mánadagur 9. desember 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. desember · Nr. 142
Óarbeiðsførir fiskimenn,
sum ætla sær at søkja um
stuðul úr Hjálpargrunninum
til jóla, hava freist fram til
hósdagin hin 12. desember
at fáa hetta frá hondini.
Fleiri enn 300 forrita hesa vikuna
- Higartil hava fleiri enn 300 næmingar
úr níggju ymiskum skúlum teknað seg til
tiltakið #Rita1tíma, siga tey í Vinnuhúsinum
Vilmund Jacobsen
Hetta er vikan, tá forritað
verður. Tað er altjóða tiltakið
Hour of Code, sum KT-felagið
hevur tikið til sín og føroyskað
til #Rita1tíma.
- Endamálið við tiltakinum
er, at børn og ung fáa høvi at
forrita í ein tíma á ein stuttlig
an og læruríkan hátt, vita tey í
Vinnuhúsinum í dag at siga.
Tað, sum er serligt í ár, er, at
hetta fyrigongur á føroyskum.
- Tað er blokkaspælið, sum
KT-felagið hevur umsett. Blokka
spøl eru ein røð av námsfrøði
ligum spølum, ið læra ein at
forrita. Tey eru ætlað børnum,
sum ikki hava nakrar royndir
innan forritan.
Hvussu luttaka
næmingarnir?
Í Vinnuhúsinum verður víst á,
at tað ber framvegis til at melda
til við at fara inn á https://rita.
fo/ og klikkja á "blokkaspælið".
Blokkaspælið er býtt upp í átta
ymisk evni, og í hvørjum evni
eru fleiri uppgávur.
- Tað byrjar lætt og verður
alt meira avbjóðandi. Eisini er
ein yvirskipað vegleiðing til
lærarar at finna á hourofcode.
com/us/how-to.
Í Vinnuhúsinum vísa tey á,
at forritað verður millum 9.-13.
desember 2019, og næmingar
nir, sum eru við, mugu hava
atgongd til teldu ella teldil við
internetsambandi.
Kapping millum
skúlaflokkar
Í sambandi við #rita1tíma til
takið skipar KT-felagið fyri
kapping millum allar luttak
andi skúlaflokkar. Tað einasta,
sum flokkurin skal gera fyri at
luttaka, siga tey í Vinnuhúsin
um, er at skráseta seg á www.
rita.fo
Vinningurin er ein túrur í
biograf fyri allan flokkin, og
einasta
freist
at
forrita
er fríggjadagin 13. desember.
- Lutakastið verður í Vinnu
húsinum mánadagin hin 16.
desember, verður lagt aftrat.
Jólasøla
fer til gott
endamál
Vilmund Jacobsen
Sunnudagin hin 15. des
ember verður eitt hugna
ligt jólatiltak á Strondum,
rópt Jól á Sjóvarhøvda.
Henda dagin verður opið
á Sjóvarhøvda frá klokkan
16 til 19.
Her fara tey at selja ný
bakaðar vaflur við róma
og súltutoyi, rísalamande
við kirsubersós, heitt kakao
við róma, brendar mandl
ur, kleynir og ymiskt jóla
pýði.
Sagt verður av Strond
um, at allir ágóði, sum
kemur inn frá jólatiltakin
um á Sjóvarhøvda, fer til
Alzheimerfelagið.
KLAKSVÍK: Skoytubreytin á Biskupstorgi
er opin frá mánadegi til og við fríggjadag
frá klokkan 12-21, leygardag frá 10-21
og sunnudag frá 14-21. Skoytubreytin
kann eisini leigast gerandisdagar
millum klokkan 10 og 12.
Avtala við Russland
Føroyar og Russland hava skrivað undir
sínámillum fiskiveiðiavtalu fyri 2020
Vilmund Jacobsen
Samráðingarnar vóru í Havn
í døgunum, 5. og 6. desember
og bert smávegis broytingar
eru í avtaluni fyri 2020 í mun
verandi avtalu.
Føroysku
botnfiskakvot
urnar í russiskum sjógvi vera
óbroyttar í 2020. Okkara toska
kvota verður 15.690 tons, og
hýsukvotan
verður
1.569
tons. Kvotan av flatfiski verð
ur 900 tons.
-
Samráðingarnar
vóru
merktar av einum ynski frá
Russlandi um, at føroyska
rækjukvotan í russiskum sjógvi
skal lækka munandi. Fiski
skapurin eftir rækjum í Bar
entshavinum er vaksin sein
astu árini, og alsamt fleiri
skip undir russiskum flaggi
eru virkin í hesum fiskiskapi.
Úrslitið er, siga tey í Fiski
málaráðnum, at kvotan av
rækjum til føroysk skip fyri
2020 verður 4.500 tons, sum
er ein lækking á 500 tons í
mun til 2019.
Russiska kvotan av svart
kjafti í føroyskum sjógvi
verður 82.000 tons í 2020. Tal
an er um eina øking á 1.000
tons í mun til 2019.
- Aðrar kvotur til russisk
skip í føroyskum sjógvi vera
óbroyttar í mun til 2019, verð
ur lagt aftrat.
Tað vóru samráðingarleið
ararnir, Andras Kristiansen
og Sergey V. Simakov, sum
skrivaðu undir avtaluna mill
um Føroyar og Russland.