hósdagur 5. desember 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
25
Komandi partur
Komandi partur verður enn ein partur úr gamla kirkjugarðinum undir Svínaryggi.
Um tvær vikur kemur seinni partur um Sigert í Kirkjubø
Onga partípolitiska agitatíón í Føroyum,
ongar politiskar, ongar teologiskar sektir
uttan ein sameind Føroya tjóð.
Gjald 50 oyru.
Tann 4. november verður lýst í Tingakrossi
Sigert í Kirkjubø røðar um Føroya
frælsi í nánd í teatursalinum í Tórshavn
tann 5. november 1925 kl. 8 s.p. Fyri at
stundin skal eiga serstakan hátíðardám
verður røðan umgird við songi við
musikakkkompagnement, har í millum
Føroya Ríkis marchi og ljómum til Føroyar,
ið røðarin hevur yrkt og sett tónleik til.
Atgongd 1,50 og 1. Billetkassin við
inngongdina verður upplatin kl. 7.
Sigert I.
Her tykist Sigert at vera komin á eitt
hægri støði. Spurningurin er hví hann
nú undirskrivar seg Sigert I. Um hann
sær seg sjálvan sum fyrsta drott í einum
føroyskum ríki!
Tann 21.oktober boðar Tingakrossur frá:
Nýtt blað
Mánadagin kom út nýtt føroyskt
blað Føroyar, leiðandi blað fyri Føroya
Ríki, Føroya tjóð, Føroya Ríkisstjórn.
Blaðstýrari og útgevari er Sigert
Patursson í Kirkjubø. Blaðið er til støddar
gott og væl sum FF, blaðið hjá Føroya
Fiskimannafelag, men einki er sagt frá,
hvussu ofta tað er ætlað at koma út.
Innihaldið í hesum fyrsta nr. er ymiskt:
Stutt uppskot til stjórnarliga grundlóg
fyri Føroyar, Til sjálvstýrismenninar, Til
kvinnuna í Føroyum, Føroya skúli, Føroysk
vakurleikahøll, Føroya flagg, Danmarks
norðasta amt, Føroya peningur, Myndir
av Føroyum, Vøruhús Føroya o.a.
Nú sær út til at ferðin er komin at enda
og tann 7. november er henda lýsing í
Tingakrossi:
Sigert í Kirkjubø fer í hesum mánað at
ferðast til Stocholm, Leningrad, Kina,
Japan, Amerika. Hann skal síggja seg
um, hann skal tosa við fólk og greiða frá
Føroyum.
Áðrenn hann fer avstað, røðar Sigert í
Kirkjubø í Tórshavnar Teatursali leygar
dagin tann 7. november kl. 8 s.p. um sínar
ferðir í Palestina millum jødar, arabar,
nestirianar, munkar, pílagrímar, drusar,
beduinar. Hann tosar um lívið í Jerusalem
og um lívið millum turkar og persar.
Seinasta fyridrag í Tórshavn fyri hesu
ferð heldur Sigert I. sunnudagin tann 8.
nov. Kl. 4. s.p. í teatursalinum. Evnið er:
Stórpolitikk í Føroyum og útheiminum
viðvíkjandi.
Atgongukort kosta 1 kr. fyri hvørt fyri
dragi.
Bæði fyrri og seinni partur av hesum fundi
lýsa ein mann á einum serligum støði. Bara
tað, at ”Stórpolitikkur í Føroyum” verður
tikið upp á tungu í 1925 er heilt serligt.
Hansara hugsjónir munnu hava verið
væl meintar men nokk so veruleikafjarar.
Sigert var aftur í Føroyum í 1928, men tá
er ikki eitt orð um hann í bløðunum.
Andrei fekk ungur
áhuga fyri Føroyum
Spurningurin er, hvussu ein vanligur
russari í Moskva kann fáa ein slíkan áhuga
fyri Føroyum, at hann lærir seg málið og
síðani fer at týða føroyska bók til russiskt.
Hetta byrjaði við, at hann sum smá
drongur fekk áhuga fyri Íslandi, kanska tí
hann hevði hoyrt um gomlu víkingarnar.
Hann fekk hendur á ein íslendska orða
bók og fór at læra seg íslendskt. Tískil kom
hann at duga íslendskt, tá ið hann var 13
ára gamal.
Sum fráleið fekk hann eisini áhuga
fyri Føroyum, kanska eisini tí hann frætti
um tiltikna fótbóltsdystin í Landskrona
á sinni. Tá avgjørdi hann, at hann skuldi
eisini fara at læra seg føroyskt og fekk fatur
í eini lærubók í føroyskum. Tað var ikki
lætt at finna tilfar um Føroyar í Russlandi,
men hann fekk tó hendur á skaldsøgur hjá
William Heinesen á russiskum.
Alt hetta skapti so aftur áhuga at fáa
sær eina útbúgving í Íslandi, hagar hann
fór 21 ára gamal.
Andrei fekk so áhuga fyri at koma at
kenna føroyingar. Hann byrjar eisini at
læra føroyskt. Hann skrivar til Fróðskapar
setrið og spyr um tey kundu skaffa honum
ein føroying at samskifta við.
Tann fyrsti, hann frætti frá, var ein
russari! Hetta var tann í Føroyum kendi
Ivan Moskalenko, nú Eysturland, sum tá
var komin til Føroyar, og sum eisini dugdi
føroyskt.
Hetta førdi so til, at eg sjálvur kom at
kenna Andrei. Hann kom fyrstu ferð til
Føroya í 1999, og tá dugdi hann longu at
tosa føroyskt. Hann búði hjá okkum í Havn
og vit komu tá rættuliga at kenna henda
sera gløgga og dámliga mannin. Umframt
føroyskt og íslendskt, so skilir hann eisini
grønlendskt og onnur forkunnug mál.
Her fekk hann eisini fleiri føroyskar
vinir og koma eisini víða hvar í landinum.
Aftaná sína útbúgving í Íslandi hevur
Andrei eisini arbeitt á russisku sendistov
uni í Reykjavík, og her kom hann eisini í
samband við føroyingar.
Seinni er Andrei tó fluttur aftur til Russ
lands, og hann arbeiddi eitt skifti í russiska
uttanríkisráðnum.
Andrei: Langabbi bardist
við Stalingrad!
Ein tann ræðuligasti bardagin í nýggjari
tíð var týska innrásina í Sovjet í 1941, og
serliga var hetta galdandi fyri bardagan um
Stalingrad, sum rættuliga var byrjanin til
endan hjá Hitler.
Omanfyri tvær milliónir doyðu antin
beinleiðis ella óbeinleiðis í tí ræðuliga
bardaganum við Stalingrad. Fyri flestar
føroyingar er hetta bert ein partur av
heimssøguni sum so nógv annað. Men tað
er tað ikki fyri Andrei, tí langabbi hansara
var í sovjetiska herinum øll árini, har hann
millum annað var í bardaganum við Stalin
grad.
Langabbi sníkti seg í kríggj
Tá kríggið brast á í Russlandi í 1941, var
langabbi í móðurætt 37 ára gamal, og
hann var tískil so gamal, at hann varð
ikki innkallaður í herin. Ein morgunin
langomma vaknaði, legði hon til merkis, at
maðurin ikki lá í songini. Hon undraðist
yvir, hvar hann mundi vera farin so tíðliga
á morgni, so hon lat seg í klæðir og fór
upp. Maðurin var hvørki til at síggja ella
at hoyra, og komin innar í køkin fekk hon
eyga á ein seðil, sum lá á køksborðinum.
Hon tók hann upp og byrjaði at lesa. Tá
vísti tað seg, at hetta var eitt bræv frá
langabba, har hann greiddi frá, at hann
hevði avgjørt at melda seg til herin.
Kærleikin til móðurlandið og familjuna
búði so sterkur innan í honum, at hann
vildi geva lívið, um tað kravdist. Hann sá
sær ongan annan máta at fara uttan at
sníkja seg, tí langomma vildi á ongan hátt
givið honum loyvi at fara.
Langabbi arbeiddi sum telefonmaður
øll fýra krígsárini. Hetta var sera vanda
mikið, tí hann og hansara herdeild skuldu
ofta fara yvir frontlinjuna fyri at leggja
telefonkaðalar. Tá russarnir so gjørdi
álop á týska herin, máttu teir longu hava
telefonsamband á týska økinum. Ikki
sjáldan skuldi hetta gerast, meðan bar
dagarnir vóru harðastir, so hann skuldi
sníkja seg yvir frontlinjuna undan skot
um frá báðum síðunum. Hetta var so eis
ini hansara uppgáva í bardaganum um
Stalingrad. Hóast hann varð særdur, so
yvirlivdi hann tíbetur kríggið.
Henda mynd er á baksíðuni av bókini.
Hetta er Sigert við knøttinum í hondini.
Mynd hjá Siggert úr Sibiriu
Andrei saman við langabbanum, sum var við til at geva Hitler
mønustingin. Langabbin doyði í 1982, 82 ára gamal.