Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. desember · Nr. 142 SENDIÐ UPPSKOT TYKKARA Á TELDUPOST ARSINS@SOSIALURIN.FO ÁÐRENN 19. DESEMBER 2019 2019 Sosialurin, fer aftur í ár at bjóða øllum lesarum hjá Sosialinum, tað vil siga øllum Føroya fólki, at velja ársins føroying 2019. Vit lata tað fyrst og fremst vera UPP TIL TYKKUM lesarar at gera av, hvat tit halda er orsøkin til ella progvið um, hvør eigur heiðurin at gerast ársins føroyingur 2019. Men vit fara eisini at leggja dent á hetta: Viðkomandi, sum hevur uppiborið hetta heitið, hevur gjørt nakað GOTT fyri onnur menniskju, síni næstu, tað verið seg familju, vinir, grannar, starvsfelagar og fólk annars. Hesi kunnu eisini hava gjørt nakað GOTT fyri sítt nærumhvørvi, lokalsamfelagið ella samfelagið sum heild, ella fyri eina søk, fyri eitt ávíst felag ella felagsskap, fyri eitt yrski ella eitt arbeiðspláss. Tað ber eisinin til at skjóta upp fólk, sum tit halda hava gjørt nakað GOTT við at hava havt serstaka kveikjandi og hitandi ávirkan á onnur. Veljið ein persón og grundgevið, hví viðkomadi er tykkara val. Sendið uppskot tykkara á teldupost arsins@sosialurin.fo áðrenn 19. desember 2019 Ein dómsnevnd fer so komandi tíðina at velja ársins føroying millum mongu uppskotini. Vit loyva okkum eisini at prenta nøkur av uppskotinum við grundgevingunum í komandi bløðum og á in.fo. Avdúkingin av ársins føroyingi 2019 verður í nýggjársblaðnum hjá Sosialinum fríggjadagin 27. desember. ÁRSINS FØROYINGUR