Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-05, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. desember 2019síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. DESEMBER 2019 SOSIALURIN 141 27 TROTABÚGV Í trotabúnum Sp/f GL. KGL. Handil, Havnalagið 36, 800 Tvøroyri, skrás. nr. 5651, sks. nr. 3-96/2019, verður einhvør, ið hevur krøv biðin um, skrivliga at venda sær til bústjóra, advokat Bjørn á Heygum, Heygum & Petersen, Bøgøta 16, 100 Tórshavn, j.nr. 919102, innan 4 vikur eftir at hetta er kunngjørt, og boða frá hesum krøvum, uppgjørd við møguligum rentum á trotadegnum tann 8. november 2019. Skjalprógvan fyri krøvunum og makaskjal av fráboðanini skulu sendast við. Tað verður innkallað til skiftifund fríggjadagin tann 24. januar 2020, kl. 10.30, í skiftirættunum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, at royna fráboðaði krøv og møgulig onnur krøv. Ein listi við krøvunum og við tilmælum bústjórans og fráboðanum liggja til eftirskoðan í skiftirættinum 2 vikur innan skiftifundin. Á fundinum kann búgvið verða endað sambært § 143, stk. 1, í konkurslógini. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TANN 2. DECEMBER 2019 STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU GUTTORM MORTENSEN TLF. 251160 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Karin Pállsdóttir Laksáfoss, Garðavegur 46, 700 Klaksvík, fødd tann 04.11.31, deyð tann 12.10.19, og fyrr deyða hjúnarfelaga Trygvi Laksáfoss, verða við hesum biðin um innan 6 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Advokatfelagið, Lucas Debesar gøta 8, 100 Tórshavn, vísandi til sks.nr. 350/2019, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. december 2019. TROTABÚGV Við avgerð tann 4. desember 2019, er ÍVF Tours4u, Oyrabakkavegur 24, 400 Oyrarbakki, skrás.nr. 6786, sks.nr. 3-101/2019, komið undir trotabúarviðgerð eftir áheitan móttikin tann 2. desember 2019 frá likvidator, advokat Sigmund Poulsen. Felagið bleiv tikið undir likvidation eftir áheitan, dagfest tann 17. september 2019, frá Skráseting Føroya um tvingsilsavtøku. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Sigmund Poulsen, Advokatvirkið, Skansavegur 1, 100 Tórshavn, j.nr. 190082. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 20. desember 2019, kl. 9.15 FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 4. december 2019 TROTABÚGV Við avgerð tann 3. desember 2019, er Sp/f Save%, Undir Gráasteini 70b, 100 Tórshavn, skrás.nr. 6794, sks. nr. 3-102/2019, komið undir trotabúarviðgerð við Føroya Skiftirætti eftir áheitan frá Skráseting Føroya um tvingsilsupploysn, dagfest tann 17. september 2019. Sum fyribils bústjóri er settur advokatur Brandur Ellingsgaard, Axia Advokatar, Láarvegur 42, 100 Tórshavn. Tað verður innkallað til skiftifund til val av bústjórn á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, fríggjadagin tann 20. desember 2019, kl. 9.05 FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 3. december 2019 heilt grundleggjandi veru­leikan. Minnist serliga Jól­svein Joensen, sála, at hann al­ tíð átalaði, tá ið onkur yngri í ósketni brúkti orðið ‘eg’: “Her á stovn­in­um eru tað vit!” Tað var mest grund­leggjandi førningurin á stovn­inu­m. Hesin førningur rakk útum húsa­veggirnar hjá LV. Mong tosa um at taka uppgávur frá stovninum. Mær tykir tað eins týðandi at viðgera, hvørjar upp­gáv­ur kanska kunnu leggjast inn í stovn­in (aftur?), at hann kann fáa fólk at trívast og mennast við av­ bjóð­ingum, sum tey ítøkiliga hava nakran møguleika at vinna á. Hetta samstundis sum tað gevur mein­ing samfelagsliga. Uppgávur hanga saman. Í hesum sambandi er kanska vert at nevna tvey ítøkilig mál. Kolla­ fjarðartunnilin kostaði minni enn 150 mió. kr. við øllum – vegi, brúgv, rundkoyring og íbind­ing í Kaldbaksvegin. Íroknað hesa upphædd tá vóru eisini tollgjøld, sum fóru aftur í lands­kassan – hetta var fyri mvg- tíð­ina. Hetta verkið gjørdi LV. Ferju­legan á Gomlurætt kostaði 133 mió. kr. Hesum verki stóð LV fyri, men tað var LBF, sum hevði høvuðs­ráð­gev­ingina (prosjekt og eftirlit), og Høj­gaard & Schults gjørdi arbeiðið. Hetta eru 30 ára gamlir kostn­að­ir. Vit hava onkur ýti um prís­gongd­ina í slíkum málum. Annan veg­in skulu vit hava í huga hægra krónu­virðið tá, sum ber boð um, at kostnaðurin eftir sama leisti hevði verið hægri í dag. Hin­veg­in skulu vit hava í huga, at am­boð­ini í dag eru munandi betri, og kostnaðurin skuldi verið sam­svar­andi lægri í dag. Nýggja havnar­byggingin hjá Tórshavnar havn fylgir í stórum og heilum somu mannagongdum, sama váða­býti og sama arbeiðslagi, sum tá ið Gomlu­rætt varð bygd. Skal eg gera eina leys­liga met­ing við støði í út­bygg­ingini í Havn, hevði Gamla­ rætt helst kostað umleið tað sama í dag við somu manna­gongdum og sama arbeiðs­lagi. Hóast havnagerðin í Havn ikki er nakað beinleiðis ýti í tunn­ils­gerð, man tað kortini ikki vera vánalig meting, at eisini Kolla­ fjarð­artunnilin hevði kostað um­leið sama krónutalið í dag við sama arbeiðslagi, sum tá. Í báð­um førum er tað grótarbeiðið, sum fyllir nógv. Tað duga vit í Før­oy­um. Um aldarskiftið 2000 var stovn­urin á einum vegamóti. Í hesi støðuni var tað, at Hanus Han­sen, stjóri á LBF, helt fyri, at hann bar ikki ótta fyri teimum stóru verkætlanunum – tær verða gjørdar, sama hvussu støðan er á LV, er politiskur vilji til tess. Hann bar størri ótta fyri teimum nógvu smáu, men eins týðandi upp­gávunum, sum eingin fór at kenna sær ábyrgdina fyri. So enda vit aftur, har vit byrj­aðu, við teimum departe­ment­alu upp­gáv­unum. Tí einans innlit og einki annað enn gott, breitt, tíðar­hóskandi innlit í teknisku viður­skift­ ini á einum altjóða stigi ger tað møguligt at ráðgeva politiska myndug­leikanum við skili um eina framtíð, sum fáur veit nakað við vissu at siga. Tá ið vit í hesum sambandi nevna departementalar uppgávur, snýr tað seg í fyrsta lagi um, hvat vit yvirhøvur taka avgerð um – stevnumiðini og yvir­skipaðu arbeiðshættirnar. Í øðrum lagi snýr tað seg um, hvussu nógv orka tørvar at røkka hesum stevnu­mið­um – hvat tað kostar. Her er tann heilt stóra av­bjóð­ingin hjá Føroyum, at vit hava so fáar leikarar, sum kunnu geva nakað ítøkiligt íkast. Í størri londum hava tey heilt aðr­ar stór­ leik­arar, eitt nú sterk uni­versit­et, sterk arbeiðarafeløg, sterk arbeiðsgevarafeløg, sterkar áhuga­felagsskapir, sterkar fjøl­miðl­ ar, sterk virki o.m.a., sum til­sam­ans geva eitt fjøltáttað íkast í øll mál av týdningi. Í Føroyum er fortreytin, at tey fáu, sum fáast við fakið ann­ars, eisini mega taka sær av tí meira heimspekiliga at hugsa fram­ tíðina. Hesi fáu mega eisini vanda sær sporini, tí tey mugu loysa seg frá egnum áhugamálum og seráhugamálum annars. Før­oy­ar megna ikki at manna heilar her­ deild­ir av tekniskt kønum fólk­um, sum hvør við sínum ser­áhuga­mál­um kunnu føra eitt “kjak-kríggj” sínámillum. Skulu fakfólk átaka sær ein “oppmanslut”, krevj­ast uppgávur, sum gera, at við­kom­andi fólk við viðkomandi útbúgving og royndum í fyrsta lagi vilja vera á stovninum og í øðrum lagi, at tey kunnu trívast og mennast. Til tess krevst eisini fíggjarligt rásarúm. Hetta kann vera trupult at skapa, eru ikki samsvarandi uppgávur partur av stovninum. Afturat hesum krevst ein fjøltáttað virðing. Virðing fyri stíli. Virðing fyri orðingum. Virðing fyri atburði. Virðing fyri faki. Virðing fyri byggiprosessini. Virðing fyri politisku prosessini. Virðing fyri søguni. Virðing fyri framtíðini. Virðing fyri óvissum. Virðing fyri siðvenjum. Virðing fyri virðing. Slóðin eftir tær ber boð um virðini, tú átók tær at arbeiða sambært. Um ikki Landsverk, hvør? Um aldarskiftið 2000 var stovn­urin á einum vegamóti. Í hesi støðuni var tað, at Hanus Han­sen, stjóri á LBF, helt fyri, at hann bar ikki ótta fyri teimum stóru verkætlanunum – tær verða gjørdar, sama hvussu støðan er á LV, er politiskur vilji til tess. Hann bar størri ótta fyri teimum nógvu smáu, men eins týðandi upp­gávunum, sum eingin fór at kenna sær ábyrgdina fyri DREYMASTARVIÐ FINNUR TÚ Á