mánadagur 9. desember 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Spurningurin um útlendsk áhug
amál í føroysku fiskivinnuni gerst
alsamt meira áhugaverdur. Ikki
minst eftir avdúkingarnar um,
hvussu íslendingar hava uppført
seg í Namibia, serliga tá vit hava
í huga, at somu menn hava stór
áhugamál í føroysku fiskivinnuni.
Íslendska stjórinin hevur lagt
trýst á landsstýrið, og hollendski
forsætisráðharrin,
Mark
Rutte,
ringdi til Aksel V. Johannesen, tá
verandi løgmann, og legði trýst
á hann fyri áhugamálini hjá hol
lensku pengamonnunum, sum eru
knýttir at virkseminum hjá Hanus
Hansen í Klaksvík.
Tað eru orsøkir til, at útlendingar
hava áhugamál í føroyskum vinnu
feløgum. Eingin teirra gera tað tí, at
føroyingar eru so fittir. Tað verður
sjálvandi gjørt við vinningi fyri
eyga.
Tað er eisini sera álvarsamt, at
tað ikki ber til at síggja, hvønn vinn
ing útlendsku áhugamálini fáa. Tað
verður hildið dult fyri føroyingum,
vart av lógum og atgerðarloysi hjá
almennu umsitingini og politikar
um.
Sitandi landsstýri hevur sum
politikk, at gjaldast ikki skal fyri
veiðirættindi. Sitandi landsstýri
hevur eisini sum politikk at avtaka
lógina um, at útlendingar skulu úr
føroysku fiskivinnuni.
Men tað minsta vit kunnu krevja
av sitandi landsstýri er, at út
lendsku ognarpartarnir í føroysku
feløgunum verða kannaðir út í
æsir. Tað kann ikki bera til, at 18
tingfólk fara at avreiða føroysk
veiðirættindi til útlendingar, fyri
at nakrar fáar familju í Føroyum
kanska kunnu skora kassan.
So kunnu føroysku partaeigarar
nir í hesum felgum við útlenskum
ognarpørtum siga okkum, at út
lendingar ikki eru við fyri vinnings
skuld. Tað man vera ein sannleiki
við serligum modifikatiónum.
Tað verður til óbótaligan skaða,
um landsstýrið fer at geva útlend
ingum rættin til fólksins ogn so
ella so. Tað verið seg beinleiðis, ella
gjøgnum føroyskar spekulantar.
Tann skaðin kann valla endur
byggjast, og tí má tað ikki henda.
Vit kunnu soleiðis bara vóna,
at tað glógvar í onkrum, soleiðis at
hesin skaði ikki skal henda.
Tí má allar minsta kravið til
landsstýrið vera, at viðurskiftini
hjá teimum útlendingum, sum eru
í føroysku fiskivinnuni verða kann
að út í æsir, so trygd kann fáast fyri,
at føroysk virði ikki verða lirkað út
av landinum.
Mugu hava trygd fyri at
virði ikki fara av landinum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
KANNIÐ ÚTLENSK ÁHUGAMÁL
Heldur sendistovu í
Washington enn Ísrael
Tað heldur fyrr
verandi fólka
tingsmaðurin hjá
Tjóðveldi, Magni
Arge
– Tað er púra burturvið, tá
landsstýrið hugsar um at
stovnseta sendistovu í Ís
rael, meðan eitt regulert
heimspolitiskt drama
millum USA og Kina
foldar seg út í Føroy
um.
Tað heldur fyrrver
andi fólkatingsmaðurin hjá
Tjóðveldi, Magni Arge.
Hann sigur, at tað er
tvingandi neyðugt at taka
føroyskan uttanríkispolitikk
og okkara umdømi í álvara.
– Vit hava júst stovnsett
sendistovu í Kina, og vit
skulu straks skipa eina í
Washington eisini. Alt ann
að er burturvið, sigur fyrr
verandi fólkatingsmaðurin
og heldur fram:
– Hugsi eisini Tinganes
skal fyrireika seg uppá, at
bæði CNN og BBC skjótt
standa á gáttini.
Magni Arge vísir í hesum
sambandi á, at donsku miðl
arnir hava longu fingið eyga
á dramanum í og rundanum
Føroyar og vísir til grein í
Politiken.dk í dag, har blaðið
spyr, hvat kinesiski sendi
maðurin mundi hava í task
uni?
Jóla
søla fer
til gott
endamál
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Vágur
berjist
ímóti
rottum
TÍÐINDI SÍÐA 8-9
Wada hevur
revsað Russland
við ikki at sleppa
at luttaka í al
tjóða ítróttar
kappingum í fýra
ár
Eirikur Lindenskov
Altjóða Antidopingagenturið
(Wada) hevur gjørt av at
steingja Russland úti frá
øllum altjóða ítróttarkapp
ingum í fýra ár. Tað skriva
fleiri altjóða tíðindastovur í
dag.
Harvið sleppur Russlandi
eitt nú ikki við til OL í 2020
eins og vetrar-OL í 2022.
Russisk ítróttarfólk, sum
kunnu prógva, at tey eru
ósek – millum annað við ikki
at hava verið partur av dop
ingætlan, kunnu taka lut í
stórum ítróttartiltøkum sum
OL. Men tey skulu kappast
undir uttanveltaðum flaggi.
Wada upplýsir sambært
miðlinum Inside The Games,
at avgerðin er einmælt sam
tykt.
AFP hevur fingið eina
stutta viðmerking frá tals
manni fyri Wada.
– Allur listin við tilmælum
varð einmælt samtyktur, sig
ur talsmaðurin.
Ein
serfrøðinganevnd
undir Wada er komin við
einum longum lista við til
mælum til hættir, hvussu
Russland kann revsast fyri
dopingfusk.
Hetta verður gjørt tí at
Russland í fleiri ár hevur lagt
lítið í antidopingreglarnar og
hevur manipulerað antidop
ingdata, áðrenn dáturnar eru
lætnar Wada.
Sambært The New York
Times
sleppur
Russland
heldur ikki at halda ella bjóða
sær til at verða vertur fyri
komandi
ítróttartiltøkum
næstu fýra árini.
Russland kann heldur
ikki taka lut í stórum aljtóða
ítróttartiltøkum, sum tl døm
is VM í fótbólti í 2022.
Men revsingin fevnir tó
ikki um EM í fótbólti í summ
ar, har Russlandi bæði skal
vera vertur og er luttakari.
Russland kann kæra av
gerðina til Altjóða Ítróttar
dómstólin (CAS). Tað skal
gerast innan 21 dagar, skrivar
The New York Times.
/ritzau/
Russland koyrt úr altjóða
ítróttarkappingum í fýra ár