Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-12-09, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. desember 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. desember 2019 · Nr. 142 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Pætur Albinus Boksarar úr Tórshavn Boksing hava um vikuskiftið luttikið í kapping í Nykøbing á Sælandi. Tríggir boksarar vóru í sokallaðum diplomdysti, har tað snýr seg um at boksa nóg væl tekniskt til at fáa eitt prógv. Boksararnir, sum vóru í hesum dystunum, vóru Sigur­ bjørn Joensen, Nóa Tummas Jacobsen og Sol­veig Arge. Av hesum var tað kvinn­an í hópinum, Solveig Arge, sum fekk nóg nógv stig og harvið fekk eitt diplom. Seinasti føroyingurin í dysti var Jonathan Malaikev, og hann skuldi í ein veruligan boksidyst. Hóast forkølaður og ikki serliga væl upplagdur, so var hann sannførandi ímóti mót­støðu­manninum, sum var úr Kalund­borg, og tað var einki ivamál, tá ið ein vinnari skuldi veljast. Jonathan vann greitt 5-0. Hóast blandaðar upplivingar hjá teimum føroysku boksar­ un­um hesaferð, so sigur venjari teirra, Martin Meng, at hesir túrar­nir til Danmarkar hava nógv at siga. - Eg eri altíð nøgdur við túrarnar, óansæð úrslitini. Sjálv­andi er tað stuttligt tá tað gongur væl og vit vinna, men bara tað, at boksararnir fara í ringin og stríðast so hart fyri tí, er nøktandi fyri meg. Hetta er jú boksing, og tað verður sligið hart, sigur Martin. - Í boksing ert tú ongantíð per­fektur. Tú má arbeiða víðari. Tað fara altíð at vera upp- og niður­túrar, og boksararnir hava gott av at koma í ringin saman við øðrum boksarum, sum teir ikki kenna, sigur Mart­in Meng víðari. Tórshavn Boksing fer nú at royna at fáa stuðul til vega, so­leiðis at tað framhaldandi verður møguligt at fara reglu­ lig­ar túrar til Danmarkar at kapp­ast. Ætlanin er at fara til Danmarkar einaferð um mánaðin fram til apríl fyri at brynja boksararnar til byrjun­ar­meistaraheitið, sum tá verður í Danmark. Donsk feløg koma eisini hendanvegin at vitja og venja við føroyska boksi­felag­num. Danska byrjunar­meistara­ heitið er ein hørð kapping, og føroysku boksararnir ven­ja dúgliga fram ímóti hesi kapp­ ingini. Teir venja boksing tríggjar til fýra ferðir um vikuna umframt styrki- og konditións­venjing. Byrjunarmeistaraheitið verður 5. og 6. apríl næsta ár, og Tórshavn Boksing miðar ímóti at luttaka við fimm ella seks boksarum. albinus@sosialurin.fo Boksing: SOLVEIG FINGIÐ PRÓGV Í DANMARK Føroyskir boksarar hava um vikuskiftið luttikið í danskari kapping, og har megnaði einasta kvinnan í hópinum at boksa seg til eitt sokallað diplom Solveig Arge við próvnum Jonathan Malaikev fegnast um sigurin