mánadagur 9. desember 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. desember · Nr. 142
TÍÐINDI
P/F Poul Hansen
virðilig fyrimynd
Tað var fyritøkan P/F Poul Hansen, sum fríggjadagin varð vald til virðiliga fyrimynd
hjá Dugna. Fyritøkan samstarvar við Dugna um endurnýtslu, millum annað við frukt-
og grønmetisnetum. Fyritøkan hevur eisini fólk við skerdum førleikum í starvi
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Á hvørjum ári heiðrar Dugni eina
virðiliga fyrimynd við fyrstu kærleiks
kúluni 2019. Talan kann bæði vera um
onkran einstakling, verkætlan ella fyri
tøku.
Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna,
handaði fríggjadagin Høgna Hansen,
stjóra á P/F Poul Hansen, kærleikskúl
una.
– Vit eru P/F Poul Hansen sera
takksom fyri fyri allar arbeiðsmøgu
leikarnar og uppgávurnar, tey geva
Dugna og málbólkinum hjá Dugna,
gjøgnum samstarv og verkætlaninir.
Tey eru fyrimyndarlig at samstarva
við, segði Ása Olsen.
Til gagn fyri okkum og Dugna
– Tað er ein sera stórur heiður fyri okk
um, at taka ímóti kærleikskúluni 2019.
Vit takka hjartaliga. Fyri fýra árum
síðani settu vit okkum fyri at fáa eina
hugburðsbroyting, tá ið ræður um at
minka um matoysl og plastnýtslu.
Saman við Dugna hava vit gjørt nøkur
átøk innan hesi øki. Nøkur átøk eru
komin í gongd, og komandi tíð fara
fleiri at síggja dagsins ljós. Tað er til
gagns bæði fyri okkum og fyri Dugna,
segði Høgni Hansen.
Frukt- og grønmetisnet
Eitt av átøkunum, sum nú fer í gongd,
er eitt bundið frukt- og grønmetisnet.
Tað er Dugni, ið hevur faldað ein
posa
burturúr
tilboðsbløðum
hjá
Á-handlunum. Hetta eru tey bløðini, ið
leypa av í handlunum og frá Posta.
Restir av einum noða fara niðurí og
uppskrift uppá tvey ymisk berinet. Til
ber at keypa hetta úti í Á-handlunum,
og so kann ein binda sær sítt egna
frukt- og grønmetisnet.
Dugni fær fleiri noður ella restir inn,
og fyritøkan eggjar fólki at binda sjálvi.
Tað er endurnýtsla allanvegin ígjøgn
um. Í netunum er pláss fyri minst átta
fruktum, og ein stór mellón passar
eisini í.
Jólastjørnur úr tilboðsbløðum
P/F Poul Hansen hevur eisini gjørt eitt
átak at endurnýta tilboðsbløðini sum
jólapynt. Tey hava sett klippistrikur í
tilboðsbløðini, sum koma út í øll heim í
landinum, umframt leiðbeining. So ber
til hjá fólki at klippa út og leggja saman
og gera jólastjørnur.
Vísa sosial atlit
– Vit hava í fleiri ár havt fólk við skerd
um førleikum í starvi. Bæði í okkara
handlum kring landið og á heilsøluni.
Tað er ein partur av virkisætlanini hjá
okkum eisini at vísa sosial atlit, sigur
Høgni Hansen.
Tilsamans eru umleið 200 fólk í
starvi hjá Poul Hansen og handlunum
hjá fyritøkuni kring landið.
Ása Olsen, stýrisforkvinna í Dugna, handar Høgna Hansen, stjóra á P/F Poul Hansen, kærleikskúluna 2019
Mynd: Álvur Haraldsen