hósdagur 5. desember 2019síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019
SOSIALURIN 141
26
Um ikki Landsverk, hvør?
Signar P. Heinesen
Ikki sørt hugalig løta á Østrøm
nú fyri kortum, tá ið Landsverk
(LV) hevði móttøku fyri Sigurði
Lamhauge, nýggjum stjóra á
stovninum. Neyvan mundi eg
vera einsamallur við kensluni, at
nú seta vit eina striku í sandin –
eina nýggja byrjan.
Yvirskriftin er ein spurningur.
Tað er tann spurningurin, sum eg
haldi, at øll, sum hava eina meining
um at skera uppgávur út úr stovn
inum, eiga at svara til fulnar. Tað
er ikki nakar sjálvsagdur lutur hjá
stórt 50 túsund sálum úti í miðjum
Atlantshavi at fylgja við í teknisku
menningini í dagsins teksti.
Vit kunnu nevna gølur. Gølur
siga søguna um ítøkilig fólk í ítøki
ligum uppgávum í eini ítøkiligari
skipan. Men tær siga millum lítið
og einki um, hvussu sama skipan
kundi virkað við øðrum fólkum í
somu uppgávum. Tær siga heldur
ikki so nógv um, hvussu somu fólk
í somu uppgávum í eini aðrari
skipan kundu virkað. Tað er ikki
altíð so stórur munur á skipanum,
sum styðja fólki í uppgávunum og
teimum, sum ikki fáa tað frægasta
fram í fólki.
Mín meting er, at lítil orsøk
er at skipa LV stovnin við støði í
teimum gølum, sum hava verið
frammi seinastu tvey áratíggjuni.
Tá ið tað snýr seg um tekniska
økið hjá tí almenna, er mest
átroðkandi spurningurin í dag,
hvør tekur sær av teimum “dep
artementalu” uppgávunum – upp
gávunum at styðja politisku skip
anini í teimum heilt yvirskipaðu
spurningunum. Hetta er mest
ásýniliga uppgávan, sum varð
tikin úr stovninum í 1990-árunum.
Sum eg síggi tað, hongur hendan
uppgávan enn í leysum lofti –
skjótt fjórðingsøld eftir.
Tað mesta av hesum er sjálv
sagt fjalt handan so mangar
óvissur. Fáur veit, hvussu ein
gongd kundi verið so nógv øðrvísi,
vóru aðrar avgerðir tiknar. Á sam
ferðsluøkinum kunnu tó fólk flest
helst vera á einum máli um, at vit
í Føroyum eru væl fyri eftir tað,
sum gjørt er. Serliga eftir seinna
heimsbardaga. Lunnarnir vóru
lagdir undir hesa menning, meðan
LV tók sær av evstu politisku ráð
gevingini.
Hetta er neyvan staðið at bera
fram dømi um, hvar eg haldi, at
evsta politiska ráðgevingin í dag
kanska kundi verið frægari. Tann
leiðin, sum farið varð inn á um
aldarskiftið, hevur nú tvey ára
tíggju á baki. At meta um lang
tíðarárin er hetta ikki langt skeið.
Tað frægasta íkastið frá mær er
kanska, at eg haldi meg hóma
avleiðingar fleiri staðni í skipanini
– og ikki bert á samferðsluøkinum
– eftir veikari tekniskari ráðgeving
á evsta politiska stigi, sum LV
søguliga tók sær av – ella styðjaði –
fram at aldarskiftinum, men sum
hann ikki formliga hevur ábyrgd
av í dag. Talan er bæði um, at vit
brúka tøkni og arbeiðshættir, sum
annaðhvørt hoyra tátíðini til, ella
hoyra øðrum umstøðum til, og um
kostnaðir, sum mær tykir høgar.
Enn verri er sjálvsagt, at vit mær
vitandi als ikki hava viðgjørt onk
ur mál, sum vit áttu at havt við
gjørt.
I dag eru tað aðrar skipanir, sum
veita evstu politisku ráðgevingina.
Íkastið frá LV verður gjørt “í
vennavold” – eitt íkast millum so
mong onnur. Ongum, sum hev
ur formliga ábyrgd, kann verða
vælvildarfólki og -ráðum fyriutt
an. Men eingin skipan kann dúva
á slíkt. Tann, sum hevur evstu
formligu ábyrgdina, má eisini
vera ílætin til hesa ábyrgd. Annars
fáast vælvildarráðini heldur ikki
til høldar.
Sum eg síggi tað, er tann stóri
spurningurin ikki, um LV sjálvur
skal gera hetta ella hitt, ella tað
kann útveitast. Meg minnist
onga ideologiska hugsjón um
hetta við at loysa uppgávurnar
innanhýsis á stovninum, ella at
fáa veitarar at loysa tær. Mær
vitandi hevur tann spurningurin
í allari tíð stovnsins verið ein
praktiskur spurningur, um nakar
annar lyfti uppgávuni til fulnar.
Søgan um “asfaltverkið”, sum hon
í dag gongur, ber boð um, hvussu
torførur hesin spurningurin i
praksis er. Marknaðurin í Føroy
um er so ovurlítil í hesum høpi, og
sveiggini eru mangan stór. Mask
inmiðstøðin í Kollafirði var, sum
eg skilti Mikkjal Helmsdal, sála,
eisini ein praktiskur spurningur,
tí tað vísti seg tá so sera torført at
halda maskinurnar koyrandi fyri
rímiligan kostnað og tá ið brúk
var fyri tí. Hetta hevði jú verið á
privatum hondum einaferð.
Øll míni ár á stovninum vóru
tað arbeiðstakarar, sum bygdu
havnirnar og nógvar av lending
unum við. Arbeiðstakarar gjørdu
eisini tá onkrar vegir. Eitt nú var
Velbastaðvegurin gjørdur soleiðis.
Eg haldi meg ikki minnast nakað
tos um, at hendan vegabyggingin
var bíligari ella dýrari, betri ella
verri frágingin samanborið við
tað, sum stovnurin sjálvur gjørdi.
Síðan 1964, tá ið Landsbyggifelagið
(LBF) varð stovnað, hevur eisini
verið vanligt, at ráðgevarar gjørdu
prosjekt og høvdu eftirlit. Eitt
samljóð millum byggharra, ráð
gevarar og arbeiðstakarar er ein
fortreyt fyri góðum verki á tekn
iska økinum. Og allir partar mega
fáa rásarúm at virka í, skal gott
verk verða úrslitið.
Tann stóri spurningurin er,
hvussu vit í Føroyum á tekniska
økinum menna okkum saman
við tíðini og teknisku menningini
kring okkum, at vit megna at
búgva okkara fólk út til tær stóru
avbjóðingarnar, sum tíðin ber við
sær. Tað var tann tíð, tá ið útlend
ingar gjørdu alt at kalla. Mikkjal
Helmsdal, sáli, var ein undan
gongumaður – og í so máta eisini
partur av síni samtíð – at draga
førleikar heim til klettarnar. At
slóða fyri, at føroyingar og før
oyskar fyritøkur fingu ein møgu
leika. Henning Jacobsen tók við
hesum aðalmáli. Sjálvur haldi eg,
at væl er gingið undan. Hyggja vit
kring okkum aðrastaðni í heimi,
er neyvan ov nógv sagt, at hevði
stovnurin ikki hetta sum eitt av
sínum aðalmiðum, stóðu helst
fremmand nøvn á enn fleiri mál
um í dag. Tað er eingin nátúrlóg, at
vit ikki missa úr hondum virkis
øki, sum vit áður gjørdu minst
eins væl og onnur.
Støðan í dag tykir mær ein
onnur. Eina uppgávu fyri og aðra
eftir lata vit úr hondum til onnur
at loysa, tí vit megna ikki at savna
megina teirra millum, sum kundu
dugnað so mikið, at uppgávan lá
eftir í Føroyum í góðum hondum.
Tað er heldur ikki vist, at hesar
uppgávur liggja í hondum, sum
megna at fáa frægastu úrslitini.
Landsverkfrøðingurin var
einaferð ein púra opin stovnur,
sum vit øll áttu lut í. Við uppgáv
um kring alt landið og deildum
kring oyggjarnar gjørdist LV ein
vevnaður í føroyska samfelagn
um, sum bant fólk saman í ítøki
ligum gerandisligum uppgávum.
Mong vóru tey, sum komu inn
á gólvið í onkrum ørindum frá
teirra nærumhvørvi. Sjálvdan
fóru tey óhjálpt út aftur. Løg
tingslimir og bygdarráðslimir
gingu húsvandir á stovninum, og
fólk á stovninum gingu húsvand
í flestu kommunum í landinum.
Mangar ferðir ringdi onkur inn á
stovnin við onkrari loysn, onkrum
uppskoti ella onkrari ávarðing.
Ígjøgnum deildirnar kring landið
hevði stovnurin til eina og hvørja
tíð samband við køn fólk á staðn
um.
Fyri mín part kann eg siga, at
tey flestu árini, eg fekk á hesum
stovninum, vóru rík og gevandi í
so máta. Tú kendi, at tú stóð ikki
einsamallur. Vælvildarfólk vóru
kring teg – omanfyri, við síðuna
av og niðanfyri í skipanini. Kann
í dag bert vóna, at viðskiftafólkini,
eg var settur at tæna, eisini høvdu
somu uppliving.
Við nýggju stýrisskipanarlógini
í 1990-árunum broyttust for
treytirnar fyri løgtingslimir. Tað
samsvaraði illa við hesa skipan
ina, at teir gingu húsvandir á
stovninum. Kanska er tað vorðið
í so langt til løgtingið í dag.
Kanska áttu mannagongdir at
verið endurskoðaðar, at verkini,
sum LV fæst við, aftur koma løg
tingslimum eitt sindur nærri, og
at ognarskapur teirra í hesum
verkum verður eitt sindur størri
– og kortini ikki at fáa bland í
leiklutirnar millum løgtingslimir
og landsstýrismannin.
Tann heilt stóri spurningurin,
sum landsstýrið og Sigurð koma at
svara í næstum, verður, um stovn
urin sleppur – og um hann megnar
– at savna teknisku megina í
landinum. Í Føroyum er tað bert
LV, sum hevur nakran ítøkiligan
møguleika at átaka sær lutin at
vera tann tekniski miðdepilin,
sum savnar hesa megina.
Soleiðis havi eg skilt, at Sigurð
hevur valt sær ýtini. Nakað so
leiðis haldi eg meg eisini skilja
signalini frá politisku skipanini í
dag. Avbjóðingin er helst at finna
frægar leiðir, sum eru mongum
gongdar fram at hesum stevnu
miði. Snávingarsteinarnir eru
mangir.
Fólk flest vilja í flestu førum
gott verk. Vit kunnu leggja okkum
í geyma, at grikkar í síni tíð settu
hetta hugtakið í tað eina hornið
á Grikska Fýrkantinum (stremb
anin fram at tí góða, tí rættvísa, tí
sanna og tí vakra). Fólk flest vita
væl, hvat er gott til endamálið. Tey
vita eisini, tá ið tað ikki er nóg gott.
Fáur trívist við ógóðum verki.
“Kvalitetur” er ikki at spæla við.
Eg veit ikki um gott verk, sum
ikki fær íkast frá mongum. Eingin
einstakur eigur tað góða verkið –
tað eiga mong. Tað visti Mikkjal, og
tað visti Henning – og við teimum
báðum vistu vit øll á stovninum í
míni tíð og fyri mína tíð hendan
Tann stóri
spurningurin
er, hvussu vit
í Føroyum á
tekniska økinum
menna okkum
saman við tíð
ini og teknisku
menningini
kring okkum,
at vit megna
at búgva
okkara fólk út
til tær stóru
avbjóðingarnar,
sum tíðin ber
við sær. Tað
var tann tíð, tá
ið útlendingar
gjørdu alt at
kalla
Fólk flest vilja
í flestu førum
gott verk. Vit
kunnu leggja
okkum í geyma,
at grikkar í síni
tíð settu hetta
hugtakið í tað
eina hornið
á Grikska
Fýrkantinum
(strembanin
fram at tí góða,
tí rættvísa,
tí sanna og tí
vakra). Fólk
flest vita væl,
hvat er gott til
endamálið. Tey
vita eisini, tá ið
tað ikki er nóg
gott. Fáur trívist
við ógóðum
verki
Kjak