mánadagur 9. desember 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. desember · Nr. 142
TÍÐINDI
Rannvá Kunoy við
litfagrari kærleikskúlu
Tað er Rannvá Kunoy,
listakvinna, sum hevur
gjørt kærleikskúluna
hjá Dugna í ár. Tað er
11. ferð, at Dugni gevur
út kærleikskúluna
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Hátíðarløta var í Steinprent í Havn
fríggjadagin, tá ið kærleikskúlan 2019
varð avdúkað.
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna,
bjóðaði vælkomin og Elsebeth Merced
is Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna
við Almannamálum, flutti fram røðu.
Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna,
kunngjørdi, at Rannvá Kunoy hevði
gjørt kærleikskúluna í ár.
Serlig teknisk loysn
– Dugni setti seg í samband við meg og
spurdi, um eg kundi gera kærleikskúlu
nummar 11. Eg segði, at eg mátti fyrst
kanna, um eg tekniskt kundi finna eina
loysn, hvussu eg kundi fáa tað frá eini
tveyvíddari flatu yvir á eina trývídda
flatu. Tað er stórur munur á hesum, og
krevur eisini nógv tekniskt. Tá ið eg
fann eina tekniska loysn, segði eg ja,
sigur Rannvá Kunoy.
Kærleikskúlan er framleidd á eini
glasverksmiðju í Týsklandi.
– Eg havi verið glað at samstarva við
Dugna. Tey hava verið professionell, og
vit hava tí fingið góða góðsku á kær
leikskúluna, sigur Rannvá Kunoy.
Serligur stílur við litspæli
Rannvá Kunoy hevur sín egna stíl. Tá
ið hugt verður eftir einum málning hjá
henni, so kann liturin skifta í mun til,
hvar ljósið lýsir á. Á tann hátt kanst tú
bæði síggja lilla, grønt, ljósareytt, blátt,
gult og aðrar litir.
– Eg havi nýtt 10 ár at menna mín
stíl, og tað er hesin stílurin, ið er komin
yvir á kúluna. Hetta er ein stílur, har eg
havi ment eitt penslastrok, ið er mítt,
har avbjóðingin er at fáa markið at sita
á flatuni. Tekniskt havi eg eisini funnið
út av litevnum, sum skyggja ljós og
sum broyta lit, tá ið tú gongur rundan
um verkið, sigur Rannvá Kunoy.
Stóri málningurin hjá henni, sum er
at síggja í Steinprent í Havn, er fyri
mynd til kærleikskúluna. Málmingurin
er 4 metrar breiður.
– Eg arbeiði vanliga sera stórt. Tað er
nógv arbeiði í einum so stórum máln
ingi, sigur Rannvá Kunoy.
Sýnir fram í USA
Rannvá Kunoy býr í London, har hon
starvast sum listafólk. Hon læs á Royal
Collage, og síðani 2001 hevur hon búð í
London. Hon arbeiðið við verkætlanum
og sýnir fram ymsastaðni kring heimin.
Í løtuni hevur hon eina framsýning í
Miami í USA.
– Eg havi eina framsýning á eini
listastevnu har. Tann framsýningin lat
upp 3. desember. Har fái eg ikki verið
við nú. Eg kom heldur til Føroya. Men
eg fari at hava eina aðra framsýning í
New York næsta ár, og tá fari eg til
USA, sigur Rannvá Kunoy.
Altjóða tiltak
Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt
átak, har Dugni saman umboðum fyri
Listasavn Føroya og landsstýrisfólkið
við mentamálum útvelur eitt av føroya
mætastu listafólkum til at sniðgeva
kúluna.
– Vit vilja takka Listasavninum og
Mentamálaráðnum fyri samstarv og
fyri at vera við til at geva føroyska
átakinum av The Global Good World
tign, segði Hedvig Johansdóttir, stjóri á
Dugna.
Tað eru starvsfólk á verkstaðnum
hjá Dugna á Kambsdali, ið hava pakkað
kærleikskúlurnar í snotiligu eskjurnar
saman við faldara.
Rannvá Kunoy, listakvinna, við kærleikskúluni 2019
Mynd: Álvur Haraldsen
Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna
Mynd: Álvur Haraldsen