hósdagur 5. desember 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
S
einast í november var ein stevna
í Føroyum fyri fólk, sum týða
føroyskan tekst til onnur mál. Vit
kunnu umrøða ein av luttakarun
um, russaran Andrei Melnikov.
Tað merkisverda við Andrei er, at hann
hevur týtt bókina hjá Sigert Patursson
”Á ferð í Siberia” til russiskt. Hetta hevur
hann verið førur fyri at gera, tí hann dugur
væl føroyskt. Eisini dugur hann millum
fleiri onnur mál eisini danskt. Upprunaliga
er bókin skrivað á donskum, so Andrei
hevur kunnað týtt bæði úr føroysku og
upprunaligu donsku útgávuni.
Henda útgávan kom út sum bók í 1901,
men í 1994 kom hon út á føroyskum, týdd
av Sigrið av Skarði Joensen.
Ein slík bók hevur sjálvandi áhuga fyri
ein russara, tí Siberia er ein týðandi partur
av Russlandi. Her er nógv áhugavert tilfar
um lívið í Siberia. Sigert kom víða um, og
henda ferðin má sigast at vera um eitt
rættiligt avrik, tá ið hugsað verður um
umstøðurnar tá í tíðini.
Tað verður sagt í ættini, at hansara
skriving um Siberia hevur verið brúkt sum
undirvísingartilfar í Europa, har lítil vitan
var um hetta veldiga økið.
Andrei fór fyri nøkrum árum síðani
undir at týða bókina, og tann 26. august í ár
kom hon út á russiska forlagnum Paulsen.
Hon varð løgd fram á eini bókamessu í
Irkutsk í Siberia.
Í bókini hevur Andrei skrivað eitt fororð,
har hann eisini greiðir frá føroyskum
viðurskiftum og um Patursson fólkini.
Sigert var heimsborgari
Tað er nokk so nógv skrivað um Sigert,
serliga í samband við Siberiaferðina. Tá ið
føroyska týðingin kom út í 1994 skrivaði
Turið Sigurðardóttir, dóttir Sigrið, eina bók
um umfatandi virksemið og ferðingina
hjá Sigert, eisini nógva aðra staðni enn í
Siberia.
Sigert var føddur í 1869 í Kirkjubø.
Hann var beiggi Jóannes bónda. Tað
fyrsta sum frættist alment um hann er í
Dimmalætting 15.juni 1889, har tað stendur:
Postdampskibet Thyra ankom i Tors
dags her til fra Island via Klaksvig og
afsejlede samme dag til Kjøbenhavn via
Trangisvaag og Granton. Som passagerer
til Leith medfulgte besætningen fra den
sunkne Brig Lawrence og til Kjøbenhavn
hr. Sigert Paturs
son.
Sigert hevur tí
skil verið einasta
ferðafólk úr Før
oyum. Men hann
fór í land í Leith
og fór til Keyp
mannahavnar
eina viku seinni.
Tað er hansara
Sibiriuferð, sum
serliga hevur gjørt
Sigert kendan. Men tað er minni kent, at í
1907 kom út hansara bók Gennom Ryssland
under revolutionen. Hetta er kollveltingin
frá 1905-1907.
Hetta er ikki minni forvitnislig bók,
men hon er ikki so lættlisin sum Siberiu
bókin. Hon er 139 síður út í eitt uttan
innihaldsyvirlit ella yvirskriftir og uttan
myndir. So er hon á svenskum, sum er
tyngri at lesa enn danskt. Tað er løgið at
ongar myndir eru í hesi bók, tá ið hugsað
verður um allar tær myndir, hann annars
hevur tikið.
Henda bókin er eisini á russiskum,Tað
kundi verið áhugavert at fingið hana á
føroyskum. Í komandi parti verður greitt
nærri frá hesi bók.
Ferðin til Føroya í 1925.
Sigert var tríggjar ferðir aftur í Føroyum.
Tann eina ferðin var í 1925. Tá varð nokk so
nógv skrivað í bløðunum, sum eisini lýsir
hann sum persón.
Tann 2. september verður lýst í bløðunum:
Sigert í Kirkjubø greiðir frá ferðum
sínum í Marokko og aðrastaðni í Havnar
Bio hósdagin 3.september kl. 9. s.p. Entré 1
kr. børn 0,50.
Tann 5. september greiðir Tingakrossur frá
hesum fundi:
Til fyrilesturin hjá Sigert í Kirkjubø var ein
slík trokan av fólki, at nógv máttu rýma
avstað aftur, tí tey sluppu ikki inn. Javnliga
varð avbrotin av fólki, sum stuttleikaði
sær, tá ið hann greiddi frá forvitnisligum
ferðum í 44 ár, hann hevði ferðast um
mestan partin av heiminum. Hann segði
frá sínum lívi millum heidningarnar uppi
norðast í Sibirien, har ið frysti upp til 70
gradir um veturin, har summarið vardi 3
mánaðir og veturin 9.
Mesta føðin var ráur fiskur og rátt
kjøt. Eisini greiddi hann frá sínum ferðum
suður gjøgnum alt Europa, Asiu og Norð
urafrika undir gløðandi sól og endaði við
frásøgnum úr Marokko.
Forvitnisligt var at hoyra, at ein partur
av fólkinum í Afrika strondini er ljósleitt
og bláoygt og líkt germanskum og norð
urlendskum fólki. Hann helt tað koma av,
at norðurlendskir víkingar í forum høvdu
vitjað strendurnar har á leið.
Tingakrossur spyr, um hetta ikki
munnu vera eftirkomarar hjá teimum
landsmonnum, sum sjórænarar tóku við
sær á sínum ránsferðum.
Um drúsarnar segði Sigert, at tað fólkið
kundi ikki roknast fyri eina tjóð á nakran
hátt. Tað er tað reina røvarapakk.
Røðarin greiddi frá, at hansara starv var
at fáa alt politiskt stríð og trúnaðarstríð
niðurlagt. Hann hevði vitjað Folkenes
Forbund í Geneve, talað við menninar har
og lurtað eftir røðum. Men hann vænt
aði ikki, at veraldarfriðurin kom við tí
grundarlagi, teir vildu leggja undir friðin,
nevniliga tað, at rætturin skuldi gjalda. Tað
skuldi ikki vera so, tí hvat var rættur?
Grundarlagið fyri friði og sameining
mátti vera skylda (plikt), ta plikt, hvør
kendi innan í sær at gera tað rætta.
Hann rósti danskarum, sum hann hevði
hitt úti um heimin. Men hann segði seg at
vera sjálvstýrismann, og at tað nú var tíð
hjá føroyingum at koma sær undan danska
formyndaraskapinum.
Lógvaklappanin var hvøll, tá ið talarin
endaði sina røðu, sum hevði vart tað mesta
av tveimum tímum.
26. september stendur í Tingakrossi:
Sigert í Kirkjubø greiðir frá ferðum
sínum í ymiskum londum sunnudagin 27.
september kl 4 sp í Havnar Bio. Gjald 1 kr.
Mánakvøldið 28. september kl.8 røðar
hann í Avhaldshúsinum yvir evnið:
Langabbi Andrei var við sovjetiska
herinum við til at vinna á týska
herinum við Stalingrad í 1943. Og
so dugur hann føroyskt og hevur
týtt Sigert í Kirkjubø til russiskt
SIÐSØGA
Russiski Andrei:
FRÁ BARDAGAN VIÐ
STALINGRAD Í 1943
TIL SIGERT Í KIRKJUBØ
Heiti á bókini er “Ot Farer do Sibiri”,
sum lætt at skilja
Amdrei við bókini, hann hevur týtt.