Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 9. desember · Nr. 142 Vágur berjist móti rottum Í Vágs kommunu hava tey keypt fleiri rottukassar í einari roynd at basa trupulleikanum við rottum Vilmund Jacobsen Seinastu tíðina eru fleiri fráboðanir um rottu komn­ar til Vágs komm­ unu, og í tráð við regl­ur­ nar á økinum skipar komm­unan fyri rottu­ týn­ing.  Tey hava nevni­ liga keypt fleiri rottu­ kass­ar í royndini at basa trupulleikanum, og hesir eru staðsettir ymsa­ staðni í kommununi. - Men, fyri at koma trupulleikanum til lívs, mugu kommuna og borg­ arar gera eitt felags á­tak fyri at tryggja, at rottan verður týnd. Hetta metir komm­un­ an kann gerast við nøkr­ um góðum ráðum, sum Vágs kommuna kunnar um á sínari heimasíðu. Bein burtur Men, hvussu verjir tú teg so móti rottu, soleiðis at rotta ikki kemur inn ogn tína? Í tilmæli til sínar borg­ ar­ar siga tey í Vágs komm­ ­unu, at órudd og burt­ur­ kast ikki eigur at liggja utt­andura og byggitilfar og annað, sum liggur úti, skal stáplast, helst so langt frá bygninginum sum gjørligt. Fóður og mat­leivdir eiga ikki at liggja og sløðast utt­an­ dura, og sama er við eitt nú slógvi og burturkasti frá slakti. - Ansið eftir ikki at geva djórum, hønum ella øðrum flogfenaði á ogn tíni ov nógv, tí hetta økir um vandan fyri rottum – og heldur ikki eigur tú at geva fuglum meira enn etið verður í ein dag. Í tilmælinum til sínar borgarar siga tey í Vágs kommunu eisini, at fóð­ ur­goymslur og seyðahús eiga at vera ruddilig og undir skipaðum umstøð­ um.  Rivur og hol Rotta sleppur gjøgnum hol, sum eru størri enn 1,8 sentimetrar, og tí er skilagott at umvæla møgu­ ligar rivur og hol í bygn­ ingum. Í Vágs kommunu vísa tey á, at skilagott er at brúka ventilatiónsristir úr tilfari, sum rotta ikki sleppur ígjøgnum, og rist­ irnar eiga at vera fest­ar væl.  - Verj hol í veggjum og múrum til kaðalar, rør og annað við høsnaneti ella plátu – og lat hurðar og vind­eygu til lofts- og kjall­ ­ararúm, sum ikki verða nýtt, aftur. Har­aftr­at eiga frárensl at vera tøtt, og møgulig brot eiga at verða umvæld so skjótt tilber. Sig frá Í Vágs kommunu siga, at tað, sum er mest um­ráð­ andi í stríðnum móti rottu, eru tær fráboðanir, sum borgarin gevur. - Tí er umráðandi, at tann, sum sær rottu ella far­vegin eftir rottu, bein­ an­vegin vendir sær til komm­ununa, verður lagt aftr­at. Í seinastu viku vórðu boraðir 127 metrar av Sandoyar­ tunlinum – í Traðardali 58 metrar og 69 metrar á Gomlurætt. Nú eru boraðir 2.018 metrar av tilsamans 10.785 metrum.  11 nýggj grundstykki verða undir Høganesi Í Nes kommunu er byggiáhugin so stórur, at øll grundstykkini eru seld, longu áðrenn tey eru liðug Vilmund Jacobsen Entreprenørfyritøkan JHR er nú farin í holt við grevstur undir Høganesi á Toftum, har Nes komm­ ­una hevur sam­tykt at gera eina nýggja út­ stykk­ing. Áðrenn grevsturin byrj­ aði, hevur komm­un­an hegnað økið av. Í Nes kommunu siga tey, at verkætlanin, sum JHR nú hevur sett hol á, fevnir um gerð av 350 metrum av asfalteraðum vegi við gongubreyt. - Við í verkætlanini er eisini kloakk-og spilli­ vatns­leiðing og gøtuljós. Burtur úr hesi verk­ ætl­an fær Nes kommuna 11 grundstykki, sum øll longu eru seld. Sambært ætlanini, sum fyriliggur, skal ar­ beiðið verða liðugt í apríl 2020. Áhugin at byggja og keypa sethús við Skála­ fjørðin er øktur, nú Eyst­ ur­oyartunnilin er bor­að­ ur og verður klárur at koyra ígjøgnum um eitt ár. Trolarar smáligan fiskiskap Vilmund Jacobsen Seinastu dagarnar hava sjey ísfiskalínuskip verið til fiskiskap, og øll skipini koma inn at landa í vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt skip kemur inn at landa í dag, og hini skipini koma miðskeiðis ella síðst í vikuni. Tvey av ísfiskalínuskipunum eru á Íslandsrygginum, og hini fimm eru á landgrunninum. Línuskipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av svartkalva, longu og brosmu. Streymurin verður harður, sum henda vikan gongur, og væntandi er, at veðrið verður skiftandi. Tí verður ikki roknað við so nógvum útróðri hesa vikuna. Men, fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er góður, serliga hjá teimum, sum fiska við línu, og soleiðis hevur verið í longri tíð. Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og teir koma helst inn at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at fýra trolbátar nýliga eru byrjaðir túr, og teir fiska allir havtasku. - Trolbátarnir koma helst inn aftur at landa miðskeiðis ella síðst í hesi vikuni. Spurningurin er so, kunnu vit leggja aftrat, um teir smáu trolbátarnir hava verið úti í keðiliga veðrinum, sum var um vikuskiftið. Trý garnaskip eru á svartkalvaveiði, men fiskiskapurin er smáligur. - Øll garnaskipini koma inn at landa síðst í hesi vikuni, verður lagt aftrat. GLYVRAR: Mikukvøldið 11. desember klokkan 19.30 verður árliga jólakonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag í Glyvra kirkju. Orkestrið fer at framføra kend jólaløg, serliga føroysk og ensk, og konsertin er ókeypis.