mánadagur 9. desember 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 9. desember · Nr. 142
TÍÐINDI
Hevur danska tjóðsavnið
gloymt Føroyar?
Føroyska umboðanin í danska tjóðsavninum
er forsvinnandi lítil í mun til grønlendsku
umboðanina. Meðan savnið hevur 100.000
lutir úr Grønlandi, hevur tað 300 úr Føroyum
Pætur Hjalmar Evensson
pature@sosialurin.fo
Í danska tjóðsavninum, National
museet, sum er í Keypmanna
havn, ber til at ogna sær vitan
og síggja framsýningar um alt
tað, ið er týðandi fyri Danmark
og danska søgu. Men um Før
oyar er millum lítið og einki at
finna - bert ein lítil montra við
nøkrum heilt fáum føroyskum
lutum og amboðum í.
Tað er í sjálvum sær kanska
í lagi, men tað merkisverda er
stóri fokusmunurin millum
Føroyar og Grønland í hesum
risastóra savninum. Tí meðan
Føroyar eru pakkaðar inn í
eina lítla montru, so fevnir
eygnarívandi
grønlendska
framsýningin og umboðanin
um fleiri stór rúm, har til ber
at síggja eitt nú kajakkir, vápn,
amulettir, klæði og aðrar grøn
lendskar lutir, sum eru væl
suppleraðir við frágreiðandi
teksti. Jú, her fær mann veru
liga eina ímynd av, hvussu tað
var at vera grønlendingur fyrr
í tíðini og eitt gott innlit í grøn
lendska søgu. Men tað er synd
at siga, at mann ger tað sama
um Føroyar við lítlu montruni,
sum hevur ein heilt stuttan
tekst aftrat sær.
300 til Føroyar og
100.000 til Grønland
Nationalmuseet upplýsir fyri
Sosialinum, at savnið eigur
gott og væl 300 lutir úr Føroy
um og í minsta lagi 100.000 lut
ir úr Grønlandi. Um ein ikki
visti betur, so kundi tað sæð út
sum, at danska tjóðsavnið
heldur Grønland vera væl
meira áhugavert enn Føroyar,
og at tað ikki hevur líka stóran
týdning at kunna sínar gestir
Danska tjóðsavnið hevur høvuðssæti á Prinsens Palæ mitt í Keypmannahavn (Mynd: Nationalmuseet - natmus.dk)
Montran um Føroyar. Her er eitt modellhús av siðbundnu føroysku húsunum
og ymisk amboð, eitt nú grindaknívar og ein leypur