðu til okkara framtíðarstøðu sum land og tjóð – og vera trygg við, at eitt úrslit á eini komandi fólka­atkvøðu verður virt av øðr­ um tjóðum. Higartil hava danskir mynd­ ug­leikar ikki vilja fráboðað Sam­ eindu Tjóðum, at føroyingar hava sjálvsavgerðarrætt sambært al­ tjóða rætti – og tað er ikki uttan or­søk. Eitt samt Løgting eigur tí at krevja, at hetta verður gjørt, so vit tryggja okkum og okkara eftir­ kom­arum henda rætt – tí frælsi kem­ur ikki av sær sjálvum. Heldur ikki eftir eina fólkaatkvøðu. Tað sóu vit í Katalonia í 2017. Tað sóu vit í Føroyum í 1946. Og tað kunnu vit uppliva aftur, um vit ikki fáa sjálvsavgerðarrætt okkara staðfestan og altjóða viðurkendan.