mánadagur 9. desember 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. desember · Nr. 142
TÍÐINDI
FÍGGJARLÓGIN HÆKKAÐ
- VIÐGERARTRYGD ER VIÐ
Endaliga uppskotið
til fíggjarlóg er
hækkað við 300
milljónum krónum
– inntøkurnar
eisini vaksnar
Árni Gregersen
-Framskrivaða fíggjarlógin er
knappar 300 milliónir hægri
enn samtykta fíggjarlógin fyri
2019. Hesar útreiðslur eigur
sitandi samgonga onki í. Inn
tøkurnar hækka við 186,5 milli
ónum sammett við fíggjarlóg
aruppskotið, og samgongan
hevur valt at raðfesta rakstur
og løgur fyri 134 milliónir krónu,
sigur landsstýrismaðurin við
fíggjarmálum, Jørgen Nicla
sen.
Fyrst í komandi ári ætlar
landsstýrið undir eina tilgongd
at fremja tillagingar í rakstrin
um, sigur Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður í fíggjarmál
um.
Hendan samgongan hevur
annars gjørt vart við gjøgnum
farna samgonguskeiðið, at frá
farna samgonga hækkaði al
menna raksturin ov nógv.
Í mun til framskrivaðu fíggj
arlógina er endaliga uppskotið
frá landsstýrinum hækkað við
300 milljónum.
Uppskotið gevur eisini størri
inntøkur.
Samanborið
við
framskrivaðu fíggjarlógina eru
inntøkurnar 186 milljónir størri
og samgongan hevur valt at
brúka 134 milljóni krónur av
teimum til hægri rakstur og
løgur.
Broytingar
Tað eru gjørdar nakrar størri
broytingar í mun til fráskriv
aðu fíggjarlógina.
Serliga er tað innan heilsu
verkið, at nógvur peningur er
settur av í mun til tað, sum
framskrivaða fíggjarlógin segði.
55 milljónir eru eyka settar
av til heilsuverkið. Ein stórur
partur av pengunum, verða
brúktir til tað, sum raksturin
reelt kostar, men ein partur
skal eisini brúkast til viðgerð
artrygdina, sum var ein stórur
partur av tí, sum Sambands
flokkurin lovaði veljarunum
undan valinum.
Uppskotið hjá landsstýrin
um inniheldur eisini tær eyka
útreiðslur, sum samgongan
hevur lovað pensjonistunum,
og sum uppskot er lagt fyri
tingið um. Tað er innroknað
eins og skattalættin hjá lærl
ingum.
Hóast
stutta
skotbráðið
hevur landsstýrið tó gjørt
fleiri raðfestingar, sum koma
at merkjast.
Til dømis er gjørt av at økja
játtanina til Landssjúkrahúsið
við umleið 55 mió. krónum í
mun til fíggjarlógina í ár. Peng
arnir eru til økta virksemið í
sjúkrahúsverkinum og átøk at
fremja viðgerðartrygd.
Eisini verða fleiri pengar
settir av til stuðul og hjálp til
børn
og
ung,
sum
hava
ymiskar
avbjóðingar.
Pengarnir fara m.a. til átakið
”Megna títt lív”, ið vendir sær
til ungfólk við sálarligum,
sosialum og rústrupulleikum.
Og so skal viðlíkahaldið av
landsvegakervinum
raðfest
ast. Landsstýrið hevur avgjørt
at seta átta milliónir krónur
aftrat framskrivaðu játtanini
til viðíkahald av vegum, brúm
og tunlum. Viðlíkahaldið á
landsvegakervinum hevur verið
afturúrsiglt í nógv ár, men nú
fer landsstýrið undir eina mið
vísa gongd at fáa eftirsleipið
burtur.
Hvussu nógv átta milljónir
muna í stóru myndini verður
ikki sagt nógv um.
Fróðskaparsetrið verður eis
ini
raðfest
komandi
árini.
Pengar verða settir av at ar
beiða við Bologna avtaluni,
sum er ein tilgongd at fáa út
búgvingarnar á Setrinum al
tjóða góðkendar.
Tillagingar
Í einum skrivi frá landsstýrin
um verður sagt, í byrjanini av
komandi ári, verður farið und
ir at gjøgnumganga allan al
mennan rakstur og finna , hvar
sparingar og ragionaliseringar
eru at finna.
Tíðin síðani samgongan tók
við hevur ikki verið serliga
long, so stundir hava ikki verið
at fara ígjøgnum allan rakstur
in.
Jørgen Niclasen, landstýrismaður við fíggjarmåalum.
Heilsuverkið fær 55 milljónir afturat - har fer nakaðtilviðgerartrygd.